Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Gøg og Gokke

2020-08-21 18:02

Ì einum demokratiskum samfelag hava fólk ymiskar hugsjónir. Summi eru høgravend onnur eru vinstravend, og tað er í lagi. 

Tað er í lagi at hava ein liberalan hugsunnarhátt, tað er ein mannarættur, men at verða so liberalur, at tað elligamla føroyska eyðkenni, næstrakærleiki, at hjálpa hvørjum øðrum, at hugsa um hvønn annan, tí tað var, og er ofta, neyðugt, fullkomiliga hvørvur, er ikki føroyskt, men tíverri nakað sum hendan samgongan stendur sum borgan fyri.  

Fleiri dømir eru um henda politikk seinasta áriđ sum henda høgra samgonga hevur sitiđ viđ valdi. Eg havi einki ì mòti, at fòlk og vinnufyritøkur forvinna sær pengar. 

Men ikki fyri ein og hvønn prìs, tì ì seinasta enda er tađ Palleba og Marsanna sum gjalda gildiđ. ALS verđur nògv brùkt og tiverri eisini misbrùkt, av nùverandi samgongu. 

Hinvegin eisini " brùkt " okkara stòru laksa og fiskivinnufyritøku, har arbeiđi bert er nakrar mánađir av árinum og ALS ornar so rest. Rikidømi hava teir fáu, fingiđ frá okkum øllum, at umsita. 

Nù korona herjar um alla verđina, skal ALS kassin tømast, sjálvandi skal samfelagiđ fòta sær, men hvør er tađ nù sum gjaldir alt gildiđ? 

Hvar eru allar hasar milliardirnar sum Landsbankastjòrin vìsti til, og sum kundi brùkast ì hesum korona tìđum, hvì ikki brùka av teimun ì stađin fyri, at tøma ALS kassan? Eg meini tađ. 

Fyri okkum uttanfyri standandi, tykist alt í Tinganesi meira líkt tí frálíku sendingunum frá Gøg og Gokke. Munurin er tó, at í Gøg og Gokke funnu teir onkuntíð skilagóðar loysnir. 

Í Tinganesið, er, so at siga, ongar hugsanir og ongar visiónir, uttan at taka mest til tey vælbjargađi og likamikiđ verđur viđ restini. 

Ikki fyri at tosađ um, at avrita beinleiđis danskar loysnir og lògir, uttan kjak og umhugsniđ. Men semja er eisini um, at avbyrgja seg frá restini í heiminum á fiskivinnuøkinum, og lata nøkrum útvaldum okkara tilfongið, semja er eidini um, at landsins útreiðslur mugu niður, og semja um, at tað er tann veiki føringurin sum skal bera hesa byrðu, og endiliga semja um, at hann helst skal fáast av landinum, tí hann viðvirkar ikki jaliga til samfelagsbúskapin. Vorðið sum blídni. 

Nýggjasta dømini frá høgrastýrinum, eru tankar um, at privatiserađ Atlantic Airways, Føroya Tele, Strandferđsluna og pìnadeoyđ um ikki okkara SEV, sum kommunar eiga, eisini skal á privatar hendir, meira ella minni, uttan at spyrja eigaran eftir nøkrum av tì. 

Koyrir væl og gott vikuskifti 

Levi Mørk, býráđslimur