Góðu áhoyrarar, góðu verkafólk

Fyri hundrað árum síðani hittust nakrir djarvir menn á Tvøroyri. Teir hittust í loyndum, tí teir vistu, at tað, teir ætlaðu, fór at møta stórari mótstøðu. Men teir visti eisini, at tað, teir ætlaðu, mátti fremjast. Og 25. apríl 1915 sást eitt ítøkiligt úrslit eftir loyniligu fundirnar. Tá tóku teir endaliga avgerð um at standa saman og berjast ímóti reiðarum, handilsmonnum og arbeiðsgevarum í Føroyum.

Sjálvt um arbeiðsfólkið arbeiddi sum hestar, kláraðu tey nóg illa at geva børnunum mat og klæðir, og tey høvdu slett onga ávirkan á arbeiðskorini.

Djørvu menninir vistu, at teir settu nógv í vága. Teir vistu, at tað fór at kosta nógv. Men teir vistu eisini, at hetta var einasti mátin at hjálpa arbeiðsfólkinum. Teir máttu skipa seg í eitt felag. Teir máttu standa saman og krevja sín rætt.

Á loyniliga fundinum fyri 100 árum síðani var felagið »Enigheden« stovnað. Og við tí var føroyska arbeiðararørslan fødd.

-----

Og hyggja vit aftur á hesi hundrað árini - hesa farnu øldina - hvat er so hent?

Eg tori at siga, at menningin og broytingarnar ongantíð hava gingið so skjótt, sum hesi seinastu 100 árini. Framstig eru hend á øllum økjum.

Við tógvum stríði hava fakfeløgini vunnið føroyskum arbeiðsfólki rættindi, sum menninir á loyniliga fundinum á Tvøroyri ikki tordu at droyma um. Tíbetur er ein grundleggjandi og eyðsýnd broyting farin fram.

Men allíkavæl eru nøkur viðurskifti, sum ikki eru broytt.

Jóannes Dalsgaard hevur skrivað eina bók um »Fylking«, sum arbeiðsmannafelagið »Enigheden« seinni broytti navn til. Har er ein samrøða við ein gamlan mann, sum var barn, tá rørslan tók seg upp. Hann var ein av fleiri beiggjum, og mamman var einsamøll við teimum, tí pápin var deyður.

Gamli maðurin sigur soleiðis:

–Ein dagin segði mamman við okkum, at nú mugu tit liggja leingi í seingini í morgin, tí vit hava einki at eta.

–Men veist tú hvat, sigur gamli maðurin: – Somu náttina komu tveir mans við einum leypi av fiski. Teir høvdu sæð, at vit dreingir høvdu verið úti á brúnni, tá teir seldu fisk, men at vit ikki sluppu framat. Og tí gjørdu hesir menninir av at seta ein lítlan línustubba - bara til okkara.

---

Hendan lítla frásøgnin sigur okkum tvey ymisk ting.

Hon sigur okkum í fyrsta lagið, at samhaldsfestið hjá føroyingum er íborið. Tað er hjartatátturin í samfelagnum. Vit eru heppin at búgva í einum landi, har vit taka okkum av hvørjum øðrum. Har vit hjálpast at. Og har tey, sum ikki klára seg sjálvi, allíkavæl kunnu klára seg við hjálp frá góðum fólki.

Hendan søgan sigur okkum tó eisini nakað um, at sjálvt um at kalla alt er blivið betur seinastu 100 árini og nógv rættindi eru vunnin, so er tað framvegis sami bólkur av fólki, sum hevur harðastu korini.

Tað eru einsamøllu uppihaldararnir.

-----

Tað er ein sannroynd, at størsti parturin av einsamøllu uppihaldarunum eru kvinnur, og tað er ein sannroynd, at størsti parturin av hesum kvinnunum eru undir veingjabreiðinum hjá fakfeløgunum - nógvar sum ófaklærdar og tímaløntar.

Og sjálvt um hundrað ár eru liðin, so hevur okkara samfelag framvegis fleiri avbjóðingar, tá tað kemur til javnstøðu. Ein av størstu avbjóðingunum er í ójavnanum millum kynini á arbeiðsmarknaðinum.

Kvinnuligir løntakarar fáa lægri pensjón. Tær arbeiða oftari niðursetta tíð ímóti sínum vilja. Og tær fáa sum heild lægri løn.

Hetta kann ikki verjast!

Menn og kvinnur hava skapt hetta samfelagið saman, og um kvinnurnar ikki vóru partur av arbeiðsorkuni, høvdu vit ikki havt ráð til vælferðarsamfelagið.

Sig mær, hvat var føroyska vælferðin uttan allar tær kvinnurnar, sum við heitum hjørtum og hegnigum hondum hvønn dag lívga føroyska fólkið - heilt úr vøggu og í grøv?

Hvør føroyingur kemur ígjøgnum lívið uttan onkursvegna at njóta gott av tí linna og tí ugga, sum kvikar kvinnuhendur hvønn dag veita her á landi?

Og hvør við sítt fulla skil kann siga, at hetta arbeiðið er minni vert enn annað arbeiði?

Tað almenna og partarnir á arbeiðsmarknaðinum mugu tryggja javnstøðu. Og tað eru fleiri tiltøk, sum kunnu bøta um støðuna.

Fyri tað fyrsta eiga tey, sum arbeiða niðursetta tíð, at fáa fleiri tímar, tá tað er pláss fyri nýggjum starvsfólki. Tað má tryggjast við lóg.

