Góði Helgi, tað eitur raðfesting

“Valdið og virðini skuldu út til fólkið.” Hetta var aðalmálið hjá Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkinum, tá samgonga varð skipað í septembur 2015. Og hetta hevur samgongan í stóran mun víst í verki fram til dagin í dag. Tað ørkymlar sambandsmannin Helga Abrahamsen, sum í lesarabrævi roynir at tekna eina ræðumynd av framtíðar búskapinum, nú lág- og miðallønt endliga hava fingið sín part av kakuni. Góði Helgi – hetta eitur raðfesting. Hetta eitur javning og hetta eitur, at tey ríkastu bera tyngstu byrðarnar.

Lat okkum greiða frá inntøkusíðuni, sum tú spyrt eftir. Tú hevur púra rætt í, at øktu inntøkurnar partvíst koma frá góðu gongdini í búskapinum og partvíst frá avgjøldum sum til dømis umhvørvisgjøldum.

Seinastu árini hevur tað gingið væl, og hesi framgongdini eiga allir føroyingar sín lut í. Vit hava undir verandi samgongu havt metstóran búskaparvøkstur, metstóran fólkavøkstur og metstóra arbeiðsstyrki. Ein orsøk er okkara framúr dugnaliga vinnulív og alt okkara skapandi og arbeiðandi fólk. Onnur orsøk er, at vit hava betrað um livikorini, økt um útbúgvingartilboðini og skapt eitt samfelag, sum virðir øll – eisini minnilutar. Hetta er allarhelst eisini ein av orsøkunum til, at vit í dag kunnu fegnast um, at nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa stóran fólkavøkstur og serliga í yngru ættarliðunum.

Skattur og avgjøld eru eisini ein partur av inntøkusíðuni. Tað var tað eisini, tá ið undanfarna samgonga sat við valdið. Men sitandi samgonga hevur valt at raðfesta inntøkurnar øðrvísi enn undanfarna. Tit valdu til dømis at ríka tey ríkastu við flatskattinum, og vit hava til dømis givið skattalætta til lág- og miðallønt.

Tilfeingisvinnurnar rinda nú eitt rímuligt gjald fyri atgongdina til ognirnar hjá okkum øllum, og umhvørvisgjald er lagt á dálkandi virksemi til tess at verja umhvørvið. Hetta eru vit fegin um. Við menningarkvotum og uppboðsølu hava vit nú fingið eitt rættvísari virðisbýti og eina meira javnbjóðis atgongd til fiskivinnuna. Og við at vit øll rinda meira í Samhaldsfasta, hava vit møguleika at geva pensjónistunum meira at liva fyri hvønn mánað. Hetta eru vit eisini fegin um.

Tú hevur eisini rætt í, at tað er nógv ferð á búskapinum. Tí hava vit ført fíggjarpolitikk við ansni og skilvísum íløgum, sum hava flutt okkara samfelag framá, samstundis sum vit hava lagt nógv til síðis til framtíðina.

Politikkur snýr seg um raðfestingar, og tað vit vísa á í sjónbandinum, sum tú sipar til, eru nakrar av raðfestingunum, sum sitandi samgonga hevur valt at raðfesta – barnafamiljurnar og tey ungu, sum í framtíðini skulu lyfta okkara samfelag, og tey eldru, sum frammanundan hava lyft, og nú hava uppiborið ein góðan og virðiligan aldurdóm.

 

Sjónbandið er at finna her. 

 

Javnaðarflokkurin