Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

GÓÐTEKUR LØGMAÐUR SENSUR AV UNGUM FILMSLISTAFÓLKI?

2021-05-28 09:42

So hendi tað aftur, at landsstýrismaðurin í mentamálum kolldømdi eitt fakligt tilmæli um fíggjarligan stuðul til ungt filmslistafólk.

Hóast grundgevingarnar frá ráðgevingini hjá landsstýrismanninum fyri at lata stuðul eru, at talan er um verkætlan á fakliga høgum støði, so noktar landsstýrismaðurin stuðul av filmsjáttanini, sonevnda filmsgrunninum.

Føroysk filmsvinna og filmsframleiðsla hava ment seg sera nógv seinastu árini. Millum ungu talentini telist eisini Katrin Joensen-Næs, sum sambært tilmælinum átti at fáa 75 túsund krónur til filmin, sum viðgerð evnið sex – neyvan eitt heilt óviðkomandi evni fyri ung. Har sita væl skikkaði fólk og tilmæla. Fólk, sum eru skødd til at meta um, hvørt verkætlanin er dygdargóð og innihaldið borðbært. Men fótonglar verða lagdir fyri spírandi ungum listafólki, tí landsstýrismanninum ikki dámar tað, hesi ungu ætla at framleiða.

Hóast landsstýrismaðurin ikki brýtur lógina, so minnir hetta ikki sørt um sensur. Síðani 2014 hevur serstøk játtan til film verið undir Mentamálaráðnum, og stuðulstørvurin er fleirfalt tað, sum pengarnir strekkja til. Stuðul úr filmsgrunni ella frá almennari stuðulsskipan, har stuðul verður givin eftir fakliga ásettum treytum, er aloftast ein fyritreyt fyri at fáa fígging aðrastaðni frá. Tí er tað at nokta fyri stuðuli eisini eitt slag, sum kann fáa størri avleiðing enn null krónu av játtanini, sum Jenis av Rana umsitur - vegna Løgtingið, og harvið vegna føroya fólk.

Fari tí at seta løgmanni ein §52 fyrispurning um, hvør hann er nøgdur við háttin, sum landsstýrismaðurin í mentamálum umsitur játtanina til filmsframleiðslu.

Fari at spyrja, um løgmaður sær nakrar óhepnar fylgjur av, at filmslistafólk fáa noktað stuðul, hóast tey fakliga verða mett at vera evnarík og gera filmsarbeiði á høgum støði. Og um hann heldur tað vera rætt, at eitt landsstýrisfólk soleiðis kann detailstýra hvør, ið fær stuðul, og at til dømis seksuelt innihald ella banniorð eru haldgóðar grundgevingar fyri at nokta ungum filmsspírum stuðul úr filmsgrunninum.

Tað kann heilt einfalt ikki vera rætt, og er eftir míni fatan ein álvarsom skerjing av listaliga frælsinum hjá ungum listafólki.

Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna