Bíligar lestrar íbúður!
Hækka botnfrádráttin!
Barnakekk til barnafamiljurnar!

Rói B. Poulsen
Kommunuvalevni fyri Fólkaflokkin

Ger kommunuskúlan til lestraríbúðir

2012-09-15 16:18

Tórshavn er í støðugari kapping við Keypmannahavn og aðrar stórbýir. Serliga er tað hugburðurin um “Súrligar nætur í Keypmannahavn” og tær altíð lokkandi íbúðirnar á Oyrasundi, sum eggjar ungdóminum at taka víðari útbúgving í danska høvuðsstaðnum.

Tórshavnar kommuna verður noydd at taka dystin upp, tí tað er eingin annar býur ella bygd í landinum, sum hevur møguleikan kappast við miðstaðin. Tískil skulu vit gera kommunuskúlan um til seksti lestaríbúðir, har lesandi á bæði miðnámi og undir víðari útbúgving kunnu leiga fyri lítið og lætt!

Kommunuskúlin

Við at gera kommunuskúlan um til lestraríbúðir fáa vit somuleiðis lív aftur í býin. Í áravís hevur hjarta í høvuðsstaðnum verið ímyndin av einum ferðsluproppi, har bilar og vøruvognar fresa aftur og fram, meðan gongugøturnar og handlarnir eru tómir. Um tað eydnast mær og mínum flokki at gera kommunuskúlanum um til lestraríbúðir, ímyndi tykkum so, hvussu miðbýurin sær út, tá ið seksti ella fleiri  lesandi búgva í hjartanum í miðbýnum. Ímyndi tykkum umhvørvið, ímyndi tykkum lívið, sum verður aftur at síggja á havnargøtum.

Hetta er alneyðugt, tí í løtuni leita lesandi sær aðrar leiðir, tí Tórshavnar kommuna er ikki kappingarfør við Keypmannahavn, men vit mugu taka dystin upp. Vit kunnu ikki liggja skerfløt og bíða til landið ger tað, tí so endar alt í Klaksvík!

Tískil skulu vit gera kommunuskúlan um til lestraríbúður, tí so geva vit lesandi eitt kraftigt signal um, at vit í Tórshavnar kommunu ætla í framtíðini at bjóða tykkum eins góðar og lokkandi lestraríbúðir og tær á Oyrasundikollegiunum.

 

Rói B. Poulsen
Kommunuvalevni fyri Fólkaflokkin