Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Geriđ so væl Føroyar.

2020-12-09 22:55

Føroysku sokallađu myndugleikarnir eru bundnir av at fylgja donsku myndugleikunum í stórt sæđ øllum lívsins viđurskiftum, teimum loyvist ikki nakađ annađ.

Ì hesum video-innslagi undir greinini verđa ymisk ting avdúkađi. Her skulu nevnast nøkur dømi.

1). RT-PCR testin mátar ikki nakađ virus av teirri einføldu orsøk, at testin ikki er konstruerađ til endamáliđ. Testin kann t.d. ikki stilla eina diagnosu. Uppfinnarin av RT-PCR testini, Kary Banks Mullis, segđi sjálvir hetta um sítt egna uppfinnilsiđ og sum hann vann ein nobelheiđursprís fyri: "The measurement for it is not exact at all. RT-PCR is used to make a whole lot of something out of something. The RT-PCR test doesn,t tell you that you are sick, and it doesn,t tell you that the thing you ended up with really was going to hurt you or anything like that!" - Umsett til føroyskt: “Tađ, sum RT-PCR testin mátar, er als ikki nágreiniligt. RT-PCR testin verđur brúkt til at gera eina rúgvu av nøkrum burtur úr nøkrum. RT-PCR testin avdúkar ikki um tú ert sjúkur, og testin sigur heldur einki um, at úrslitiđ ein kemur fram til, verđuliga skađar teg ella nakađ líknandi.” Stutt sagt, so er RT-PCR gjørt (konstruerađ) til vísindarannsakingar (forskning) og als ikki til sjúkuavgerđing (diagnostering).

2). Testin hevur ikki eitt gylt aðalkrav, tvs., hon lýkur ikki tey vísindaligu krøvini sum ásetast skal fyri at kunna stađfesta, um testformurin er egnađur til endamálið.

3). Eingin klinisk diagnosa er stillađ vísindaliga fyri, at vit í veruleikanum hava viđ eina nýggja virus at gera, kallađ fyri Covid19, tvs., eingin nýggj virus er isolerađ og reinsađ.

4). Tađ er vorđiđ stađfest í landsins rættum, bæđi í Portugal og Týsklandi, at allar RT-PCR testir eru 97% falskar positiv testir, og restin 3%, eru 100% frísk fólk. Orsøkin er, at ”ct” virđiđ er sett ov høgt (viđ vilja fyri at snýta viđ hesum). Rætturin í t.d. Portugal stađfesti, at eitt ”ct” virđi uppá 35 vísir hasi følsku positiv uppá 97%, og Danmark írokna Føroyar og Grønland testa viđ einum ”ct” virđi uppá 38, og hetta merkir, at tá tosa vit um eina falskheit sum liggur omanfyri tey 97%. Hartil skal nevnast, at tey sum verđa testađi positiv, als ikki eru sjúk, men verđa fongslađi (isolerađi) kortini, nakađ sum er óhoyrt innan tann sanna ektađa læknavísindaliga heimin. Og testar ein viđ einum ”ct” virđi uppá 60+, so fær ein altíđ eitt positivt úrslit, sum tó kortini lýgur um standin. Og eitt aftrat, tey sum verđa testađi positiv, heldur ikki hava hesa sokallađu coronavirus í sær. Tvs., at RT-PCR testin hevur ein feil í sær og sum hevur tađ viđ sær, at hon sjálv framleiđir positivar testir, sjálvt um persónurin hvørki er sjúkur ella hevur virussina í sær. Testin er so óálítandi, at um tú koyrdi eitt stykki av einum røstum fiski í hana, so kundi tú fingiđ hana til at testa positiv, ella eitt appelsinskal, súltutoy ella fyri tann skuld eina meksikanska corona øl. Tú kann fáa alt til at testast positiv eftir ynski. Fupp og svindul kallast hetta eisini fyri og hartil lógloysi.

5). Grundarlagiđ fyri at fremja eitt lock down viđ eftirfylgjandi svøkum, sjúkligum tilmælum, vóru ongantíđ til stađar og eru tađ framvegis ikki. Altso, talan er um brotsverk ímóti sínum egna fólki, ímóti mannaættini, tí hetta hevur útviklađ seg til eitt globalt terrorvirksemi, framt og stuđlađ av landsins myndugleikum sjálvum saman viđ sokallađum kristnum høvdingum, men sum kortini koma inn undir katagoriina falskir profetar iđ tæna antikrist.

6). Hetta er ein neyvt tilrættisløgd plandemi (ikki pandemi), og RT-PCR testin er serstaki reiđskapurin til at gjøgnumføra hetta velduga stóra svikafulla, lógleysa heimsátakiđ, eitt antikristiligt evangelium, sum fær tey flestu at trúgva uppá eina lygn. Tad hevur sníkt seg ein sokalla følsk religión uppí hetta lygnarinnar svikaliga, lógleysa átakiđ, sum tíverri mong sokallađi kristin hava tikiđ til sín. Líka sum ein forleypari til at >tilbiđja dýriđ og mynd tess.<

7). Avgerđin um at fremja lockdown fyrr í ár viđ tess eftirfylgjandi tilmælum, skerjingum og avmarkingum v.m., eru grundađar á falsađi dokumentir. Somuleiđis eru fyritreytirnar fyri at kunna brúka RT-PCR testformin grundađar á lygn og svik sum hartil eisini kemur inn undir lógloysi (og alt hetta uttan vísindaligar dokumentatiónir), nakađ sum eisini gongur fram av hjáløgdu dokumentum undir videoinnlegginum.

Fyri øll tey sum stuđla hesum av hjarta, bíđar bert ein ræđuligur dómur. Finst nøkur røtt tíđ at umvenda seg frá sínum illverkum, so finst hon ikki betur enn júst nú, tí at ímorgin kann vera ov seint.

Skriva stendur: ”Hvør tann, ið ger synd, ger eisini lógbrot, og >synd er lógloysi.<” (1. Jóh. 3:4).

Skriva stendur eisini: Frá teirri stund húsbóndin hevur reist Seg og stongt dyrnar - um tit tá fara at standa uttanfyri og banka uppá og siga: "Harri! Lat okkum upp!" tá skal Hann svara tykkum: "Eg kenni tykkum ikki, hvaðani tit eru." Tá skulu tit fara at siga: "Vit ótu og drukku fyri eygum Tínum, og Tú lærdi á gøtum okkara!" Men Hann skal svara: "Eg sigi tykkum, at Eg kenni tykkum ikki, hvaðani tit eru; farið burt frá Mær, øll tit, sum gjørdu órætt!" Grundteksturin umsetir ”gjørdu órætt” sum >arbeiđsmenn órættvísisins<. ( Luk. 13 : 25-27). Altso, synd = lógloysi = órættvísi.

At trúgva á Jesus er at arbeiđa FYRI rættvísi og IKKI fyri órættvísi.

Covid19 er ein djevulsk lygn!

Símun A. Klein

Videoinnslag:  https://youtu.be/-TKrtXM2ceI