Gera nú nýggjar reglur fyri at ferðast í náttúruni

Lógargrundarlagið og siðvenjurnar, ið hava verið galdandi og eru í gildi, eru frá eini heilt aðrari tíð í einum samfelag við heilt øðrvísi avbjóðingum og krøvum. Hetta staðfestir Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til fyrispurning frá Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkin. Uppskot um at útvega landsstýrismanninum heimildir at gera nýggjar reglur á økinum, verður lagt fyri tingið í heyst.

Í juni mánaði setti Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, ein fyrispurning til Høgna Hoydal, landsstýrismann við fiskimálum, um reglur fyri at ferðast í føroysku náttúruni. Í fyrispurninginum vísti Kristianna Winther Poulsen millum annað á, at einstakir aktørar í fleiri økjum í landinum eru farnir undir at krevja pening inn frá fólki fyri at ganga í náttúruni, og at hetta elvir til mikla ørkymlan millum bæði ferðafólk og føroyingar, sum vanliga ganga í náttúruni. Í svarinum til fyrispurningin staðfestir landsstýrismaðurin somuleiðis, at tað er eitt vaksandi tal av dømum um, at ymsar skipanir og treytir stinga seg upp í ymsum høgum og pørtum av landinum, nú ferðafólkatalið økist.

Landsstýrismaðurin sigur eisini, at Fiskimálaráðið, Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið og avvarðandi landsstýrisfólkini í longri tíð hava samstarvað um at skipa og samskipa økið, tá ið talan er um náttúruvernd og umhvørvi, landbúnað, rættin hjá borgarum at ferðast í egnum landi og í mun til ferðavinnu og útlendsk ferðafólk. Hetta samstarv fevnir um eina neyva viðgerð av galdandi lóggávu, siðvenju og av heimildum, og tørvur er á nýggjum lógargrundarlagi og heimildum at skipa viðurskiftini. Sambært svarinum frá landsstýrismanninum verður ítøkiligt uppskot um at útvega landsstýrinum greiðari heimildir at gera reglur og skipa økið lagt fyri tingið í heyst. 

Eg eri sera fegin um, at ráðini samstarva um at skipa hetta økið, tí tað er átrokandi, at vit finna eina felags loysn skjótast gjørligt. Og vónandi ber til at finna eina loysn, sum er góð fyri bæði umhvørvið, ferðavinnuna, landbúnaðin og okkum føroyingar, sum ferðast í føroysku náttúruni, sigur Kristianna Winther Poulsen, sum í fleiri umførum hevur víst á, at tað eigur at vera hvørmansrættur hjá føroyingum at ferðast í føroysku náttúruni.

 

Fyrispurningur og svar kunnu lesast her: http://logting.fo/casewrittenquestion/listDoc.gebs?caseWrittenQuestion.id=806&menuChanged=55