
Fyrispurningur um sálarfrøðiliga hjálp til næmingar, lærlingar og lesandi
2014-04-11 05:56
Eg havi sett hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, soljóðandi fyrispurning um sálarfrøðiliga hjálp til næmingar, lærlingar og lesandi (at svara skrivliga eftir TS § 52a).
1. Veit Mentamálaráðið sum ovasti undirvísingarmyndugleiki, hvør tørvurin er á sálarfrøðiligari hjálp til lesandi í miðnámsskúlaskipanini, yrkisnámsskipanini og í hægri undirvísingarskipanum í Føroyum?
2. Eru aðrar kanningar gjørdar enn “Álit um sálarfrøðiliga hjálp” til miðnámsskúlanæmingar frá desember 2004?
3. Metir landsstýrismaðurin, at samband er ímillum sálarfrøðiligar trupulleikar og tað, at næmingar, lærlingar og lesandi gevast við útbúgvingini ella fáa munandi verri úrslit?
4. Um so er, hvørjar møguleikar hava næmingar, lærlingar og lesandi at koma fram at tænastu, sum bjóðar sálarfrøðiliga hjálp, sum kann byrgja upp fyri, at lesandi og lærlingar gevast við útbúgvingini ella ikki fáa nøktandi úrslit?
5. Eru nakrar ætlanir um at seta skipan við sálarfrøðiligari hjálp í verk fyri lesandi? Eru ætlanir um onnur sløg av stuðlandi átøkum til hendan sama bólk?
Viðmerkingar
Í desember 2004 varð “Álit viðvíkjandi sálarfrøðiligari hjálp til miðnámsskúlanæmingar” handað Mentamálaráðnum. Álitið mælir til í minsta lagi ½ starvssettan sálarfrøðing fyri allar Føroyar – til at byrja 1. januar 2005.
Hetta eru 10 ár síðani, og millum starvsfólkið á miðnámsskúlaøkinum tykist semja vera um, at tørvur er á eini skipan, har miðnámsskúlanæmingar hava møguleika til at fáa sálarfrøðiliga hjálp. Í umrødda álitinum verður mett, at í fleiri førum kundi fráfall frá skúlagongdini verið munandi minkað, um hetta tilboðið var tøkt – beinleiðis ætlað hesum næmingum. Tí har er eitt mark ímillum ta vanligu lestrar- og yrkisvegleiðing, sum næmingar fáa, og so sálarfrøðiliga terapi og onnur tilboð, sum næmingar hava
tørv á.
Hugsast kann, at eisini í øðrum undirvísingarskipanum er ein tílíkur tørvur, sum er ávístur í álitinum so sum á Yrkisnámi, Vinnuháskúlanum, Fróðskaparsetri Føroya v.m. Tí havi eg sett hesar spurningar fyri at fáa fram í ljósið, hvør vitan er um hesi mál, hvørjar aðrar kanningar og metingar møguliga eru gjørdar, og hvørjar møguleikar næmingar, lærlingar og lesandi hava fyri at fáa sálarfrøðiliga og møguliga aðra hjálp, meðan tey eru undir útbúgving, sum nú er.
Á Løgtingi, 9. apríl 2014
Hanna Jensen