Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Góðu KVF-leiðarar

2020-10-08 13:11

Góðu KVF-leiðarar Tórshavn, 08.10.2020

- ein listarligur listi

KVF – ein almennur miðil

KVF skal vera fyri øll, tí tað er ein almennur fjølmiðil, sum bjóðar bæði tíðindir, upplýsing og undirhald – eg setti tað í hasa raðfylgjuna, tí eg haldi, tíðindi skal hava fyrstu raðfesting, síðani upplýsing og til síðst undirhald, tí undirhald fæst lætt á netinum, meðan álítandi tíðindir og góð upplýsing er meira trupul at finna og skyna ímillum. Tað er tískil alneyðugt, at KVF setur hóskandi støði. Í hesi grein fari eg at leggja dent á tónleikin.

1. deild og amatørar

“Amatørur” ljóðar neiligt; mestur tí tað vanliga verður nýtt í neiligari merking. Tað eru eisini nýtilig orð fyri amatørur, so sum leikfólk, áhugafólk og ólært fólk; men fólk vita væl, hvat meint verður við, tá ein nýtir orðið amatørur. Tá besta deildin, bæði í Føroyum og aðrastaðni, spælir fótbólt ella annan ítrótt, tá verður mangan filmað og víst í sjónvarpinum. Men um 3. ella 4. deild (amatørar) spæla, so filmar eingin, og fá hyggja at – og fólk høvdu verið í øðini, um sjónvarpið vísti fleiri amatør-dystir um dagin. Tí spyrji eg henda viðkomandi spurning: hví skulu vit hoyra amatørar spæla tónleik í útvarpinum? Oftast er talan um føroyskar amatørar, men vit fáa eisini tónleik úr 3. deild í Danmark. Hví gera vit tað? Er veruliga neyðugt at innflyta slíkt? Sagt verður mangan, at KVF má spæla føroyskt. Tað skilji eg væl, og tað taki eg eisini undir við; men tað mugu vera onnur kriteriir til tónleikin enn at “tað er føroyskt”. Vit hava góðar føroyskar bólkar og tónleikarar, men har er eisini ein rúgva av tónleiki, sum er amatør-kendur við einkisigandi lagi ella vánaligum sangi og teksti. Vit hava fáar føroyskar miðlar at undirhalda okkum; og bara tú eigur eina teldu ella ein bil, ja, so skalt tú gjalda KVF gjald. Tað eri eg ikki ímóti, men eg havi av tí sama nøkur krøv. Av tí at tónleikur fyllir so nógv í útvarpinum, so vil eg eisini fáa valuta fyri mínar pengar, sum ofta verður sagt.

Eitt sindur um tónleik

Flest fólk dáma tónleik, summi eru meira líkasæl, men nøkur elska tónleik. Eg eri ein av teimum, sum elskar tónleik, og tí vil eg fegin, sum KVF-gjaldari, siga mína hugsan um tónleikin, sum útvarpið spælir. Ein sera stórur partur av tónleikinum er “country” tónleikur. Hóast tónleikur er “smag og behag”, eftir tykki og temperament, so eigur ymiskleiki í tónleikaslagi at hava týdning; ja, tað átti at verið ein skylda hjá almenna miðlinum at spæla ymiskt (hvat høvdu country-fjeppararnir sagt, um útvarpið knappliga spældi líka nógvan blues, sum í dag verður spælt country, og líka lítið country sum í dag verður spælt blues?) Eg og mong við mær vilja hoyra meira blues, jazz, fólkatónleik, klassiskt, pop-rock, rock og heavy metal. Hava vit ikki kínt country-fjepparunum nóg leingi um enni í KVF? Vit hoyra Hall Joensen ikki bara hvønn dag, men fleiri ferðir um dagin. Hann hevur nøkur góð løg, men TOTO, Deep Purple, Phil Collins og U2 hava 20 ferðir so nógv góð løg, sum vit bert hoyra eina ferð um mánaðin, um vit eru heppin. Tað mesta av pop og rap tónleiki, sum verður gjørdur í dag, er gjørdur til at selja í dag og í morgin, men ikki næsta ár....og tað hoyrist. Tað sigur heldur ikki so lítið, tá ummælarar av føroyskum tónleiki í útvarpinum tosa nógv um, hvussu væl útgávan er produsera. Er tað nú tað, sum høvuðsdentur verður lagdur á? Hvat við tí melodiska og ljóðføris- og sang kynstur, og tekstur og bygnaður av lagnum? Tá verður í so ofta nevnt, at lagið manglar “kant” ella skal vera meira “skitið”. Tosa vit um tónleik ella høsnarhús? Tó vil eg líka nevna, at Sunleif Rasmussen dugur at tosa um tónleik.

