Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Góði Árni Dahl, víst ger TK avtalu við Fjølrit


Góði Árni, takk fyri tín áhuga í stuðlinum sum Tórshavnar kommuna letur til mentan og ítrótt. Helst munnu vit duga ov illa at miðla okkara arbeiði á hesum øki, tí her er nógv misskilt og eg gleðist tí um høvið at greiða frá, hvussu tað hongur saman.

Smáar ítróttargreinar

Tú hevur hug at fýlast at, at kommunan veitir smærri ítróttargreinum sum klintring, skíðing o.ø. betri umstøður. Fyrst er at siga, at talan er um 1,5mió kr, sum í hesum føri røkka langt, tí í øllum hesum feløgum eru hugagóð og virkisfús fólk, ið leggja stórt arbeiði og pening í at fáa umstøðurnar fyri sín ítrótt at rigga. Síðani vita vit, at 100tals børn og vaksin eru sera spent um hesi tilboð og at hetta skapar gleði og trivnað og er við til at tryggja fólkavøkstur, sum vit øll ynskja fyri okkara land. At lív er við at koma aftur í gamla Bacalao bygningin er bert at fegnast um, tí nú hava allir hesir fermetrarnir staðið tómir í skjótt 8 ár og einki røkist fyri at siðbundið sjóvinnuvirksemi fer at fara fram í ovaru hæddunum aftur.

Fjølrit og upphavsrættindi

Síðan vil Árni vera við,  “Ongantíð hevur stuðulin til skapandi list verið so ússaligur sum hjá hesum býráðnum, .sum samstundis dag og dagliga stjelur tilfar frá høvundum og týðarum..”

Slík páhald kunnu ikki standa ósvarað.

Viðv. Upphavsvardum verkum so hevur kommunan longu sáttmála við Sprotan um netorðabøkur og við KODA hvat tónleiki viðvíkur. Tórshavnar kommuna fekk 27. juni sendandi fráboðan frá kommunufelagnum um standardsáttmála, ið felagið og Fjølrit vóru komin ásamt um, og sum býráðið nú hevur samtykt.  Býráðið samtykti eisini á býráðsfundi hóskvøldið at seta 600tús kr meir av á hesa kontu fyri 2019, tí tað er upphæddin, ið Tórshavnar kommuna skal rinda árliga til Fjølrit (200kr pr skúlabarn, og tey eru 3000 í tali). Og hetta gera vit gleðiliga, tí onki er so sjálvsagt sum at skrivandi fólk fáa løn fyri sítt arbeiði.

Stuðul til ítrótt, mentan og list

Tað kemur at kosta uml 756 mió kr at reka Tórshavnar kommunu í 2019. Av hesum fara o.u. 180 mió til børn og ung, 56 mió til mentan og frítíð og 42 til skúlaøkið.

Mentamálanevndin játtar árliga uml. 10,4 mió kr í stuðli til ymsar verkætlanir innan ítrótt, mentan og list (íroknað virðislønir,Tòrshavn-Reykjavík-Tórshavn stuðulsgrunnin, keyp av list og upphavsrættargjøld). Av hesum fara 5,1 mió, til at stuðla listini, - m.a til sjónleik, bøkur, tónleik, mynd- og filmslist. Vit tóku fyrr í ár stig til at bjóða út hugskotskapping til tess at menna eitt telduspæl á føroyskum til tey minstu børnini – eitt sera týðandi stig á leiðini at styrkja málmenningina hjá teimum minstu. Í farnu viku undirritaðu vit avtalu við Sp/f Gaman, ið fekk 100tús kr fyri at vinna kappingina og áðrenn jól eru fyrstu teldutøku spølini á føroyskum komin út á marknaðin.

 

Vit settu gongd á at byggja nýggjan Musikkskúla so skjótt vit høvdu tikið við, eins og miðvíst hevur verið arbeitt við at seta Tórshavnar Býarsavn á stovn, og leiðari fyri býarsavnið er júst settur og farin til verka.

Harumframt hava vit gjørt auluna í Finsen lidna og hækkað játtanina til rakstur, soleiðis at enn meir og regluligt virksemi kann fara fram har – kórvenjingar- og konsertir, listaframsýningar, fyrilestrar borgarafundir oma:

Býarbókasavnið hevur fingið tvær hæddir aftrat til tess at økja virksemið og vit fara í 2019 undir at umvæla og bøta um sjálvan bygningin.

Soleiðis kundi eg hildið áfram, men eitt er vist, at sitandi býráðssamgonga raðfestir mentan og list sera frammaliga.

Eldraøkið

So verður sagt, at tey eldri og teirra avvarðandi øtast av raðfestingunum hjá kommununum. Til tað er at siga, at hendan samgongan hevur lagt nógv fyri at loysa tørvin á bústøðum- og búplássum til eldri og óhjálpin og vit hava sett skjøtil á 3 ítøkiligar verkætlanir:

1. Í løtuni verður Tjarnargarður út- og umbygdur, so hann verður demensdepil og har verða 7 fleiri pláss til fólk við demensi.
2. Fara nú at bjóða út at byggja nýggjan depil til umlætting og samdøgursrehabilitering í Hoyvík - her verða uml 30 pláss. Vónandi er hesin liðugur síðst í 2019.
3. Arbeiða við byggiskrá til nýtt røktarheim til 64 búfólk við atknýttum 16 røktaríbúðum (hetta verður helst í vesturbýnum).

Harumframt verður heimatænastan støðugt styrkt og stórt tal av fólki fær heimahjálp umframt at kommunan bjóðar alskyns venjingartilboð til heimabúgvandi eldri.

Vónandi hava hesar reglur givið eina hilling á, hvussu vorðið er við raðfestingunum á skúla- mentanar- og listarøkinum.

Bestu kvøður

Gunvør Balle

forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar kommunu