Fyri tað næsta má einki starvsøki vera so slítandi, at man ikki kann arbeiða fulla tíð. Øll skulu kunna vinna sær eina løn, sum tey kunnu liva av og forsyrgja sínum børnum við.

Og fyri tað triðja má Barsilsskipanin broytast.

Tað er gott, at pensjón nú verður tengd at barssilsgjaldinum. Men sig mær, hvussu tað kann bera til, at pensjónsupphæddin verður tikin av útgjaldinum? Hví verður hon ikki løgd afturat?

Um fá ár fara føroyingar í barsilsskipanini - og har eru nógv flestar mammur - at fáa ein lønarskurð uppá 15%. Hetta er ein lønarlækking, sum vil nakað.

Hetta er ein skipan, sum bara økir um ójavnan.

-------

Men tað er ikki bara ójavni millum kynini, sum vit mugu seta á dagsskrá, nú arbeiðararørslan fyllir hundrað ár.

Tí vit síggja eisini ein vaksandi ójavna millum rík og fátøk í Føroyum.

Vit hava í seinastuni hoyrt, at tað eru 1326 børn í fátækraváða í Føroyum. Av hesum eru 400 børn í akuttum fátækradømi. Vit vita eisini, at tað kostar minni enn 10 milliónir at hjálpa hesum børnunum úr teirra neyð.

Samstundis - og tað er nú, tað blívur óunniligt - samstundis hoyra vit, at tað eru alment settir stjórar, sum fáa meira um mánaðin, enn hesar fátæku mammurnar fáa í eitt heilt ár!

Í Føroyum eiga vit nóg mikið til okkum øll.

Men nú, eins og fyri hundrað árum síðani, mugu okkara lægstløntu klára seg við hjálp frá góðum fólki. Nú, eins og fyri hundrað árum síðani mugu tey vóna, at onkur vinarlig sál varnast teirra tørv og setur teimum ein leyp av fiski á trappuna. Og nú eins og fyri hundrað árum síðani standa tey vælbjargaðu saman um at tryggja hvørjum øðrum enn betri kor.

Hetta kann ikki verjast!

Eg veit eisini, at tit sjálvi hava merkt, at Føroyar eru blivnar eitt ójavnari samfelag seinastu árini. Forskattingin av pensjónum ger, at tit standa til at missa góðar 1.000 krónur av uppspardari pensjón um mánaðin.

Vit hava fingið boð um at spara pensjón upp. Eftir førimuni skulu vit hvør sær savna okkum pengar til ellisárini.

Men eg skilji ikki, hví tað er so átrokandi neyðugt at spara hvør sær - heldur enn at spara í felag.

Eg skilji ikki, hví Samhaldsfasti ikki verður styrktur munandi.

Eg skilji ikki, hví man lóggevur soleiðis, at ójavnin skal fylgja við heilt inn í ellisárini..

---

Góðu tit øll.

Inni í miðjuni á teimum sterkastu togunum, er ein lína, sum verður kallað hjartatátturin.

Hjartatátturin í føroyska samfelagnum er javni og samhaldsfesti. Vit hava eitt íborið samhaldsfesti, sum hvønn dag verður prógvað við veruligum gerðum av veruligum føroyingum.

Fyri hundrað árum síðani var tað er ein leypur av fiski á trappuni, tá mamman einki átti at geva børnunum at eta.

Í dag eru tað stórar innsavningar til tey fátækastu, sum ikki verða loftað av almennu Føroyum.

Hjartatátturin í Føroyum hevur altíð verið hetta, at vit brýggja okkum um hvønn annan og vit taka okkum av hvørjum øðrum.

Men hjartatátturin er ein skroypilig lína. Hon kann slitna, um hon er einasta álitið, tá tað veruliga stendur á. Hon kann tí ikki standa einsamøll.

Verkamannarørslan hevur í hundrað ár ligið sum ein tjúkkur táttur rundanum hjartatáttin og vart hann.Verkamannarørslan hevur verið føroyska arbeiðaranum góð.

Men vit vita, at um fleiri tjúkkir tættir verða surraðir um hjartatáttin, ja, so gerst togið sterkari.

Tí spyrji eg, um tíðin nú ikki man vera búgvin til, at tað almenna, verkafeløgini og arbeiðsgevararnir - í felag - fara at finna loysnir, so hjartatátturin verður vardur av trimum sterkum kordelum, sum arbeiða sama.

Eitt slíkt trýpartasamstarv kundi bara verið ein fyrimunur, tá vit hyggja at avbjóðingunum í okkara samfelagi. Í felag kundu vit bast kynsójavnanum, fíggjarliga ójavnanum og funnið loysnir til stóra trupuleikan við, at vit gerast alsamt færri fólk á arbeiðsmarknaðinum.

Higartil hava samráðingarnar stórt sæð bara snúð seg um krónur og oyru, men eg eri sannførd um, at vit kundu lyft nógvum øðrum spurningum, um vit lyftu í felag.

Eg eri sannførd um, at vit í felag kundu arbeitt fyri einum samfelagi, har vit øll vinna, tá tað gongur væl. Har vit standa saman og hjálpa hvør øðrum, tá tað gongur verri. Har vit øll løgdu doyðin á at verja hjartatáttin - og skapa samhaldsfesti og javnað.

Hetta er hugsjónin, sum sást á Tvøroyri fyri hundrað árum síðum, og hetta skal vera mítt ynski á

100 ára degnum hjá arbeiðararørsluni.

Takk fyri.