Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Gloymi ikki ynskini hjá felaksskapum og fakfeløgum

2019-08-19 14:53

Hetta er ein áminning til loftbornu valsendingarnar uppundir Løgtingsvalið, um at taka upp hesi viðurskiftið ið felagsskapir hava borið fram. Hetta eru viðurskifti, ið veruliga kunnu gera mun fyri einstaka føroyingin. Tí er tað umráðandi, at hesir spurningar framhaldandi koma á breddan.

Saman við nógum øðrum feløgum og felagsskapum, hevur Pedgogfelagið eisini víst á nøkur viðurskifti, ið hava alstóran týdning fyri námsfrøðiliga fakið.

Her undir lista vit nakrar av teimum problematikkunum, ið vit hava víst á seinastu vikurnar.

Trot á arbeiðsorku
Allar hendur eru upptikinar og trot er á arbeiðsmeði um alt landið. Bara á sáttmálaøkinum, ið Pedagogfelagið umboðar, er tørvur á hundratals námsfrøðingum og hjálparfólkum. Hvussu loysa vit hendan trupulleikan?

Minimumsnormering.
Pedagogfelagið ynskir eina minimumsnormering. Minimumsnormering á dagstovnaøkinum merkir, at eitt minstamark av starvsfólkatímum til barnið, skal tryggja, at barnið fær sínar grundleggjandi tørvir nøktaðar. Eingin lóg er á hesum økinum í løtuni og gevur tað kommunum møguleika at raðfesta og spekulera í námsfrøðiligu dygdini á stovnunum.

Vælferðarlógin.
Føroya Pedagogfelag heldur tað hava avgjørdan týdning, fyri sosialpedagogiska økið, at Vælferðarlógin kemur í gildið, og lógarverkið, ið liggur til grund fyri, at virksemið verður dagført og greitt. Hetta hevur eisini alstóran týdning fyri tann einstaka borgaran, ið skal liva við tænastum frá tí almenna.

Hendan lógin hevur verið ávegis í fleiri ár. Nógv arbeiði og orka liggur í arbeiðinum. Flestu partar kunnu taka undir við tí í verandi líki.

Stytt arbeiðsvika.
Vit gleðast um, at flestu flokkarnir taka undir við at stytta arbeiðsvikuna. Pedagogfelagið hevur eitt uppskot klárt, ið er eftir sama leisti sum í 1978, tá arbeiðsvikan fór úr 42 tímum niður í 40 tímar. Fleiri sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum áseta longu eina fulla arbeiðsviku styttri enn 40 tímar.

Almenn lønartalva gerast.
Fleiri fakfeløg hava í fleiri umførum gjørt semju við arbeiðsgevaran um, at hetta arbeiðið skal gerast, og krevur tað, at politiskur vilji eisini er fyri at fáa hetta raðfest. Ein slík lønartalva eigur at gerast meira tíðarhóskandi og gera upp við kynsmunir á lønunum.

FØROYA PEDAGOGFELAG