Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Gloyma vit at hugsa?


Í arbeiðstilgongdum og arbeiðslívi yvirhøvur, kunnu vit tosa um trý viðurskifti. 

Um vitan, um lærdóm og útbúgving og um tað, at hugsa.

Eg lýsi økini við nøkrum dømum.

Eg søkti, fyri nøkrum árum síðan, starv á almennum arbeiðsplássi.
Umsóknarteldupostadressan hevði eitt evarska lítið o, sum fyrsta bókstav í eftirnavninum, aftaná fornavnið.
Eg hevði yvirsæð o-ið, og tí kom umsóknin ikki fram, men eg hevði onga fráboðan fingið um, at adressan var skeiv. Fekk seinni at vita, at skeiva adressan hevði verið í skipanini áður, og tí eingin fráboðan.
Feilurin var staðfestur áðrenn starvsfólkasamrøður og avgerð, og eg var biðin um at senda umsóknina umaftur.
Hóast tað, fekk eg noktandi svar uppá umsókn við tí grundgeving, at umsóknin ikki var móttikin til ásettu tíðina. 

Tænir reglan, í hesum undantaksføri, fólkinum, tænir reglan borgaranum, tænir reglan dygd av skattapengum ella verður arbeiðsplássið spennandi fyri tey sum hugsa?

Eitt annað hugsað dømi kundi verið, at eg var leiðari á onkrum stovni.
Eg velji at siga meg úr starvi – og kunni síðani starvsfelagarnar aftaná. Eftir teirra ynski og áheitan um at halda fram sum leiðari, taki eg umsóknina aftur dagin eftir, at eg havi sent hana.
Men ein umsókn kann ikki takast aftur!

Tænir reglan, í hesum føri, fólkinum, tænir reglan borgaranum, tænir reglan dygd av skattapengunum ella verður arbeiðsplássi spennandi fyri tey, sum hugsa?

Ikki misskjilja meg, vit hava brúk fyri stati og vit hava brúk fyri reglum, men vit hava eisini brúk fyri at hugsa og at hava avvik og tulkingar til reglu, við atliti til góðsku og umstøður.

Vit kundu nevnt fleiri dømi.

Og er hetta partvís orsøk til mín politiska lit og mítt arbeiði, at varpa ljós á reglur, tí stirvnar reglur ‘forpesta’ , ikki bara tey sum beinleiðis renna seg ímóti, men eisini øll onnur, sum í seinna enda kenna fylgjurnar av løgnum avgerðum, stirvnu reglunum at frama.

Hvør er til fyri hvønn? eiga vit at spyrja.

Er vitan og vinnuútbúgving í, ov stóran mun, tengd at lærutilgongdini, har ein fær at vita, hvat ein skal hugsa, og tí krevur arbeiðslív av sama slagi – har skipanir og reglur seta dagsskrá?

Og er tað ikki orsøkin til, at man nú er farin at koyra aðrar viðkomandi lærugreinir inn í vinnuútbúgvingar, júst tí man hevur ásannað, at sjálvshugsan og reflektión er ein týðandi partur, sum ikki hevur fingið nóg stóra rúmd í vinnuakademiska heiminum?
Jú, so er, og avgjørt viðurskifti, sum nógv meira skulu fram í ljósið, sum vit skulu geva okkum far um, og sum vit skulu betra.

Overdrivelse fremmer forståelsen, og ikki er rætt at skera yvir ein kamb, og koyra alla vinnuútbúgving í ein pott, men eg loyvi mær at vísa á vandan, við royndum og upplivingum í viðføri.

Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn.