Fá samband við meg:
Bústaður: Maritugøta 30
Bygd: 188 Hoyvík
T-postur: kwp@globi.fo
Fartelefon: 59 60 62
Leinki á Facebook: www.facebook.com/kristianna.w.poulsen
Leinki á heimasíðu: www.j.fo/Kristianna

GEYTIN, FILMUR OG TÓRSHAVNAR KOMMUNA

2021-02-28 10:15

Geytin varð latin í gjárkvøldið. Vanliga er hetta eitt satt veitslukvøld, har Norðurlandahúsið fær høvi at vísa seg frá síni bestu síðu, við reyðari langmottu til fleiri hundrað stásklæddar, spentar gestir. Boblur eru í gløsum við longum leggi, og blits frá myndatólum saman við sjóðanini frá teimum mongu fólkunum fortelja okkum, at her er okkurt heilt serligt í væntu. Tí Geytakvøldið er okkara Oscar-handan.

Hóast rómurin til Geytan í ár var munandi meira avmarkaður enn vanligt, vóru als eingi tekin um, at korona-kreppan hevði sett síni spor í sjálvar filmirnar. Sum perlur á snóri rullaðu heilir níggju nýggir filmir á løriftinum. Føroyskt framleiddir film i r við føroyskum spælarum. Nakað sum vit ikki høvdu droymt um kundi bera til fyri einum áratíggju síðani.

Tað var unga hoyvíkskvinnan Barbara Lervig við hjartanemandi filminum Handanland, sum gjørdist stóri vinnarin í ár, tí hon vann bæði áskoðaravirðislønina og sjálvan Geytan. Hjartaliga tillukku ynski eg Barbaru og framleiðara hennara, Ingun í Skrivarastovu, umframt øllum hópinum, sum stendur aftanfyri eina slíka framleiðslu.

Sum limur í Mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð hevði eg tann stóra heiður at handa áskoðaravirðislønina á 25 túsund krónur, sum Tórshavnar kommuna letur til Geytan. Hetta var ein hugalig uppgáva fyri eina ordans filmsfjeppu.

Ein góður filmur kennir ikki til landamørk, og hann kennir ikki til málslig mørk. Tann góða og autentiska søgan á løriftinum ella á skíggjanum talar til okkum øll sum menniskju og fær okkum til at tára ella at smílast, at øsa okkum upp í skúm ella at flenna í kíki. Ella kanska bara at vera í huglagnum í forteljingini og ásanna , at vit menniskju í roynd og veru eru rættiliga eins. Sama ger, um málið er japanskt, amerikanskt, franskt, ella føroyskt. Men upplivingin er eyka stór og rørandi , tá ið søgurnar verða fortaldar á okkara móðurmáli .

Eg gloymi ongantíð, tá eg til Berlinaluna fyri tveimum ári síðani sat í fullsettum sali og sá føroyskar filmir saman við áskoðarum úr øllum heiminum. Látur og lógvabrestir rungaðu, og hendan felags upplivingin av føroyskum filmskynstri í sjálvum Berlin vísti, hvussu nógv er hent við føroyskari filmsgerð seinastu árini. Hetta átti ikki at verið gjørligt, tá vit hugsa um, hvussu nógva orku, hvussu nógv arbeiði og hvussu nógva fígging tað krevur at koma fram til, at vit kunnu sita væl í bleytum stólum og njóta eina góða filmsuppliving.

Í Tórshavnar kommunu skulu vit syrgja fyri at skapa karmar fyri føroysk ari filmsgerð . Klippfisk hevur víst vegin, og Filmshúsið er nú eisini við í arbeiðinum at vegleiða og stuðla t eimum, sum av kærleika til yrkið stríðast og strevast við at fortelja okkum ta góðu og autentisku søguna. Tað sær so lætt út, men vegurin fram til úrslitið er alt annað enn breiður og væl asfalteraður. Eisini á hesum økinum skulu vit í høvuðsstaðnum vísa, at vit eru ein kommuna, sum vil tær skapandi vinnurnar.

Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur