Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Gævi hann fyrst og fremst var føroyingur

2013-08-26 21:57

Tað var ein stórpolitisk hending, tá Løgtingið fyri seks árum síðani broytti vallógina og gjørdi Føroyar til eitt valdømi.

Eg var fyri hesi broyting. Eftir míni fatan var hetta ein gyltur møguleiki at tryggja, at lokalpolitisk áhugamál fingu minni vald í Løgtinginum, og at tingmenn fóru at leggja seg meiri eftir, hvat tænti Føroyum sum heild. Vónin var, at tá valevni nú máttu kappast um atkvøður úr øllum landinum, fór at gerast neyðugt hjá teimum at fáa eina breiðari hugsjón fyri sítt tingarbeiði, fyri at kunna samla atkvøður úr øðrum pørtum av landinum. Tíðin var farin frá lokalpolitikki, og nú skuldi landspolitikkur á breddan, kanska eitt nýtt ættarlið av landspolitikarum fór at vinna sæti á tingi. Nú er jú ikki longur talan um tingmenn, ið umboða Norðoyggjar ella Suðuroy ella Norðstreymoy osfr, men allir koma úr einum valdømi og umboða eitt valdømi.

Eg tók so dyggiliga feil.

Seinastu tíðina, serliga í sambandi við kjakið um undirsjóartunlar, hava politikarar kappast um at grava seg djúpri og djúpri niður í sínar lokalpolitisku skotgravir. Nú er eftir øllum at døma so galið, at sandoyartingmenn einki val hava. Teir mugu atkvøða fyri einum undirsjóvartunli til Eysturoyar, móti teirra egnu sannføring (í øllum førum, um hugt verður at, hvat flokkarnir teir umboða, standa fyri), fyri at tiltuska sær einn tunnil til Sandoyar. Ein teirra hevur jú alment boðað frá, at hann følir seg trýstan at atkvøða fyri einum uppskoti, hann grundleggjandi er ímóti, av tí, at hinir báðir tinglimir oyggjarinnar, eru fyri. Tað sama tykist eisini vera galdandi fyri eysturoyartingmenn.

Altso – eingi atlit at landinum, eingin tanki um hvat er best fyri onnur enn ávíkavist sandoyingar og eysturoyingar. Hvat bleiv av føroyinginum í øllum hesum?

Leygarmorgun slóknaði so øll mín vón um, at hetta eina valdømi skuldi virka eftir ætlan, tá ein løgtingsmaður Javnaðarfloksins úr Sandoynni greitt og týðiliga meldar út: “Tey sum kenna meg vita eftirhondini, at Sandoyggin er alt fyri meg, og eg fari at gera tað, sum er best fyri oynna, líka mikið hvat… “

Um politiska hugsjón hansara ikki røkkur norður um Trøllhøvda ella suður um Dalsfles, hevur hann einki at gera á Føroya Løgtingi. So kann hann heldur leggja seg á leistin hjá Heðini Mortensen og blíva “kongur” á Sandoynni og tala hennara áhugamál á røttum stað, heldur enn at taka alt landið til gísla fyri at fremja síni áhugamál.

“Eg eri fyrst og fremst sandoyingur,” sigur hann. Gævi, at hann fyrst og fremst var føroyingur.

Eg vænti, at við tíðini fara bæði løgtingsvalevni og veljarar at venja seg við hugsanina, at Løgtingið arbeiðir fyri Føroya besta, og at lokal áhugamál einki pláss hava har, men tað fer at taka tíð. Møguliga so langa tíð, at politiska valdið ikki gevur nýggju skipanini tíð at sessast, men fer aftur til ta gomlu skipanina ella eina aðra skipan við valdømum. Og kanska tað er tað einasta rætta. Í verandi støðu er lætt at staðfesta, at skipanin við einum valdømi als ikki hevur forkomið lokalpolitiska virkseminum í tinginum.

Á jólafundinum í 1888 las Effersøe yrkingina hjá unga Jóannes Paturssyni.

Nú er tann stundin komin til handa

á hesum landi,

at vit skulu taka lógvatak saman

máli til frama.

Gævi, at vit føroyingar aftur tóku lógvatak saman, hesaferð Føroyum at frama.

Danjal av Rana