Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Góði limur í Starvsmannafelagnum

2020-02-07 18:11

Nú val av formanni aftur stendur fyri framman á aðalfundinum 7. mars, fari eg at biðja um tykkara stuðul.

Eftir fýra góð ár í formanssessinum havi eg onga løtu ivast í, at eg skuldi bjóða meg fram aftur at standa á odda fyri sterkasta fakfelagið í Føroyum. Hesi árini hava verið sera spennandi og lærurík.

Tað er eitt krevjandi starv at vera formaður í einum stórum fakfelag sum Starvsmannafelagnum. Royndirnar havi eg, og eg haldi meg eisini hava ta vitan og treiskni, árræði og mót, nærlagni og eldhuga, ið krevst.

Starvsmannafelagið hevur seinastu árini prógvað sítt virði og sína styrki í samfelagnum. Seinasta dømið er semingin, sum var her fyri í sambandi við sáttmálasamráðingarnar ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. At útvarpið ruddar skránna og sendir beinleiðis frá løtuni, tá ið Starvsmannafelagið skal svara Semingsstovninum, vísir týðuliga hvønn týdning og styrki, almenningurin heldur felagið hava á føroyska arbeiðsmarknaðinum og í føroyska samfelagnum sum heild.

Eg eigi als ikki einsamallur æruna av hesum, tí aftanfyri meg havi eg havt eina dugnaliga nevnd og eina ógvuliga professionella umsiting, sum hava stuðlað mær væl á tí leiðini, eg fyri fýra árum síðani setti mær fyri at ganga sum formaður.

Ynskir tú, kæri limur, at Starvsmannafelagið framhaldandi skal verða í oddinum, sjónligt, álítandi og sterkt, so eri eg til reiðar at taka eitt tørn afturat fyri allar limir felagsins – til reiðar at verja vunnin rættindi og skapa nýggjar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum og, ikki minni, at fremja málini, sum limirnir sjálvir vilja, at felagið skal stinga út í kortið.

Einki kemur av sær sjálvum, og einki er avgjørt frammanundan. Tí er tað eisini púra vist, at skal eg verða valdur aftur at standa á odda fyri Starvsmannafelagnum næstu fýra árini, so krevur tað, at eg fái allan tann stuðul, eg kann fáa.

Eg haldi, at vit eiga at halda kósina, sum er sett, og seta okkum sum mál at fáa framt kjarnumálini hjá felagnum og styrkja felagið uppaftur meira við fleiri sáttmálaøkjum og fleiri limum.

Við tykkara stuðli og hjálp eri eg sannførdur um, at hetta fer at eydnast.

16. februar fer talgilda atkvøðugreiðslan í gongd, brúka tín rætt og stuðla mær í at halda fram við at framtíðartryggja Starvsmannafelagið.

Vinarliga

Súni Selfoss
formansvalevni