Størsta tónleikaynski til KVF nakrantíð

Nú fari eg at nevna eina rúgvu av tónleikabólkum og stakum tónleikarum, sum áttu at sloppið oftari framat í KVF fyri at ríka um okkara tónleikatilveru í Føroyum. Eg nevni einki føroyskt ella country, tí tað er ríkiligt til av tí í útvarpinum. Eftir hvørt áratíggju, byrji eg við tí bleytara tónleikinum og so gerst tónleikaslagið harðari. Hetta er sjálvsagt hálað úr mínum egna myndamálsliga hatti, so eg havi ikki alt við ella øll sløg av tónleiki við í hvørjum áratíggju – og tað er sjálvsagt trupult at velja hvørjum áratíggju bólkurin ella persónurin skal vera í, vegna langa tónleika yrkisleið:

- 1960ini: Elvis, Chuck Berry, Jerry Lee Lewis, Cliff Richard, B.B. King, Muddy Waters, Ray Charles, Aretha Franklin, Leonard Cohen, Bob Dylan, Joan Baez, Neil Young, The Supremes, The Beatles, The Rolling Stones, The Beach Boys, The Bee Gees, Simon & Garfunkel, The Monkees, Creedence, The Who, Jefferson Airplane, The Mamas and the Papas, Manfred Mann, Janis Joplin, The Doors, Jimi Hendrix, Pink Floyd, Crosby, Stills & Nash, Eric Clapton, Cream, Fleetwood Mac, Lynyrd Skynyrd, Deep Purple, Led Zeppelin, Black Sabbath, Jethro Tull og Uriah Heep.

- 1970ini: Elton John, Billy Joel, Chick Corea, Steve Winwood, ABBA, Bob Marley, Earth Wind & Fire, Stevie Wonder, Ike & Tina Turner, Kool & the Gang, Al Jarreau, Weather Report, Tower of Power, Stevie Ray Vaughan, Eagles, ELO, Olivia Newton John, Tom Jones, Rod Stewart, Joe Cocker, Blood Sweat & Tears, Styx, Genesis, Emerson Lake & Palmer, Mike Stern, Jeff Beck, Yes, Asia, Rush, The Alan Parson’s Project, Queen, Foreigner, Steely Dan, 10cc, Slade, Sweet, Journey, Boston, Kansas, Kiss, Aerosmith, ZZ Top, Judas Priest, AC/DC og Rainbow.

- 1980ini: Phil Collins, Michael Jackson, George Michael, Wham, Prince, The Police, Duran Duran, Depeche Mode, TOTO, U2, Simple Minds, Chicago, Bonnie Tyler, David Bowie, Kate Bush, Blondie, Whitney Houston, Bruce Springsteen, Madonna, Billy Ocean, New Order, UB 40, The Cars, Billy Idol, Red Hot Chili Peppers, Huey Lewis and The News, Tears for Fears, R.E.M., The Cure, Culture Club, Loverboy, Saga, Dave Weckl, Hall & Oates, Pet Shop Boys, En Vogue, INXS, Dire Straits, Sting, Eurythmics, The Cult, Scorpions, Def Leppard, Bon Jovi, Europe, Guns N’ Roses, Whitesnake, Iron Maiden, Dio, Ozzy Osbourne, Van Halen, Metallica og Dream Theater... “just to name a few”.

Eg veit, at hatta var ein langur listi, men hann kundi verið øðiliga nógv longri, og har eru ógvuliga fá jazz og fólkatónleika nøvn, men hetta er eisini bert meint sum eitt, ella rættari, nøkur dømi – mangulin í listanum sigur ikki so lítið um, hvussu nógvan frálíkan tónleik KVF forsømir til frama fyri amatør tónleik – í stóran mun føroyskan lággóðsku tónleik; eg fari ikki at nevna nøvn. Tónleikurin, sum útvarpið spælir, er í alt ov stóran mun amatør-kent, country og døgnflugur (nútíðmans poppur og rap). So er tað sagt. Tónleikabólkarnir og staku tónleikararnir, sum eg havi nevnt, hava gjørt og spælt tónleik, tí tey elskaðu tónleik; at gerast kendur og ríkur var bara eitt pluss. Tey flestu, eg havi nevnt, eru/vóru sera dugnalig; og nøkur eru/vóru úrmælingar til sítt ljóðføri og sang, og hava eisini gjørt einastandi og eyðkendan tónleik, har tú hoyrir teirra stíl, teirra sereyðkenni. Tað er munur á at framleiða tóna- og rútmiskt undirhald og gera haldføran tónleik.

Dávid Isfeld