Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Góðu Vágbingar.

2020-10-07 17:45

Eg havi valt at bjóða meg fram, sum valevni fyri Javnaðarflokkin til komandi kommunuval í Vági

Eg ætli at vera ein greið og týðilig rødd, umboðandi allar borgarar í Vágs kommunu. Eg fari at arbeiða fyri at vit fáa eina kommunu, har allir borgarar verða hoyrdir. Ein kommuna har allir borgarar fáa somu góðu viðferð.

Eina kommunu har gjøgnumskygni og fíggjarligt skynsemi eru tvey av lyklaorðunum, har vit saman kunna halda áfram at menna Vágsbygd.

Javnaðarflokkurin situr í núverandi samgongu og eru nógv mál rokkin hesi seinastu 4 árini, har samstarv okkara hevur bøtt um nógv viðurskifti her í bygdini. Fólk tykjast í stóran mun at vera einig í, at tað er deiligt at búgva í Vági, og vil eisini eg royna at gera mítt fyri, at tað verður enn betri fyri Vágbingar at búgva her.

Í kommunalum samanhangi eru nógv hugskot uppi at venda til eitt býráðsval. Vit ynskja øll Vágsbygd tað besta og sum altíð, eru nógv hugskot og verkætlanir uppi at venda hesa tíðina, har nógv ymisk sjónarmið vilja seta sín dám á valstríðið.

Her kemur ein partur av mínum sjónarmiðum, har mín dagligdagur setur dám fleiri av hjarta- og áhugamálum mínum.

Havandi verðandi fíggjarstøðu í huga eru nøkur mál størri og meira umfevnandi enn onnur, men nógv ting eru, sum eru verd at kanna, sum kanska ikki kunna fremjast í verki ,líka lætt sum onnur. Vit eiga eisini hava fokus á at niðurgjalda skuld komandi árini, tá kommunala skuldin er rættiliga høg.

Hesi fevna m.a. um:

· Atskild gongu /súkklubreyt skal gerast yvir til Oyrarnar frá sandinum.

· Royndarætlanin við ferðslubroytingunum á Toftavegi og rundkoyringini skal endurskoðast.

· Betri møguleikar at koma við/heinta børn við Vágs skúla (busslumma).

· Ein langtíðarloysn til barnagarðin (útbygging av barnagarði og økið runt um barnagarð).

· Meira fokus á ungdómsøkið (Víðkan av ungdómshúskonseptinum og møguleikum til meira tilkomna ungdóm okkara).

· Spillvatnsskipanin/rottangar skulu uppraðfestast.

· Meira fokus á grønar/varandi loysnir í kommununi.

· Dagføra smærru gongugøturnar í bygdini td. við nýggjum asfalti og ljósum.

· Hækka barnafrádráttin.

· Ein heildarloysn/verkætlan gerast fyri miðbýin/Løghamar økið

· Bjóða eyka tænastur til eldri og veiku heimabúgvandi borgarar okkara.


Gongu/súkklubreyt yvir á oyrarnar

Vit hava Pálshøll og Marghøllina yviri á Oyrunum, og verða tær nógv brúktar av børnum, ungdómi og vaksnum. Tað eru so sera nógvir møguleikar við hesum hallum, og eiga vit at gagnnýta tær til fulnar, nú tær eru her. Meira um tað seinni, nú snýr tað seg um túrin yvir til hallirnar eftir Líðarvegnum.

Børn og ungdómur okkara brúka meira og meira av sínari frítíð á hesum økinum, og er tað av alstórum týdningi, at vit fáa tryggjað teimum eina góða farleið yvir til hallirnar.

Hvønn morgun fara nógvir næmingar frá ítróttarháskúlanum bæði súkklandi og til gongu eftir Líðarvegnum í øllum veðri, og hugsi eg ofta um, hvussu útsett tey eru, og hvørjum vanda okkara børn eru í, tá vit lata tey ganga ella súkkla einsamøll yvir at svimja ella íðka ítrótt.

Tey eru ov lítið vard á vegnum. Núverandi loysn við 2+1 vegi er ikki nøktandi.

Brúgvin yvir um ósan er eisini hættislig at ganga á. Har skal ein gongubrúgv gerast við síðuna av brúnni, so fólk ikki skulu ganga á vegnum.

Vit eiga at hava eina gongu/súkklubreyt, sundurskilda frá høvuðsvegnum, har ferðast kann trygt líka frá norðaru síðu av sandinum og til Oyrarnar. Hetta síggji eg sum eina lívsneyðuga íløgu, nú tá vit hava fingið so nógv virksemi hjá børnum og ungdómi okkara yviri á Oyrunum, sum ikki ferðast aftur og fram í bili.

Hetta er nakað, sum skuldi verið avgreitt samstundis, sum hallirnar blivu gjørdar, áðrenn farið varð undir aðrar verkætlanir. Hetta er eitt av málunum, sum eg vil arbeiða við, um eg verði valdur inn í Vágs Býráð.


Magnus Mørk Hjelm

Valevnið fyri Javnaðarflokkin í Vági.