Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Gevið privatu vinnuni javnbjóðis treytir at byggja bústaðir

Bústaðartrotið er størsta politiska uppgávan, vit standa yvirfyri í løtuni. Ongantíð hava so nógvir føroyingar búð í Føroyum og ongantíð hava so nógvir føroyingar mangla ein bústað. Vit politikarar eru greið yvir, at tað er fólkið í Føroyum, ið skapar búskaparvøkstur, og tá vit ikki megna at lyfta uppgávuna at geva hesum ein bústað er vandi fyri at hesi flyta av landinum aftur. Hetta vil skunda undir eina búskaparliga afturgongd. Tí hava vit politikarar onki val. Bústaðarviðurskiftini mugu og skulu standa fremst á politisku dagskránni. Her mugu land, kommunur, privat feløg eins og almenn verða við til at lyfta í felag.

Nýhugsan á bústaðarøkinum

Gera vit tað sama, fáa vit tað sama. Tá tað kemur til bústaðarviðurskiftini verða vit noydd til at leggja á annan bógv. Vit í Tórshavnar býrað hava í longri tíð samráðst við umboð fyri vinnuna, ráðgevaravinnuna, fíggingarstovnar og pensjónsgrunnar til tess at finna ein leist ella eitt slag av einum privatum alternativi ti almenna felagið, Bústaðir, til at byggja bústaðir. Endamálið við hesum arbeiði hevur verið at fáa pensjónspengar at virka í Føroyum og saman við vinnuni byggja land í Føroyum. Herfyri bleiv fyrsta samtakið, Heimbýlið, stovnað, ið er eitt samstarv millum vinnuna, ráðgevaravinnuna og Betri Pensjón.

Endamálið við nýstovnaða felagnum er at byggja bústaðir. Hetta er eitt frambrot, ið øll áttu at heilsað vælkomið, men kappingartreytirnar hjá hesum felag og øðrum, ið hava líknandi ætlanir, eru ójavnar um samanborið verður við eitt nú almenna felagið, Bústaðir.

Tað er í høvuðsheitum talan um dýra lendið; at vinnan má keypa lendið til heilt annan prís enn eitt nú Bústaðir. Tað er lítið at ivast í, at skulu vit byggja bústaðir til ein rímuligan prís so má dýrkandi eindarprísir sum t.d lendið minkað. Kommunurnar eru undirlagdar kunngerðini um alment útboð, tvs. at kommunan altíð skal taka av tí hægsta prísinum fyri lendið. Hetta er við til at hækka prísin og hækkar harvið prísin á búeindini. Tískil hava vit í Tórshavnar kommunu heitt á landsins myndugleikar um at geva okkum møguleika at langtíðar leiga lendi til bústaðir. Hetta vil minka um váðan samtundis sum hetta eisini vil minka um kostnaðin av sjálvari búeindini.

Bústaðir hevur seinastu árini verið politiska amboðið til tess at lyfta eina ovurstóra uppgávu á bústaðarmarkanðinum. Bústaðir hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at byggja bústaðir, men vit eru komin at teimum mørkum, at Bústaðir einsamalt ikki megnar at lyfta uppgávuna. Tí mugu landsins myndugleikar javnseta privatu vinnuna og almenna tá talan er um at byggja alment gagnligar leigubústaðir.

Kommunan viðspælari

Sambært eldralógini kann kommunan byggja eldaíbúðir. Ì teimum verkætlanunum, ið nú verða bodnar út kemur Tórshavnar kommunan at vera ein virkin viðspælari og við at taka av nøkrum íbúðum til eldri borgarar yvir 67 ár. Hetta styrkir bæði um samlaðu verkætlanina samstundis sum tað er ein liður í okkara eldrapolitikki, at okkara eldru borgarar kunnu fáa ein minni bústað á teirra ellisárum, og at hetta eisini frígevur talið av sethúsinum.

Í løtuni verður síðsta hond løgd á tvær stórar verkætlanir um leigubústaðir, ið verða bodnar í út í næstum. Talan verður samlað um einar 120-130 leigubústaðir. Samstundis eru fleiri grundstykkjaútstykkingar í gongd í Tórshavnar kommunu m.a. 48 grundstykkir við Klingrutjørn á Argjum, 20 grundstykkir í Kollafirði og 15 útstykkingar í Nólsoy.

Úr landsstýrinum frætta vit, at bústaðarbyggingar mugu útsetast, tí hetta er við til at yvirupphita búskapin. Hetta er fullkomiliga misskilt. Fólkið í Føroyum skapar ta framgongd vit hava havt, og økta fólkatalið hevur givið øllum landinum eina risa stóra framgongd. Tí kann orðaljóðið úr landsstýrinum beinleiðis vera við til at tosa at eina búskaparligu kreppu í gongd. Latið okkum heldur standa saman, land og kommunur og gera alt tað, sum vit eru ment til tess at lyfta hesa jaligu uppgávu at geva okkara borgarum ein bústað.

Annika Olsen

Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu