Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Fyrrverandi løgmaður á DR1 um løgtingsvalið

2019-08-30 12:13
Politikkur - 

Eg fari í kvøld, kl. 20 á DR1, TV-avisen, at geva mítt boð uppá, hvat skal gerast eftir løgtingsvalið, um ein nýggj stjórn tekur við. 

Vit skulu halda fram við at stuðla uppundir javnan búskaparvøkstur og tí vaksandi fólkatalinum, sum vit byrjaðu við í 2012.

Vit skulu seta í verk “Behandlingsgaranti” - viðgerðartrygd.

Vit skulu gjalda skuld niður og konsolidera landskassan.

Vit skulu hava fleiri bein at standa á, eitt nú eina væl skipaða ferðavinnu.

Vit skulu ikki koyra meira bensin á tann føroyska búskapin, tí vit fáa ov lítið fyri okkara skattakrónur í løtuni.

Vit skulu fyrireika okkum um ein stagnatión kemur í heimsbúskapin, so sum spátt verður.

Harafturat skulu vit tryggja, at virðini í samfelagnum koma út til allar føroyingar, til gagns fyri okkara vælferðarsamfelag.

Kaj Leo Holm Johannesen

løgtingsmaður og valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

RN