Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

G!NIALT OG FJØLBROYTT

2013-07-25 22:22

Summar er, og skúlarnir hava summarsteðg, útisetar venda nøsina ímóti klettunum, fólk hava hava frí frá arbeiði, og gevur hetta okkum stundir til at líva lívið fult út.

Eg var sjálvur so heppin, at eg hevði nakrar frídagar frá arbeiðinum, og avgjørdi eg tí at fara norð til Gøtu nakrar dagar á G! festival.

Úr stóra tjaldingarbýnum, sum var komin fyri at vera nakrar dagar og varaði av lívi og ungdómi, hoyrdist tónleikur, gangur og látur. Fólk sóust renna, leiðast og hugna sær í stórum stíli, ja her var veruliga lív lagað, og hetta var fantastiskt at síggja.

Tó er hendan sjónin tíverri einans ogn hjá summarinum, tí flest øll av hesum livandi og fjølbroyttu menniskjum fara líðandi avstað, sum summarið gerst gamalt, og byrjað verður at fara ímóti heysti.

Vantandi útbúgvingar-, bústaðar- og arbeiðsmøguleikar noyða tilfeingi okkara at fara hiðani, og mangan síggja vit tey einans okkurt summar, men ikki sum eitt heilárs ískoyti, Føroyar rúma tíverri ikki hesum livandi og ríka margfeldi.

Hugsa tær, um vit kundu? Vit kunnu, um vit veruliga vilja fara til verka fyri at skapa eitt livandi, ríkt og fjølbroytt land.

Tó má broyting í; vit skulu burtur frá køvandi, høgravenda og konservativa førda politikkinum hjá samgonguni til ein livandi, fjølbroyttan og ríkan politikk.

Vit koppaðu væl og virðiliga samgonguni á G!, og vóru vit mong um at gera hetta. Eingin fekk ilt av nakrari dós við vatni, men vit fingið eina greiða ábending um, at fólkið vil hava eina broyting í hetta samfelag.

Hjá okkum javnaðarungdómum og sosialdemokratum hevur tað altíð verið ein stoltleiki og skylda at arbeiða og geva okkara vælferðarískoyti til at ríka og verja hvønn annan. Men vit hava eisini rættin til at krevja okkara rætt, og tann rætturin er til eitt frælst, javnt og samhaldsfest samfelag.

Góða Ólavsøku!

John av Reyni, formaður

Sosialistisk Ung