Fyrispurningur um bygging av skúlanum við Marknagil og parkeringsviður­skiftini við Studentaskúlan í Hoydølum!

 Nr. 6/2012

Hanus Samró

løgtingsmaður

 

 

 

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

 

Fyrispurningur um bygging av skúlanum við Marknagil og parkeringsviður­skiftini við Studentaskúlan í Hoydølum, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

 

  1. Hvussu langt er komið við útbjóðingini av skúlanum við Marknagil?
  2. Nær verður Marknagilsdepilin klárur?
  3. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í mentamálum við parkeringsviður­skiftunum hjá næmingunum og starvsfólkunum í Hoydølum?

 

Viðmerkingar

Tað tykist tíverri, sum verkætlanin í Marknagili hevur fingið okkurt um skrúvuna, tí hóast pengar eru settar av, eru vit framvegis ongan veg komin. Fjølmiðlarnir hava tó gjørt vart við, at tað hava verið trupulleikar við útbjóðingini. Ja, tað hava enntá verið leysasøgur um, at leverandørarnir halda seg aftur frá útbjóðingini, tí teir meta, at tað er ov váðafult at fara í gongd við verkætlanina. Samgongan hevur sett 55 mió. kr. av til í ár, men nú, vit eru komin í níggjunda mánað, er tað framvegis útlit fyri, at pengarnir ikki verða nýttir í ár. Tískil verður spurningurin settur, hvussu langt er komið við útbjóðingini av skúlanum við Marknagil.

 

Tað kann harafturat nevnast, at samgongan hevur sett ávikavist 85 mió. kr. fyri 2013, 85 mió. kr. fyri 2014, 95 mió. kr. fyri 2015 og 65,5 mió. kr. í 2016 av til skúlan við Marknagil. Sambært íløguætlanini eigur Marknagilsdepilin at vera tøkur fyrsta skúladag 2016, men kemur hendan ætlanin at halda, um verkælanini og tær 56 mió. kr. ikki verða nýttar í 2012?

 

Til síðst kann nevnast, at næmingaráðið í Hoydølum hevur gjørt vart við vánaligu parkeringsviðurskiftini í Hoydølum. Tað er harafturat vert at hava í huga, at tað næstan ikki er gangandi frá parkeringsplássunum við Hvítanesvegin og oman í skúlan um veturin, tí kommunan saltar ikki gongubreytirnar. Hetta er ikki bara ábyrgdarleyst, hetta er at seta heilsuna hjá næmingunum og starvsfólkunum í vanda, og tað kunnu hvørki lands- ella lokalpolitikarar liva við. Tað er eisini ein spurningur um tíð, áðrenn ein álvarslig vanlukka hendir við Hvítanesvegin, tí hann er hóast alt æðrin til høvuðsstaðin. Har ferðast í túsundatals av bilum hvønn dag, hatta er tað sama sum, at næmingarnir í útlondum skulu ganga tvørtur um ein motorveg, áðrenn tey fara í skúla.

 

Bráðfeingis- og lappaloysnir hóva undirritaða lítið, men eins og politiska skipanin gjørdi fyribilsskúlastovur, átti landsstýrismaðurin at gjørt fyribilsbroytingar viðvíkjandi parkeringsviðurskiftunum hjá næmingunum og starvsfólkunum í Hoydølum. Tað kundi t.d. verið at útbygt og víðkað um tað sokallaða “grótkastið”, sjálvt um tað er ímóti onkrari friðingarnevnd, sum Tórshavnar Kommuna varðar av. Tað er neyðugt at gera nakrar broytingar, tí sama hvussu skjótt leverandørarnir og byggjafyritøkurnar fáa Marknagildsepilin kláran, koma næmingar og starvsfólk at húsast í Hoydølum komandi trý árini.  

 

 

Tískil seti eg landsstýrismanninum omanfyri nevnda spurning, tí meðan øll bíða eftir skúlanum við Marknagil, er tað neyðugt at taka atlit til núverandi umstøður, ið eru alt annað enn hóskandi.

 

Á Løgtingi, 27. august 2012

Hanus Samró