Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Foreldur míni vóru Bergfríða og Hans Thomsen. Eg havi gingið í Tórshavnar Kommunuskúla, verið samfelags-málsligur studentur í Hoydølum og havi nomið mær tónlistarliga útbúgving við Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn við diplomi í gittarspæli. Eg havi arbeitt sum tónleikalærari í Danmark og Føroyum, og í løtuni arbeiði eg sum teknikkari í Kringvarpinum og sum sjálvsstøðugur tónleikari. Eg livi saman við damuni Anniku og 11 ára gomlu Følv. Vit búgva í miðbýnum í Havn. 19 ára gamli sonur okkara, Hans Andrias, er farin niður til Århus at lesa HF.

Eg fokuseri á miðbýin, mentan, list, útbúgving, bústaðir og vinnulív.

Vónandi hugsar tú um meg í atkvøðuboksini tann 13. novembur. Alt tad besta! :-)

Gávan, sum varð koyrd í skrell

Síðani býráðið í 70'unum legði lunnar undir sølumiðstøðina SMS og ídnaðar,- og handilsøkið uppi á Hálsi, hvarv ein stórur partur av virkseminum úr miðbýnum.

Fleiri royndir hava verið gjørdar til tess at fáa lív í aftur miðbýin - men alt so gott sum til fánýtis. Fyrr í ár kom so, loksins, eitt gott boð um, hvussu vit skulu skipa miðbýin. Hetta var ein verkætlan, sum bar heitið "Havnin innan fyri Stóragarð". Sí www.havnin.com. Fyriskipari var Hans Mortensen, sum sjálvur var ein av stovnarunum av SMS og eisini stjóri í hesum tá, í føroyskum høpi, slóðbrótandi handilshúsi. Hans Mortensen hevur altíð verið vanur at hugsa stórt, og tað hevur hann so eisini gjørt í hesi verkætlanini.

Hans heitti hóskandi á fyrrverandi býararkitekt í Tórshavnar Kommunu, Gunnar Hoydal, um at savna nøkur dugnalig fólk at gera uppskot um, hvat gerast skuldi við miðbýin til tess at blása lív í hann aftur. Valið fall á yngru, framfýsnu arkitektarnar Mette Skjold og Ósbjørn Jacobsen. Saman komu tey fram til 8 lyklaøki, sum luppur skuldi setast á. Verkætlanin varð løgd fram fyri einum stúgvandi fullum Norðurlandahúsi, har eisini fleiri býráðspolitikkarar vóru til staðar.

Undirritaði var sjálvandi eisini til staðar, og við hesum var ein orsøk til at vera varliga bjartskygdur og kanska eisini vóna, at okkurt munagott endiliga fór at verða gjørt við miðbýin. - Men sum so ofta fyrr, tá ið talan er um at hugsa stórt í Føroyum, er skottið til gerning eyka høgt - kanska tí, at tað ikki kemur frá politikkarunum sjálvum. Fyrigev, um eg nú havi ligið sjóvarfallið av mær - men eg havi, síðani henda verkætlan varð løgd fram, ikki hoyrt ein tann einasta býráðspolitikkara av sær sjálvum nevnt hesa við einum orði - ikki so frægt sum formannin fyri byggi,- og býarskipanarnevndina. Har lætst ikki um vón, alt er púra forfallið. 
 
Hetta vísti seg at vera gávan til Havnina, sum fór í skrell.

Tað er fyri mær sum eitt tekin um, at politikkararnir hava mist sambandið við veljararnar, at teir sita á sínum trónum og profilera seg av sínum eintingum, alt eftir uppá giss, hvar flestar atkvøður eru at heinta. Visiónirnar fyri okkara bý sum ein kappingarføran høvuðsstað eru ringar at fáa eyga á. Tí liggur býurin reiddur sum harraguð veit, illa skipaður, misrøktur og ljótur. Havnin er ikki so deilig, sum hon kundi verið! Hetta er ein av høvuðsorsøkunum til, at eg eri farin í politikk, nevniliga at royna at fáa vent hesari dekadensuni - og tað hevur onki við partapolitikk at gera.

Tað er púra burturvið, at hendan verkætlanin ikki verður tikin meiri í álvara, tí hon er sera væl frágingin og full av visiónum um, hvussu vit eiga at útbyggja okkara kæra bý. Samstundis kundi hon eisini verið eitt hent amboð hjá býráðspolitikkarum at ført politikk út frá - tí hon gevur nevniliga eina góða yvirskipaða hóming av, hvat okkara býur er fyri ein stødd, og hvat og hvar dentur eigur at verða lagdur á.

Skuldi tað - við tykkara hjálp einans, sjálvandi - borið til hjá mær at komið inn um gátt í býráðið, ætli eg mær at taka støði í hesi verkætlanini hjá Hansi Mortensen og í verki arbeiða fyri, at Havnin innan fyri Stóragarð, okkara býarkjarna, verður býarparturin, sum er hjartað, ið pumpar blóðið út í alt landið. Tað hava bæði vit sjálv og okkara eftirkomarar uppiborið.

Tað einasta, tú skalt gera, kæra býarbarn, er at atkvøða fyri Leivi Thomsen, valevni fyri Tjóðveldi