Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Gastronomiski kalendarin Heima Í Havn 2019

2019-06-24 07:55

Matstovurnar Heima í Havn saman við KOKS eru Føroya Gastronomiska flaggskip! Seinastu árini hava Áarstova og Barbara havt temakvøld, sum hava yvirhøvur verið sera væleydnað og kveikjandi.

Matstovurnar hava fyri hetta árið lagt ein Gastromiskan Kalendara, har matskráðin hevur samband við árstíðina.

Um ein føroyingur verður spurdur, hvat honum dámar best, er svarið næstan altíð ræst kjøt! Um nakar verður spurdur um onkran rætt, sum merkir føroyska summarið er meira torført. Vit hava ongan mat ella matsið í dag sum sipar til føroyska summarið! Upplagt skuldi verið at feskt lambakjøt varð selt til Ólavssøkuna – tað var ikki ókent áður.

Tí verður kvøldið SUMMAR Í FØROYUM 23 August á Áarstovu sera áhugavert og kanska íblástur kemur til ein føroyskan signatur summarrætt. Tað verður nógv grønmeti av Sandi á skránni hetta kvøldið.

Líka spennandi verður kvøldið UPPISJÓVARKVØLD á Barbaru 20 September. Hóast vit veiða stórar nøgdir av uppisjóarfiski er lítið gjørt við at gagnnýta hesa Guds gávu í gastronomiskum høpi.

Í september er so eisini aftur Føroya Banki á skránni – Bankin Á Heysti er spennandi heitið, har dentur hesuferð verður lagdur á at nýta hýsu, høgguslokk, knurhana umframt toskin sjálvandi og hvat annað Magnus Heinason fer at fáa á Bankanum.

Umframt nevndu kvøld, er fleiri onnur spennandi tiltøk á skránni, vit siggjast Heima Í Havn!

Johan Mortensen



heima í Havn2019 (2).pdf