Fyritíðarpensjunistar sum atla at flyta til Fo ella til Dk renna seg fastar í ein múr.

2015-02-19 19:37

 

    Hetta er eitt skriv við Annika Olsen. Hon hevur lova upp til fleiri fer, at bera so í bandi, at um ein fyritíðarpensjunistur flytur millum Fo og Dk ella øðugt skuldi henda foring takast av skjótast gjørligt. Fyritíðarpensiónistar skulu fáa loyvið at flyta millum Føroyar og Danmark uttan so at hesi fólk skulu gerast syndabukkur í einum fólkaræðisligum/demokratiskum landi. Tað skal verða tað útgjald sum er galdandi í landinum ein flytur til ella frá.

    09.05.2012 Til Annika Olsen.: Tú má orsaka meg, men eg siti her í kvøld við gestum sum eru á veg heim tí tey eru komin í dyrastu ney av teirra fyritíðarpensión. tey vóru koyrd á kontanthjálp og nú var einki eftir hjá teim, inntøkan var kr. 5.960 útbetalt av hesum skullu so húsaleiga el, varmi og vatn. Ein annar persónur eg royni at hjálpa hevur eisini stoytt pannina móti einum múri, Er tað virkuliga so at føroyingar sum flyta til DK ella føroyingar sum skullu flyta heim standa í ingenmandsland

    18.05.2012 Til Annika Olsen..: Eg royni at skriva til tín viðvíkjandi Fyrityðarpensión.: At sita her í kvøld við familjum sum ikki eiga fyri mat, tey hava goldi fyri reisuna heim, eg haldi at hattar er anstygguligt gjørt av føroyskum mynduleikum at gera so móti sínum landsmonnum, fyri mær sær tað út sum, um tað er gjørdur ein rossahandil millum Norðurlandaráði, Landstyri og donsku stjørnina. Eg havi Grundlógina og syggji fer eftir fer at hon verður brotin. Vónandi fáa hesar familjur hjálp tá tey koma heim til føroyar at vera heimleys, tey hava nokk møguleika at fara til foreldur síni, men hettar er skammuligt ja skammuligt.

    18.05.2012 Til Annika Olsen.: Hvussu kann tað verða at føroyingar sum flyta til danmark ella mótsatt skullu missa sína førtidspension og verða koyrd í DK á kontanthjálp, ja sjálvt um hesi hava fyngi F pensión í føroyum. Eg veit at lóggávan er broytt í 2003.

    Fekk upplyst at eitt ansøgningskema var frammi til og við 31. dec 2011. Eisini hettar er krógva fyri tykkara landsmonnum. Vónandi kunnu tygum lesa hettar, eg mein at hetta er so andstygguligt móti okkara landsmonnum.

    19.05.2012 Hey Sofus. Eg skal kanna málið. Vit eru í ferð við at seta í gildi eina nýggja norðurlendska konventión um Sosial bistand og sosial forsikring, vónandi er tað tikið hædd fyri fyritíðarpensjónistum sum flytar tvørtur um landamørk. Alt tað besta vinarliga Annika

    19.05.2012 Hey Annika Olsen. Eg takki fyri svarið, men eg eri als ikki nøgdur við tað, tað minnir meg um at tosa við lítið barn í ikki skilur at Føroyar og Grønland eru tvær koluniðir av Danmark, Tú skrivar at tú skal kanna málið, er tað ikki ófatuligt at høgra hond ikki veit hvat vinstra ger.

    So skrivar tú, at tit eru í holt við at seta eina nyggja Norðurlenska konventión um sosialan bistand og forsikring. Hvat við teimun sum eru flutt landana millum og sum hava fingið tilkent fyritíðarpensión ????. Hvat við teimum sum í liva frá hondini í munnin, hvat við teimum sum í dag fóru heim við Norrønu, heim til eitt land við ???, og hvar hesi neyðars fólk eru Danskir stadsborgarir. Hesi høvdu eina lítla tasku av klæðum. Høvdu ikki eina kr. at keypa fyri umborð. Tú skrivar so at tit vóna at tiltaki eisini umfatar fyritíðarpensjónistar. Føroyskir/ Danskir f. pensjónistar eru illa fyri tá talan er um at flyta millum landamørk.

