Bíligar lestrar íbúður!
Hækka botnfrádráttin!
Barnakekk til barnafamiljurnar!

Ger kommunuskúlan til lestraríbúðir

Tórshavn skal taka ábyrgd!

Tórshavnar kommuna hevur, sum høvuðstaðar kommuna, eina stóra ábyrgd av at taka lut í menningini av umstøðunum hjá okkara ambitiøsa og virðismikla ungdómi.

Kommunuskúlin hevur neyðugu støddina og geografisku plaseringina til at vera karmur um tað lestrarumhvørvið, sum vit tørva fyri at mótvirka okkara stóra fráflytingar trupulleika. Tí eiga vit sum kommuna at skapa neyðugu karmarnar fyri lesandi, og harvið góðar fyritreytir fyri landstýrið at menna útbúgvingar møguleikarnar.

 

Miðbýurin
Í áravís hevur hjarta í høvuðsstaðnum avmyndað tómar gongugøtur við tómum handlum og minkandi vinnuvirksemi sum heild.

Ein tilgongd av ambitiøsum ungdómum í miðbýnum kann hava eina multiplikator effekt við sær, ið kann menna bæði lestrarumstøðurnar og grundarlagið fyri vinnuligum virksemi, harvið grundarlag fyri fleiri arbeiðplássum. Alt í alt ein mennandi ætlan, ið kann betra um okkara støðu í kappingini um tann virðismikla ungdómin.

 

Við at taka ábyrgd standa vit okkum væl í kappingini um okkara ungdóm og harvið okkara framtíð!

Rói B. Poulsen
Kommunuvalevni fyri fólkaflokkin

 

Sí meira tilfar á facebook.com/RoiFolkaflokkurin