Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Geldur alilaksur og antibiotikamótstøðuføri

2014-12-30 22:17

Triploidur alilaksur - ella geldur fiskur framleiddur í Føroyum við kynsbótararbeiði? Hevur landsstýrið góðkent at slíkt kann fremjast, og veit Fiskaaling hvat tað kann hava við sær at fiskurin verður geldur - annað enn at hann ikki kann fáa avkom við villan laks? Sambart Jan Raa, heiðursdoktara við universitetið í Tromsø, Norges arktiske universitet (UiT), ið er professari emeritus i mikrobiologi, og m.a. eisini hevur sett á stovn Biotec Pharmacon, og annars er útnevndur kommandørur frá St.Olavs ordaninum fyri sítt arbeiði innan havlívfrøði, verður harðliga ávara móti at seta út geldan ella sterilan alilaks.
Eftir áheitan frá Cermaq hevur hann lagt síni sjónarmið fram alment, og leggur ikki fingrarnar ímillum. Í stuttum er framferðarhátturin við triploidisering av alilaksi, at rogn verða sett í trýstkamar innan tey verða brúkt. Úrslitið verður at fiskurin fær trí pør av kromosomum ístaðin fyri vanliga tvey pør, og kann fiskurin tí ikki reprodusera seg og er tí sterilur. Hetta hevur tó hjáárin, sum Raa sigur:

«Triploid fisk er langt mindre resistent mot sykdom, parasittangrep enn normal laks. Bruk av fisken i stort omfang vil nokså sikkert medføre økt produksjon av smittestoff i miljøet og bidra til økt forekomst og spredning av gener for antibiotikaresistens»

Raa metur tað er sera álvarsamt, at tað í sterilum alilaksi eru funnið nógv størri tal av bakterium við antibiotikamótstøðuføri enn í vanligum alilaksi. Og hetta óansæð at hesin laksur IKKI er viðgjørdur við antibiotika, ið júst er tað, ið fremur mótstøðuføri. Raa og aðrir av fremstu granskarum innan mikrobiologi kunnu ikki staðfesta hvussu ella hví antibiotikamótstøðuføri er íkomið, og uttan at nakað evni er brúkt til at basa einhvørja sjúku. Tó metur Raa at henda staðfesting er so álvarsom, at neyv gransking má setast í verk og játtan fáast til hetta arbeiðið.
Raa ávarar staðiliga um vandar við anibiotikamótstøðuføri, og tekur samanum, at talan er um alheims hóttan móti fólkaheilsuni:

«Spredning av gener for antibiotika-resistens skjer på tvers av arter og mellom akvatiske og terrestriele miljø, og regnes i dag som den alvorligste trussel mot samfunnets beredskap mot infeksjonssykdommer hos mennesker og dyr. Det vil være et uansvarlig steg å åpne for storstilt oppdrett av triploid laks. Dens gener vil kunne spres til andre økosystemer enn det marine, og vil kunne ende opp i mikrober som fremkaller sykdom hos mennesker»

Sum er í løtuni er lítil ítøkilig vitan, data og hagtøl innan mótstøðuførar verur í heimshøpi, tó at vit eru vorðin meira kunnug um henda vanda farnu 5 til 10 árini, sigur yvirlæknin Martin Steinbakk frá norska Folkehelseinstituttet, og nevnir m.a. at funnar eru sera mótstøðuførar bakteriur í hvallspýggju og rekjum, ið stava frá asiatiskum londum. Í Europa er vánaligt yvirlit yvir støðuna, men tað lítla vit hava av vitan, kann benda á, at støðan ikki er vorðin so álvarsom enn -

Her í landinum hava vit, soleiðis sum tað sær út, ikki nakara ekspertisu innan mikrobiologi ella havlívfrøði á tí støðinum sum t.d. finnist á hægri lærustovnum og granskingarstovum uttanlands. Men vit halda okkum vita so nógv betur enn onnur - tó at Fiskaaling bart út avdúkar, at tað ikki er so lætt at skilja lívfrøði, men vit vóna tað besta og herja á at framleiða so nógvan triploidan alilaks sum gjørligt.

Tað snýr seg um pengar til nakrar privar fyritøkur og partaeigarar - og ikki um fólkaheilsu.

Gott nýggjár - og vónandi fær eingin (enn) mótstøðuførar bakteriur av at eta eitt gott toskaflak, men alilaks skal tó staðilig ráðast frá at eta.