Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fyrispurningur til Jørgen Niclasen

2013-08-14 22:33

<b>§ 52a fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um fæið hjá Landsbankanum, ið nú skal brúkast til tunnil, og um samfelagsbúskaparligar avleiðingar av privatum Eysturoyartunli</b>

1. Hvør er orsøkin til, at landsstýrið nú fer at nýta inntøkur frá fænum hjá Landsbankanum á 150 mió. kr. til P/F Sandoyartunnilin, tá henda upphædd skuldi nýtast at styrkja gjaldføri landsins?

2. Tekur landskassin 150 mió. kr. í nýggjum láni fyri at økja samsvarandi um gjaldføri landsins, ella skal gjaldførið minkast við 150 mió. kr.?

3. Hvørja loysn metir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vera samfelagsbúskaparligu skilabestu - ein Eysturoyartunnlinum umvegis privat felag, ið sambært útrokningum frá Landsverki kann koma at kosta føroyingum upp í 3 mia. kr. meira, og tí merkir m.a. munandi hægri nýtslugjald, ella ein Eysturoyartunnil umvegis alment tunnilsfelag?

4. Hvussu væntast altjóða ratingin og rentustøðið hjá landinum at ávirkast av, um vald verður ein privat loysn fyri Eysturoyartunnilin og almenn loysn fyri Sandoyartunnilin, í mun til, um vald verður ein felags almenn loysn fyri bæði Eysturoyar- og Sandoyartunnilin (grundað á fyritreytir og framrokningar hjá Landsverki)?

5. Grundað á framtíðar metingar hjá Landsverki viðv. ferðslu, inntøkum v.m. viðv. Eysturoyartunlinum, og grundað á lógaruppskot frá Innlendismálaráðanum hesum viðvíkjandi, hvussu nógv væntast landið at missa í framtíðar kapitalvinningsskattainntøkum um undirsjóvartunnilin verður gjørdur í privatum útlendskum felagi, heldur enn av samsvarandi føroyskum felagi?

6. Hvussu nógv fer Fíggjarmálaráðið fíggjarliga at leggja til síðis til komandi endurgjaldskrøv, ið landið skal rinda privata felagnum (CIP) sambært lóg, ið Innlendismálaráðið hevur lagt fyri Løgtingið um Eysturoyartunnil ?

7. Hvørjar fíggjarligar avleiðingar metir Fíggjarmálaráðið, at skattligu undantøkini til privata felagið, givin í lógini frá landsstýrinum viðvíkjandi Eysturoyartunlinum – herundir loyvi til samskatting – fáa fyri landið?

8. Um privata tunnilsloysnin verður vald til Eysturoyartunnilin, verður langtíðar íløgukarmurin tillagaður, soleiðis at rúm verður fyri íbindingarvegir til Eysturoyartunnil (200-500 mió. kr.) og til Sandoyartunnilin á 800-900 mió. kr. ?

9. Um ja, hvørjar íløgur kunnu væntast at verða útskotnar?

10. Hvørjar fíggjarligar skyldur og bindingar bindur landið seg til í sáttmálanum millum landsstýrið og privata felagið (CIP)?

<b>Viðmerkingar</b>

Landsstýrið hevur nú kunngjørt, at landsstýrið heldur fast í ætlanini, at lata útlendskum íleggjarum uppgávuna, at gera Eysturoyartunnilin, sambært eini avtalu við eitt privat felag (CIP), ið landsstýrið velur at halda loyniliga fyri almenninginum.

Hetta verður gjørt hóast ráðgeving Landsstýrisins, Landsverk, hevur ávíst og útroknað, at tunnilin gerst upp í 3 mia. kr. dýrari fyri føroyska samfelagið um hesin verður gjørdur av privata felagnum, í mun til um landi letur henda gera. Hetta serliga vegna stóran rentumun og privata avkastið yvir eitt 30-50 ára tíðarskeið.

Eisini vísir lógaruppskotið um Eysturoyartunnilin frá landsstýrinum, at landið skal binda seg til endurgjaldsskyldu , mótvegis felagnum , ið ger Eysturoyartunnilin - so leingi einkarrætturin er galdandi - um so er:

1. At lóggáva verður broytt viðv. byggitreytum, ið kunnu ávirka felagið.

2. At lóggáva verður broytt viðv. skattligum avskrivingum, ið stillar felagið verri.

3. At ítøkilig verktætlan verður framd, ið er í beinleiðis kapping við Eysturoyartunnilin.

Tá talan er um eitt tíðarskeið uppá 30-50, ið einkarrætturin verður galdandi, er sera sannlíkt at lóggáva verður broytt, ið kann koma at ávirka omanfyri nevnda í tíðarskeiðnum. Neyðugt er tí, at landið leggur upp fyri tílíkum endurgjaldskravi, ið kann gerast rættiliga stórt, alt eftir framtíðar lógarbroytingum.

Samstundis hevur løgmaður nú boðað frá – sum skilst m.a. til tess at fáa undirtøku frá andstøðutinglimum úr Sandoynni – at tað verða settar 150 mió. kr. av fyrrverandi Landsbanka-fænum á 160 mió. kr. í P/F Sandoyartunnilin. Hetta verður gjørt, hóast landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, tá Landsbankin varð avtikin 1. apríl 2013, alment boðaði Føroya fólki frá, at fæið skuldi nýtast til framhaldandi at styrkja gjaldføri landsins, hóast avtøkuna av Landsbankanum. Tað vóru nógv, ið ivaðust stórliga í, um so fór at verða, og varð longu tá víst á, at sera sannlíkt varð, at nú gjaldførisumsitingin fór at verða løgd beint undir landsstýrismannin í fíggjarmálum, var nógv sum bendi á, at landsstýrið fór at brúka av gjaldføri og ognum landsins til politiskar verkætlanir, heldur enn at verja langtíðar fíggjarligu áhugamálini hjá Føroyum og øllum føroyingum.

Nú bert 4 mánaðir eru farnir framvið síðan Landsbankin formliga varð avtikin, hevur landsstýrið longu avgjørt at brúka, so at siga alt fæið hjá Landsbankanum til ein undirsjóvartunnil.

Hetta reisir nógvar spurningar - m.a. um tørv á samsvarandi øktari almennari lántøku fyri at tryggja neyðuga gjaldførið hjá landinum, fyri aftur at tryggja neyðugu altjóða ratingina fyri m.a. at fasthalda lágt rentustøði á landsins skuld.

Staðfestast kann somuleiðis, at øll ráðgeving og allar útrokningar í málinum um Eysturoyartunnilin benda á, at mest samfelagsbúskaparliga gagnligasta loysnin er ein almenn tunnilsloysn, men at landsstýrið hóast hetta mælir til eina munandi dýrari og minni samfelagsgagnliga privata tunnilsloysn.

Sum heild eru sera nógvir ósvaraðir spurningar, nú málið um Eysturoyartunnilin er lagt fyri Løgtingið. Ikki minst tí at sáttmálin millum landsstýrið og privata felagið (CIP) higartil hevur verið loyniligur fyri almenninginum og Løgtinginum, og tí, at ovurstórar upphæddir nú skulu flytast úr gjaldføri landsins í eitt annað partafelag.

Fyri at fáa lýst nakrar av avleiðingunum fyri Føroyar og føroyingar, og við vón um, at landsstýrið velur at lurta eftir ráðgevingini og at skapa neyðugan opinleika, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Á Løgtingi, 13. august 2013

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi