Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Góður fundur um rehabilitering í Føroyum

Heilsu- og almannapolitikkur - 

Fundurin, sum Sambandsflokkurin skipaði fyri í Norðurlandahúsinum í dag, eydnaðist sera væl

Nógv fólk møttu á fundinum, umleið 100 fólk, bæði frá politisku skipanini, fakfólk, umboð fyri kommunur, lesandi og onnur áhuga.

Nógv nýggj og neyðug vitan kom fram á fundinum, umframt at luttakararnir fingu høvið at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Luttakararnir fingu greiða fatan av, hvat er neyðugt at gera politiskt og fakliga á rehabiliteringsøkinum. Upplýst varð at umleið 15.000 fólk í Føroyum hava skaðar, ið krevja rehabilitering.

Endamálið við rehabilitering er, at virkisførleikin hjá einum sjúkuraktum verður soleiðis, at hesin aftur kann fáa eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív, sum tekur støðið í gerandisdegnum.

Sosiali profilurin hjá Sambandsflokkinum er hollur, og saman við politiskum visjónunum og høgum málum um rehabilitering og viðgerðartrygd, fer hetta at seta stór krøv. Tí verður neyðugt við samstarvi millum almennar myndugleikar og stovnar, bæði um nýggja og betri lóggávu at virka undir og um fígging.

Tá Sambandsflokkurin kemur til valdið, fer flokkurin hvørt ár at seta 30 milliónir krónur av til heilsuverkið, umframt vanligu framskrivingina.

Á fundinum vóru víst á fleiri ítøkilig átøk, sum skulu setast í verk, fyri at tryggja eina málrættaða og mennandi gongd á rehabiliterignsøkinum.

Sí fleiri myndir á Facebook-vegginum hjá Sambandsflokkinum.

Framløgur frá fundinum:

At venda aftur til lívið og gerandisdagin, Rósa Samuelsen

Tørvurin á rehabilitering í Føroyum, Sólbjørg Frederiksberg

Rehabiliteringsskipanin í Danmark og ætlanir um menning, Claus Vinther Nielsen

Framløga av lógaruppskotum um rehabilitering, Rósa Samuelsen

 

Lógaruppskot frá Sambandsflokkinum:

Uppskot um broytingar í lógini um sjúkrahúsverkið

Uppskot um løgtingssamtykt um menningarætlan fyri rehabilitering

 

Sambandsflokkurin

RN