Góðar bústaðir og sambýli til øll

Tað er og eigur at vera ein mannarættur, eisini í Føroyum, at øll, uttan mun til avbjóðingar, hava rætt til ein sámuligan bústað. Somuleiðis eiga tey starvsfólk, ið eru um okkara borgarar við serligum avbjóðingum at hava góðar arbeiðsumstøður. Bygningarnir mugu vera í góðum standi og til dømis ikki leka.

Viðlíkahald av almennum bygningum – ein býur í Kina

Síðan 2009 hevur játtanin til viðlíkahald av landsins bygningum ligið um 25 milliónir um árið. Hóast hetta er ein bati í mun til árini frammanundan, har nærum ongin játtan var, so er hetta ein dropið í havinum í mun til tørvin. Tørvurin er alsamt vaksandi, men samgongan hevur vent blinda eyga til og ikki økt játtanina í mun til tørvin.

Sambýli í ringum standi

Nakrir av teimum bygningum, har nærum onki viðlíkahald hevur verið í mong ár, eru sambýli til fólk við serligum avbjóðingum. Eg veit, at nøkur teirra stríðast við sopp og aðrastaðni lekur í eyri og seyri. Snøgt sagt er støðan so vánalig á fleiri sambýlum, at frægari er at javna tey við jørðina og byggja nýtt, heldur enn at royna at pjøssa uppá tey. Henda støða er orsøkin til, at hóast nýtt verður bygt bæði í Klaksvík og Runavík, so minkar bíðilistin nærum ikki.

Tørvurin á viðlíkahaldi ovurhonds stórur

Sambært frágreiðing frá Almannaverkinum er játtanin til viðlíkahaldið av 37 bygningum í 2015 bert 3.1 millión, hóast tørvurin sambært metingum hjá Landsverki er 22 milliónir. Brúk er fyri 8 milliónum í 2015 til viðlíkahald, so stovnarnir lúka lógarásett krøv. Hinar 14 milliónirnar eru til at nøkta akutta tørvin. Tá ið játtanin bert er góðar 3 milliónir og tørvurin 22, er eyðsæð, at tað er høpisleyst at raðfesta - og harvið trupult at fáa sum mest fyri pengarnar.

Øll hava bústaðarrætt

Tað er og eigur at vera ein mannarættur, eisini í Føroyum, at øll, uttan mun til avbjóðingar, hava rætt til ein sámuligan bústað. Somuleiðis eiga tey starvsfólk, ið eru um okkara borgarar við serligum avbjóðingum at hava góðar arbeiðsumstøður.

Tí má og skal ein komandi samgonga seta út í kortið, hvussu vit fáa loyst tørvin á viðlíkahaldi av almennum bygningum, so bæði borgarar og starvsfólk fáa virðilig kor. Eisini má ein ætlan gerast fyri nýbygging. Bíðilistin er langur, og peningur má setast av til at byggja fleiri sambýlir og bústaðir til fólk við serligum tørvi - og ikki minst má byggjast har, ið tørvurin er.