Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Gastro Hoydalar - Tilfeingis- og gastronomi depil í Hoydølum

2021-02-25 12:00

Sera nógv havnarfólk og fólk kring landið hava góðar kenslur fyri umhvørvinum í Hoydølum. Nógv hava gingið í Studentarskúlanum og hava minnir um ta tíðina, og óteljandi eru tey fólkini, sum spáka gjøgnum hetta yvirhøvur órørda øki har pollen analysur vísa, at fólk hava verið har fyri 2000 árum síðani. 

Hoydalar er DNA'ið hjá Tórshavn og ein partur av okkara samleika. Tað eru hópin av hugskotum um hvat kundi verið gjørt við hesa náttúruperlu - ein av vakrastu og veðurbestu grønu økinum í høvuðsstaðnum.

Ynskiligt er, at øll kunnu fáa gleði av økinum, og ikki, at tað bert verður brúkt til íbúðir og parkering fyri nøkur fá. Hoydalar er ein av perlunum í Føroyum og at fara at gera hana til eitt íbúðarøki er vandalisma og vil spilla Hoydalar og Boðanes.

Her er ein møguleiki hjá mynduleikunum veruliga at hugsa nýtt og at okkara nýggja progressiva Býráð, sum hevur ætlanir um at fríðka Havnina, lata Havnará upp aftur o.s.fr., loftar møguleikanum fyri kreativa nýhuxan. Uppgávurnar hjá kommuni eru eisini aðrar enn at gera íbúðir, barnagarðar og ellisheim.

Vinnulívið má ikki gloymast í Tórshavnar Kommunu. Upplivingarbúskapur, innovatión og vinnulív má fáa topprioritet. Eldsálir brenna skjótt út, fáa tær ikki karmar og stuðul at realisera ætlanirnar. Latum ikki gloyma at Føroyar hava ídag 2 Michelinstjørnur!

Føroyar liva av matútflutningi og eini vaksandi ferðavinnu. Um vit skulu vera við í heimselituniso mugu vit fylgja við. Nýhugsan, nýmenning, útbúgving, gransking og samstarv eru lyklaorð. Við tí framúr rávøruni vit hava, kunnu vit hava ein tilfeingisdepil í Hoydølum, ið mennir hesa vøru. Eitt Hoydalar Food-LabGróðurstøðin í Hoydølum vil eisini verða ein partur av slíkum kreativum miðdepli.

Okkara fiskivinna í gastronomiskum høpi er alt ov niðurprioterað. Hoydalar Foob-Lab kann gerast eitt umhvørvi har okkara sjótilfeingi, heimsins besta góðska, verður lyft upp á nýggjar hæddir við kokkum, tænarum, granskarum og innovatørum, sum kunnu menna nýggjar vørur og upplivingar.

Hugsanin er, at vit hava upplivingar, grønmeti, djór, handlar, matstovur, gransking, undirvísing alt á sama staðið í einum livandi umhvørvi, sum gagnar vanliga føroyinginum, høvuðsvinnuni og ferðavinnuni. Ein livandi miðdepil ið samstarvar og nýmennir.

Matstovuvinnan og ferðamannavinnan verða aftur tær stóru vinnurnar í Havn. Áðrenn korona vóru sløk 800 arbeiðspláss í matstovuvinnuni, og tá vit aftur fáa ferðafólk, fer hetta tal óivaat økjast nógv.

Men at verða í fyrstu røð krevur hart arbeiði og góðar karmar. Hoydalar og tess bygningar eru eitt upplagt høvi at lata okkara matstovuvinnu hava karmarnar at arbeiða við. 

Tórshavnar Kommuna hevur her veruliga møgulleika at sýna í verki, at man prioriterar okkara matstovu- og ferðamannavinnu, hana sum Havnin skal at liva av framyvir.

Gutti Winther og Johan Mortensen