Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ger Lív ótryggar íløgur?

2013-08-19 22:19

Í samrøðu við miðlarnar segði Rune B Róin, at Skálafjarðartunnilin var ein sera vágafull íløga. Lív er sum kunnugt partur av hesi verkætlan við uml 20% av íløgunii, sum uppá meir enn eina milliard.

Eg víl tí spyrja leiðsluna í Lív um, hvussu tað ber til at Lív kann gambla soleiðis við pensjónspengunum hjá sínum kundum. Eg kenni meg als ikki tryggan við støðuna tá høvðusíleggjarin í hesi verkætlan alment sigur at her er talan um stóran vága. Landstýrismaðurin í Innlendismálum hevur eisini roynt, at rættvísgjørt treytirnar í loyvissáttmálanum við, at her er talan um stóran vága fyri íleggjaran.

Seinasta ári hevur verið roynt at selja Lìv til eitt samtak av fakfeløgum. Tað fer neyvan, at lætta um hesa tilgond, um Lív hevur bundið hópin av peningi í eina ótrygga íløgu. Fyri 2 árum síðan mátti stórur partur av kundunum frásiga sær rentugarantiin, fyri at forða fyri at Lív fór á húsagang. Hvussu ber tað til at Lív so stutt eftir hetta kann kasta seg útí eina sera ótrygga íløgu við minst 200 milliónum.

Eg vænti at leiðslan í Lív gevur kundum sínum svar uppá hesar spurningar.

Vegna

Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Eyðstein Djurhuus, formaður