Gamli skúlin á Argjum sum leikaland

2020-10-04 10:54

Leingi havi eg gingið við tankanum um at gera eitt innandura spæliland. Í londunum kring okkum eru fleiri innandura spælipláss, summi enntá á privatum initiativi – til stóra gleði fyri brúkararnar.

Í Tórshavnar kommunu er enn einki slíkt, og tað skal broytast!

Gamli skúlin á Argjum er perfektur til endamálið – at gera ein sannan upplivingardepil, eitt leikaland. Garðurin kring skúlan er av veðurbestu støðum, og tí ímyndi eg mær, at garðurin verður gjørdur sum uttandura spælipláss, umframt at eitt grønt øki verður gjørt har benkur og annað verða sett upp, soleiðis at fólk kunnu njóta frísku luftina, tá veðrið er til vildar. Skúlin hevur svimjihyl, ítróttarhøll og nóg mikið av fermetrum til at gera bæði innandura spæliland og eina lítla kafé. Ein aktivitetsdepil til okkara børn, ið fer at osa av lívi og gleði.

Staðsetingin er sera góð, tætt við Sjósavnið og Sandágerði, og við sera góðum busssambandi. Eg ímyndi mær eitt stað, har foreldur og børn kunnu stuttleika sær saman – í øllum veðri, umframt at møguleiki verður at fáa ein kaffimunn og okkurt lætt at eta.

Hetta er heilt víst nakað, eg ætli mær at seta gongd á beinanvegin, verði eg valdur í býráðið. Vónandi eru tað fleiri, ið taka undir við hesum, og seta krossin rætt á býráðsvalinum 10. november.

Rói B. Poulsen
Valevni fyri Fólkaflokkin.

Trýst her fyri video