GAMLA NORRØNA - gamal kenningur aftur í Føroyum!

2020-01-24 13:42

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - Tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com

Skrivað: pjd, Hirtshals 13.12.2019

________________________________________________________________________________________________

GAMLA NORRØNA

- gamal kenningur aftur í Føroyum

Gamla Norrøna, sum varð keypt av Missiónsfelagsskapinum OM í 2004 og fekk navnabroyting til LOGOS HOPE, verður nú aftur at síggja í føroyskum havnum. Logos Hope byrjaði sum trúboðaraskip í 2009 og hevur so statt havt 10 ára jubileum í ár.

Logos Hope hevur seinastu tvey árini vitjað um alt Mið-Amerika og runt um alt Suður-Amerika.

Logos Hope er fjórða missiómsskipið hjá Operation Mobilisation (OM), og síðani OM byrjaði við skipatænastuni í 1970, t.v.s. fyri 49 árum síðani, hava skipini vitjað í meira enn 160 londum og umleið 46 milliónir menniskju hava vitjað umborð.

Logos Hope er heimsins størsta flótandi bókasavn og bókasøla. Hesi 10 árini, ið Logos Hope hevur siglt sum trúboðaraskip, hevur skipið vitjað meira enn í 150 havnum í meira enn 60 londum; og átta og ein hálv millión menniskju hava vitjað umborð á Logos Hope higartil, og hesi hava tikið við sær til hús meira enn 8 milliónir bøkur. Á logginum er so mikið av sjómílum, at tað svarar til gott fýra ferðir runt jørðina.

SOMU KÓS, SUM ÍRSKU MUNKARNIR: Í apríl kemur Logos Hope til Europa. Fyrsta havn í Europa verður í Spania. Síðani verður farið til Írlands, har skipið verður allan juni mánaða. Tá vitjanin er liðug í Írlandi verður sama kósin sett, sum hjá Írsku munkunum fyri 1.400 árum síðani, nevniliga úr Írlandi til Føroyar.

Vitjanin í Føroyum verður frá 02 juli til 13. juli. Skipið kemur at vitja bæði í Tórshavn og í Klaksvík. Í Havnini kemur skipið at liggja í døgunum 02. juli til 08. juli, og í Klaksvík frá 08. til 13 juli. Blaðið OM Føroyar upplýsir, at enn er eingin skrá løgd fyri vitjanina í Føroyum.