Eg eri 54 ára gomul, búsitandi í Hoyvík og starvist sum deildarleiðari á SEV.
Áður havi eg starvast innan bankayrkið í 25 ár.
Eg havi nomið mær fíggjar-akademiska útbúgving umframt Diplom í leiðslu.
Eisini havi eg royndir innan fakfelagsarbeiði.
Í frítíðini dámar mær at lesa og ganga túrar.

Gjøgnumskygni má fáast á pensjónsøkinum

2019-08-18 21:11

 Eg las viðmerkingina hjá einum veljara á einum av sosialu miðlunum, um ynskið at fáa eina eins góða pensjónsskipan sum hana, ið løgtingslimir hava.

At hugsa sær, at eg sum partur av sáttmálasamráðingum fyri fáum árum síðani, var við til at hækka inngjaldið til eftirløn sum part av semjuni. Í dag gott áratíggju seinni hevði eg ikki droymt um at gjørt tað uppaftur.

Pensjónsøkið er, eftir fleiri og títtar reformar seinnu árini, broytt so nógv og gjørt so nógv fløktari, at tað er ikki hugsingur hjá flestu løntakarum at hava fult innlit í hvat er galdandi í dag, og enn minni hvat fer at verða gald­andi, tá pensjónsaldurin er rokkin. Mest sannlíkt verður pensjónsaldurin helst upphevjaður innan langa tíð og onkur heilt onnur loysn funnin á hesum, ið mett og tosað verður um sum ein stóran trupulleika.

Eg varð forfard, tá eg hoyrdi um løntakara, ið júst hevði rokkið pensjónsaldur og vendi sær til fakfelagið at fáa útgoldið ta upphæddina, ið varð spard upp sum eingangsútgjald, tí fakfelagið umsat peningin. Viðkomandi fekk boðini, at ov nógv varð spart upp sum eingangsútgjald og tískil kundi onki útgjaldast í einum. Men hann hevði onki fingið at vita um nakað loft á samansparingini og spyr um ikki mest loyvda upphæddin so kann útgjaldast. „Nei“ var svarið, tí pensjón var ikki ætlað til at brúka uppá sovorðið sum nýggj vindeygu, bil ella annað tílíkt. Tískil mátti øll uppsparingin útgjaldast í smærri gjøldum yvir eitt longri tíðarskeið.

Álvaratos, eru tað nú fakfeløgini, ið avgera hvussu peningur, ið limir teirra sjálvir hava spart saman, skal brúkast? Verða tað kanska feløgini, ið hava umsitingarrættin av pensjónsuppsparingum, ið framyvir eisini fáa brúksrættin?

Eg haldi, at spurningurin er relevantur at seta og eisini krevur svar frá avvarðandi myndugleikum.

Pensjónsøkið er vorðið eitt lukrativt øki. Tí krevst størri gjøgnumskygni og at skipanin verður gjørd einfaldari. Sum er nú hevur hvør einstakur, sum hevur spart upp ígjøgnum eitt áramál, fleiri pensjónskontur, tí onkrar reglur galda fyri upphædd sparda saman í einum tíðarskeiði, meðan aðrar reglur galda fyri upphædd sparda saman í øðrum tíðarskeiði.

Tað, at pensjón í dag verður skattað við inngjald, økir eisini um vandan fyri dupultskatting, tí her eru stórar upphæddir at fara eftir, ið við einum pennastroki lættliga kunnu skifta eigara eftir sum teimum ráðandi lystir.

Í dag er lógarkrav, at minst 45% av uppsparingini til pensjón verður inngoldin á lívrentu, sum gevur eitt lívlangt, mánaðarligt útgjald, so leingi pensjónisturin er á lívi. Her hoppar ketan av, tí tað er í fínasta lagi, at løntakarar sjálvir spara upp til pensjónina. Hinvegin er tað ikki í lagi, at sjálvavgerðarrættur ikki fylgir við, sum annars var upprunin til persónligu eftirlønaruppsparingarnar.

Pensjónsøkið hevur mín stóra áhuga og eg vil virka fyri, at fáa einfaldni og gjøgnumskygni á økinum, og fáa staðfest, at ognar- og brúksrættin hevur løntakarin, ikki umsitarin. Tískil eru tað ikki bert myndugleikar og umsitarar, ið einsamallir skulu skipa økið framyvir. Løntakarin eigur og skal hava størri ávirkan, tí hetta er peningur, ið er vunnin og longu skattaður.