    Ein muslimur ella søkir asíl er betur stillaður, og verður móttikin sum ein danskur stadsborgari. Eg syggji hvønn dag lógarbrot á tí sosiala umráðnum. Hugsið um grundlógina # menneskerettighederne er ukrenkelige #. Tað sær út sum tit bara hugsa at tit eru ein Føroysk nation. Eg vóni at tit sum hava sosial mál um hendi, fara at broyta hesa anstigguligu lóggávu, fyri mær sær tað at vera skriva í teimun seinnu náttartímun hvar hvørki høvd ella hali hevur verði á tíð norðurlenska tjóðarfundi,

    19.05.2012 Hey Sofus. Tað er netupp tað sum er trupulleikin, at tað eru ov nógvar forðingar millum norðanlondini, og tað er tað vit arbeiða við i løtuni at beina burtur. Eg havi tíverri ikki svar uppá allar spurningar, havi sitið nakrar fáar mánaðir í sessinum, og tað er tí eg ynski at kanna málið gjølla áðrenn tú fært eitt orduligt svar frá mær. Annars ert tú altíð vælkomin at senda fyristitingini ein formellan spurnining um málið. Vinarliga Annika

    19.05.2012 Hej Annika ! Eg havi nú aftur í kvøld fyngi grátandi gest. Hesin flutti úr Føroyum og hvar hesin hevði fyngi fyritíðarpensjón í 2006. Kemur til danmark og missir sína F. pensión og verður koyrdur út í allar møguligar og ómøguligar arb. prøvar. Hettar kundi mær huga at fyngi svar uppá, og ikki minst hvat tín holdningur er til slíkt mál.

    19.05.2012 Til Annika Olsen.: Nú Farði eg eg at spirja hvussu fundurin endaði, eg hoyrdi okkurt í Ùf men fekk ikki alt við, verur fyritíðarpensión eisini broytt ella ????

    11.07.2012 Hej Annika, eg havi hjálpt Føroyskari persónum her í Hirtshals, hesi hava fyngið fyritíðarpensión tá búðstaður var í FO, nú hava hesi verði her í skjótt tvey ár, eingin hóming er at syggja til teirra pensión.

    Jobcentri er nú í holt við at koyra hesar persónar út í aktivering og arbeiðsprøva, hesir persónar kunnu illa nokk fara til handils sjálvir hava fyngi hjálpitól og nú vilja tey gera hesi og heim teirra so inratta at tey skulu út á arbeiðsmarnaðin.

    Hvussu er nú um hesi flyta heim aftur, kunnu hesi fáa pensiónina aftur tá flutt verður heim. ??

    10.05.2013 Hej Annika, eg farið at loyva mær at spyrja hvat útgjaldi er á Fyritíðarpensjónum.

    Vil tú siga mær hvat útgjaldi er av fyritíðarpensjón í dag, og hvar hædd skal verða tikin fyri áðrinum 2001, og hvar lóggávan bleiv broytt í januar 2003 Ynskji at fáa upplyst útgjaldi í Føroyum.

    01.04.2014 Hej Annika Olsen, Eg vil spyrja teg ein spurning, um ein hevur fyngið pensjón í Føroyum í 2006. Hesin persónurin hevur verði í Danmark í 3½ ár, Tá nú hesin flytur heim á klettarnar aftur far vikomandi persónur pensjónina aftur í Føroyum ella skal hesin søkja aftur av nyggjum

    Góða Annika vil tú svara mær so skjótt tilber, vikomandi er staddur í Føroyum nú.

    01.04.2014 Gódi Sofus. Eg skal kann hetta fyri teg og venda aftur. Vinarliga Annika

    29.04.2014 Er tað møguleiki at fáa ein fund við teg. skjótast tilber.

    29.04.2014 Góði Sofus. Kann eg spyrja hvat málið snýr seg um? Vh annika

    29.04.2014 Màli snyr seg um persónar sum hava fyngið tilluta fyritíðarpensjón í Føroyum eftir 2003, fara til Danmark, flyta heim aftur í apríl 2014. Hesin persónur kann ikki fáa pensjónina aftur í Føroyum. À Almannaverkinum vita tey ikki hvussu tey skulu fara fram í hesum máli, og koyra persónin á forsorgarhjálp í eitt tíðarskeiði á ca. 8 mánar, ella so leingi tað tekur at viðgera pensjónsmáli ummaftur.

    Tú sum er hægsti mynduleiki má kunna siga mær hvat er rat í hesum máli. Er ikki greiðar reglur her ??

