Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

GMO chili-tomatsovs í ”frankenstein” alilaks

2019-01-12 21:08

Barbara Holm, tíðindakvinna á inn.fo, vil mæla okkum til at keypa nýggju GMO chili-tomatirnar, ið ætlandi skulu koma í handlarnar. Slíka vøru eiga vit avgjørt at ansa okkum fyri. Bæði vøruni viðvíkjandi, men sanniliga eisini at GE- mentar vørur (Genetical Engineering) innan gróður blanda seg við vanligan nátúrligan gróður. Tað kann hava við sær at nátúrligi gróðurin broytist til ein
vánaligari gróður og eisini meira móttakiligan fyri sjúku, soppa- og smákyknuágangi o.ø. GE- og GMO gróður er ikki vistfrøðiligur, men sum konventionellur gróður, ið verður viðgjørdur við pesticidum, ið hava álvarsamt neiligt árin á alt livandi, eisini mennisku, náttúru, veiting av ódálkaðum drekkivatni o.s.v., og er ikki nakað nýtt í tí.
Handlar okkara eru á tremur við pesticidfongdum vørum og innihalda umleið 85% av øllum ídnaðarframleiddum matvørum GMO ráevni...serstakliga frá soya, mais og raps. Og fleiri innfluttar GMO-fruktir eru eisini at fáa í handlunum m.a. papaya, ananas og bananir.
GMO soya verður nógv brúkt sum fóður til alilaksin, ið sum fyrsta GE-menta djór, kann keypast sum matvøra í Canada og USA. Fyritøkan Aqua Bounty hevur fingið góðkenning at selja teirra sonevnd "Frankenstein" alilaks, ið veksur 3 - 4 ferðir skjótari enn vanligi alilaksurin.....kanska Barbara vil mæla okkum til at fara undir Frankenstein-alilaksaframleiðslu, og so borðreiða ein "frumbita" í GMO chili-tomatsovs?
Við broyting av ílegum í gróður og livandi verur koma vit inn á etiskar spurningar og um slíkt skal verða loyvt - tí aveiðingar kunnu verða vandamiklar og at tað ikki vendist aftur, um ein álvarsamur skaði hendur.
GMO gróður er fyri stóran part bannað í Europa, meðan 90% av øllum gróðuri í USA er ílegu-broyttur. Og heilsustøðan hjá amerikumonnum er av somu orsøk eisini í botni.
GMO-mentur gróður verður patanteraður og er ogn hjá eigara av uppfinngini. Flestu patentir innan GMO-gróður eru ogn hjá fyritøkuni Monsanto, og skal fræ til soya, mais o.a. keypast á hvørjum ári frá hesi fritøku. Tað er ein góður handil fyri patenteigaran, men ikki fyri smábóndan, ið annars kann fáa frítt fræ á hvørjum ári frá sínum nátúrliga gríoðuri.
At mæla til GMO gróður er ikki sambærligt við ST-sáttmálan um burðarygga menning og um lívfrøðiligt margfeldni, og slettis ikki við tey 13 menningarmálini hjá ST, ið Føroyar siga seg taka undir við.

Kári Thomsen