Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Gera vit kvinnur til menn?

2020-03-03 13:04

Ella hví talar kvinnustríðið ikki til mín?

Hóast áralong arbeiði innan javnstøðu – tykist ikki at ganga rætta vegin.

Sjálv haldi eg orsøkina vera, at vit gera kvinnur til menn, heldur enn at varðveita og stuðla undir tí kvinnuliga øðrvísihugsandi og kvinnuliga vísa.

Eins og eg haldi, at vit í starvshøpi leggja ov stóra vekt á útbúgving og fakleika, heldur enn persónlig viðurskifti, sum seta spurningar við verandi og flyta fram á vegnum.

Sjálv havi eg tær royndirnar, at stjórum dáma at práta við skilagóðar kvinnur. Gott hevði verið, um tey eisini loyvdu teimum ‘at spælt við’ tá strategiir, leiðslu- og starvsfólkaviðurskifti vóru til umrøðu, eins og givið teimum uppgávur á kvinnupræmissur.

Tí starvsfólkatilfeingi, um vit skulu hugsa kvinnuframgongd, er ikki tengt at útbúgving ella tí tíð kvinnan situr á arbeiðsplássinum, men at tí fornufti skilagóða kvinnan kann leggja afturat verandi arbeiðsmentan; tað verði seg bæði sum stjóri og leiðari í niðursettari tíð, um so skal verða.

Sum nú er tykjast kvinnurnar gera tað sama sum menninir og fara inn í eina útbúgvingar- og arbeiðsverð, sum er definerað og bygd upp av monnum.

Og ikki fyrr enn vit venda øllum á høvdið og spyrja hvørji ynski kvinnan hevur sum virkin samfelagsborgari, bæði vit atliti til persónligar avbjóðingar, arbeiði, familjulív, fíggjarviðurskifti, eisini saman við maka og samantvinning av øllum hesum –og menninir, ella stjórar sum heild, eisini síggja hesa tilgongd sum neyðuga og geva rúmd fyri endurskoðan, koma vit víðari!

Bergun Kass, býráðslimur