Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Góðu Vágbingar!

2020-11-07 23:31

Eg bjóði meg fram sum valevni til kommunuvalið á lista C, tann 10. novembur 2020.

Kommunalpolitikkur er nakað eg brenni fyri, og er hetta ikki fyrstu ferð eg bjóði meg fram. Eg sat sum formaður í Veg- og havnanevndini í Hvalbiar Kommunu frá 2012 til 2016, og tað dámdi mær sera væl.

Nøkur av mínum hjartamálum eru:

Útreiðslur/inntøkur

Við høgum skatta prosenti, lágum barnafrádrátti, lágari inntøku pr. borgara, hava nógvar familjur tað ov strævið í gerandisdegnum.

Borgarin er fyri meg, tað sum hevur størsta týdning

Verði eg valdur inn, vil eg arbeiða fyri, at Borgarin hevur fyrstu prioritering, við at:

· Hækka Barnafrádráttin.

· Fáa skuldina niður skótast gjørligt.

· Geva ein skattalætta, ið munar, tá fíggjarligi karmurin loyvir tí.

· Endurskoða lønirnar í Vágs kommunu.

Vinnulívið/Havnarøkið

Tað er av alstórum týdningi at vinnulívið verður raðfest, og fær røttu og bestu karmar at arbeiða undir. Vinnulívið skal hoyrast, og skal Kommunan verða ein aktivur viðspælari. Skal okkum verða lív lagað, er umráðandi at hugsa um framtíðina, so vit kunnu standa sterk, tá ið á stendur. Vinnulívið og Kommunan skulu verða í tøttum samstarvi.

Í 1990’unum livdi eg av útróðri, og var hetta ein vinna, mær dámdi sera væl at virka í. Tí harmar tað meg at síggja gongdina í Vági. Skjótt er eingin útróður eftir, grunda á sera vánaligar umstøður hjá útróðrarmanninum at arbeiða undir. Hetta má finnast ein loysn upp á, so tey, ið hava áhuga fyri hesi vinnu, aftur tora at leggja lunnar undir sítt virksemi.

Eg vil arbeiða fyri, saman við vinnuni at:

· Funnið verður ein avreiðingar loysn.

· Tað eru tíðarhóskandi amboð á keiini

· Nýggjur bátahylur verður raðfestur.

Ein burðardygg ferðavinna

Ferðavinnan í Vági vindur uppá seg, og síggja vit fleiri og fleiri vitjandi. Eg fari at arbeiða fyri, at vit fáa eina vinnu sum er burðardygg, ið leggur mest møguligt eftir seg í nærumhvørvinum.

Eina ferðavinnu, har:

· Tú sum veitari/aktørur torir at bjóða teg fram.

· Tú torir at prísáseta tína vøru rætt.

· Tú torir at stýra tíni fyritøku har tú heldur hon skal.

Suðuroyggin er sera atkomilig, og er tað lætt hjá øllum at kom til tey støð, ið eru verd at síggja. Tó mangla vit enn eitt alment vesi í Vági, ið eisini er fyri rørslutarnaði. Hetta ynski eg at gera nakað við.

Ferðsluviðurskifti

Ferðsluviðurskiftini í Vági eru ikki nøktandi, og skulu tey tí endurskoðast, og fáast í rætt lag. Tvey øki, eg ynski at nevna eru:

· Tá Toftavegur fyri uml. hálvum øðrum árið síðani bleiv einsrættaður, gjørdi tað gerandisdagin hjá nógvum av okkum borgarum, ið búgva á hesum vegastrekki, bæði strævnari og dýrari. Kannast skal tí, hvussu vit á bestan hátt kunnu lata Toftaveg upp aftur fyri koyring báðar vegir.

· Við rundkoyringina, eru viðurskiftini als ikki í ordan, og er hetta í dag ein sera vandamikil leið at ferðast á, bæði fyri fótgangara og billistar. Rundkoyringin skal endurskoðast, og trygdarviðurskiftini fáast í rætt lag.

Tey eldru

Okkara eldru eru tey sum hava bygt og skapt okkum tað nærumhvørvið vit kenna og elska. Hava givið alt, fyri at skapa hesa perlu vit syngja so vakurt um í sanginum hjá NePtuN.

Her á fedranna stað vil eg verða,
her mín sál finnur hvílu og frið,
eg sum barn lærdi tokka at bera
hesi bygd eins og fólki hennar’ við.
Og tá vesturskinið skínur
purpurlitt á mín lívsdag síðstu ferð,
vil eg hvíla, har fedrarnir mínir
fingu hvíld eftir stríð og strevið her.

Fyri okkum øllum ið her búgva, er tað ein sjálvfylgja, at okkara eldru verða borðin á lógvunum. Tað er ein forvunnin rættur hjá teimum. Ein av størstu ábyrgdum hjá kommununi, meini eg, er at syrgja fyri, at hetta øki hevur tað raðfesting, okkara eldru hava so væl uppiborið.

X Við Eyðfinn Debes, valevni á lista C