GLS EINAFERÐ ENN - leiðsluráðstevna í Norðurlandahúsinum!

2019-01-10 04:52

Kristiliga Tíðindatænastan v/poul jóhan djurhuus - gjaranes@gmail.com - tlf: +298 228314

SKRIVAÐ: Malaga Spanien, pjd 02.09.2019

________________________________________________________________________________________

GLS EINAFERÐ ENN

- leiðsluráðstevna í Norðurlandahúsinum

Í Kristiligu Tíðindasendingini fyri tveimum vikum síðani høvdu vit eitt tíðindainnslag um GLS-leiðsluráðstevnuna í Norðurlandahúsinum, sum verður nú í januar. Av tí, at hetta verður seinasta tíðindasending áðrenn GLS, ynskja vit at koma við eini sokallaðari GLS-áminning. GLS stendur fyri Global Leadership Summit, sum merkir ALTJÓÐA LEIÐSLURÁÐSTEVNAN.

Nú eru tað ikki mangir dagar til GLS-leiðsluráðstevnan fer av bakkastokki fríggjadagin og leygardagin 18 – 19 januar. Pláss er fyri umleið 400 luttakarum, og til dags dato hava umleið 250 melda luttøku, sum enn er opin. Um ein ynskir at melda til, so kann tað gerast á GLS.fo ella á tlf: 289796. Kostnaðurin fyri báðar dagarnar eru 1.400,00 krónur, og tá er íroknað morgunmatur, døgurði, drekkasteðgir og arbeiðsmappa.

GLS-Stevnan í ár verður tann tólvta i røðini síðani 2008, tá fyrsta GLS-leiðsluráðstevnan varð hildin í Føroyum. Stevnan hevur altið verið væl vitjað av fólkum í øllum aldri um øll samkomumørk og eisini frá øllum løgum í samfelagnum, og Stig Elttør, sum er formaður í nevdini, sigur við Kristiligu Tíðindasendingina, at hann roknar við góðari luttøku aftur í ár.

BILL HYBELS IKKI VIÐ : Stig Elttør sigur, at tann stóra broytingin í ár verður, at stovnarin av altjóða GLS- tiltakinum, Bill Hybels, sum altið hevur verið tann, ið hevur sett stevnuna, og sum stevnuluttakararnir altið hava sæð fram til, er ikki longur ein partur av GLS-tiltakinum, og verður tí ikki at hoyra í Norðurlandahúsinum í ár. Kristiliga Tíðindasendingin hevur skilt, at formaðurin í føroysku GLS-nevndini, Stig Elttør, kemur at greiða luttakarunum frá viðurskiftunum í samband við Bill Hybels.

Aftur í ár verður luttøka við fleiri føroyskum tónleikarum og tónleikabólkum, so sum Petur Háberg, bólkurin VSJ og Maria á Lakjuni. Eisini verður felagssangur á skránni. Tað verða tey bæði, Heri Kjærbo og Margaret Dalheim Djurhuus, ið vera stevnuleiðarar.

Møguleiki verður at keypa bøkur, sum fyrilestrarhaldararnir hava skrivað, og fleiri av teimum eru bestseljandi rithøvundar á bókalistanum hjá New York Times.

Undanfarnu ár hava fyrilestrarnir altið verið til sølu á fløgu, sum hevur verið til keyps á stevnuni. Í ár verða fyrilestrarnir ikki á fløgu, men ístaðin verður møguleiki at ogna sær fyrilestrarnar á geyma.

SKRÁIN : Skráin fyri stevnuna liggur nú á heimasíðuni hjá GLS, og har sæst, at morgunmaturin er báðar dagarnar frá kl.08:00 til 09:00, og at Tóra við Keldu kemur at hava sín fyrilestur fríggjadagin kl.15:00, og at samrøðan við Hildu Viderø verður leygarmorgunin kl.09:00

Kl.16:00 leygardagin er tólvta GLS-leiðsluráðstevnan av á hesum sinni, og sum vanligt hevur verið, ber til longu tá at melda seg til GLS 2020.