Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Glíðibreytin

2019-08-13 16:06

Mítt ynski er at arbeiða fyri einum frælsum fólki, hetta ynski er litað av míni hugsjón, sum er ávirkað av hvussu eg síggi eitt menniskja. Mín fatan er at menniskju hava rætt og frælsi til at skipa sítt persónliga lív. Eg síggi tað ikki sum mína ábyrgd, at hava fólk inni á eini ávísari breyt, sum verður definerað av mær. Ein og hvør hevur frælsi at velja, og egna ábyrgd fyri sínum val um.

Sum samfelag kunna vit hava lógir og reglar fyri hvussu vit vilja skipa samfelagið, og samfelagið skal umboða allar persónar, sum liva og virka í tí. Mín háttur at liva uppá er rættur fyri meg, men nýtist ikki at vera rættur fyri onkran annan. Um onnur ynskja at liva annarleiðis enn eg, so er tað teirra rættur at velja tað, og ikki mín uppgáva, at fáa tey inn á eina ávísa breyt, soleiðis at tey gera tað, sum eg haldi vera rætt, tí eg havi virðing fyri fjølbroytni, og rættinum hjá tí einstaka til eitt frælst lív.

Um man ynskir at umboða tað kristnu trúnna í politikki, so hevur tað týdning ikki at gloyma næsta kærleikan, tað er ikki neyðugt seta fokus á ein útsettan bólk, fyri at vinna eitt val, lati fólk fáa frið.

Birita Arge