    29.04. 2014 Góði Sofus. Tað eru tiverri ávisir trupulleikar á økinum, tí logirnar ikki samsvara imillum londini. Eg havi i dag sent ministaranum i dk áheitan um ein fund um málið skjótast gjørligt, soleidis at borgarar ikki detta niðurímilum skipanirnar i londunum báðum. Blídar heilsur Annika

    29.04.2014 Hattar er ikki tað eg spurdi um. Màli snyr seg um persón sum hevur fyngið tilluta fyritíðarpensjón í Føroyum, fer til Danmark og flytur heim aftur í apríl 2014, nú kann hesin persónur ikki fáa pensjónina aftur, tí tey á Almannaverkinum ikki vita hvussu tey skulu fara fram í hesum máli.

    Hava hesir persónar føroyskur fyritíðarpensjunistur, skal søkjast av nyggjum.

    29.04.2014 Tad eru just hesi vidurskifti sum eru ónøktandi tá id borgarar vid fyritiðarpensjon flyta imillum londini sum er ein trupulleiki. Tad er neydugt at faa eina avtalu millum dk og fø soleidis at borgarar ótarnad kunnu flyta millum londini og faa sini fyritíðarpensjon uttan trupulleikar vh annika

    29.04.2014 Eg verði nokk noyddur at upplysa tær enn einafer. Hesir Hava fyngið tilluta pensjón í Føroyum. persónar sum flyta heim verður koyrd á forsorgarhjálp.

    Heisir persónar hava ongantí mótiki pensjón í Danmark. bert í Føroyum.

    29.04.2014 Vil tú geva mær eitt svar, tey á Almannaverkinum standa sum spyrjandi. Tey vita ikki hvat er rætt og hvat er skeivt.

    29.04.2014 Hatta er ein spurningur tu mást seta almannaverkinum. Hava tey trupult vid at skilja hvat vendir upp og nidur kunnu tey á almannaverkinum venda sæt til min. Eg kann ikki viðgera og avgreida einstaklingamál, tad havi eg ikki heimild til sum landsstyriskvinna. Blidar heilsur annika

    29.04.2014 Takki fyri, so skal eg venda mær til Almannaverkið.

    29.04.2014 Annars dámar mær ikki at tú leggur meg undir at lúgva her á facebook. Eg kenni onki til nevnda máli um hasa konuna sum tú tekur fram, og havi onki vid einstaklingamal at gera. Tað harmar meg at tú ikki virðir tad svar eg gevi tær via facebook. Vinarliga annika

    29.04.2014 Eg veit ikki hvør sigur satt ella ikki, men á Almannaverkinum sig tey at um ein persónur sum hevur fyngið f.pensjón í Fo, og fer til Dk at búgva nøkur ár, tá hesin so kemur heim aftur ja so er F.pensjónin ikki galdandi.

    Tú hevur sjálv givi eina frágreiðing at um persónur flytur til Dk og so vendir heim aftur so fær vikomandi tað F.penjón aftur í sama eygablikki persónurin hevur flutt adressuna.

    Almannaverki sigur at hetta er ikki ratt. so, vit tosa ikki um einstaklingar men heildina. hetta er bert eitt dømi um hvussu danskur statsborgari verður viðfarin.

    29.04.2014 Annars so sigi eg ikki at tú sigur ósatt, men hvør er tað sum ikki ynskir at geva tað ratta svarði, ” eg veit ikki ”.

    07.05.2014 Hej Annika, eg farði at spyrja teg um tað er møguligt at gera undantøk, persónur fekk fyrityðarpensjón í 2005, fór til dk í 2010 og er nú fluttur heim, persónurin er verri fyri nú enn tá hann fór til dk.

    Persónar byrja at fara psykiskt niður av øllum hesum, so góða Annika vil tú geva eina hjálpandi hond í hesum málum. Almannaverkinum kennir málini.

    08.05.2014 Góði Sofus. Eg havi biðið fyrisitingina hjá mær um at kanna málið. Vinarliga Annika

    03.06.2014 Hvussu gekk við fundinum í Norðurlandaránum um fyritíðarpensjón, vit eru nógv í sita í spenningi og bíða eftir svari,

    18.06.2014 Hvussu gekk við fundinum um fyritíðarpensjón, vit eru nógv í sita í spenningi og bíða eftir svari,

    Síðan er einki hent í hesum máli, ein og hvør kann gera sær sínar tankar.

Kári P. Højgaard løgtingsmaður.

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Vinarliga

Sofus Hansen.