Fyritíðarpensjónistar skulu hava betri sømdir

2015-08-27 04:49

 

Fyritíðarpensjónistar skulu hava betri sømdir

Eg vil við hesum skrivi heita á øll um at seta krossin við Nýtt Sjálvstýri ella eitt av valevnum floksins.

Sum valevni hjá Nýtt Sjálvstýri fari eg at minna tykkum á, at verði eg valdur á valinum 1. september, vil eg arbeiða fyri at broyta lógina um fyritíðarpensjónistar.

Í dag er tað ein ov stórur partur av fyritíðarpensjónistum, ið detta niður ímillum tvær skipanir, tá fólk velja at flyta millum Føroyar og Danmark.

Støðan í dag er tann, at um ein fyritíðarpensjónistur ynskir at flyta til ella úr Føroyum, verða hesir persónar í Danmark koyrdir á kontanthjálp, og í Føroyum koyrdir á forsorgarhjálp.

Sum valevni hjá Nýtt Sjálvstýri, fari eg millum annað at arbeiða hart fyri at lógin um fyritíðarpensjónistar verður broytt. Fleiri fyritíðarpensjónistar eru ógvuliga illa viðfarnir av kommununum í Danmark og eru vend aftur til Føroyar. Tíverri hevur móttøkan heldur ikki verið nøktandi heima á klettunum. Úrslitið hevur verið at Almannaverkið hevur givið hesum persónum forsorgarhjálp – ja, sjálvt um viðkomandi hava fingið tilluta pensjón í Føroyum.

Fyritíðarpensjónistar, sum eru komnir heim, eru so at siga vend í hurðini hjá tí almenna. Eg eri vitandi um fólk, ið eru komin heim, har pápin hevði fyritíðarpensjón og børnini hava fingið arbeiði – hesi valdu at siga arbeiði frá sær aftur, og endin varð at familjan vendi aftur til Danmarkar.

Hetta vil eg arbeiða hart fyri at fáa broytt.

 

Sofus Hansen
Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri