Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fyrimunir við eini kvotuskipan

2015-01-27 04:33

 

Fyrimunir við eini kvotuskipan

Tað er ongantíð heppið at politiska skipanin stýrir eini vinni í alt ov stóran mun.

Føroyska fiskivinnan hevur gjøgnum øldir við árabáti og síðani í hundrað ár við skipum verið ein frí vinna uttan nakra politiska uppíblanding, inntil hon í 90’unum brádliga bleiv sett undir umsiting, og ikki hissini umsiting heldur, stýrd niður í smálutir.

Tað sigur seg sjálvt at gamla íborna veiðumentanin, tað at fara til havs at vinna sær fong i einum umhvørvi, har tú følir teg frían sum fuglurin, verður særd og niðurbrotin, tá ið tú leggur frá landi søkklaðin av lógum og kunngerðum um  hvat tó mást og ikki.

Er neyðugt við øllum hesum yvir formindarínum í fiskivinnuni?

Fiskivinnan er í dag blivin so effektiv, at neyðugt er at ansa eftir, at ikki ov nógv verður tikið úr stovnunum hvørt árið, og tí er liðugt við fríum fiskiskapi, men er so ikki nokk at seta hámark á veiðuna, og annars lata alt annað vera frítt sum áður?

Soleiðis verður i hvørt fall gjørt aðrastaðni, til dømis har sum okkara langfaraskip royna, og eisini, tá ið talan er um uppsjóvarfisk í okkara egna havumhvørvi. Men ikki viðvíkjandi fiskiskapi eftir botnfiski undir Føroyum, har eru alskyns forðingar lagdar á vinnuna. Avmarkingar í skipastødd, motorstødd, skipatali, bólkabýti, reiðskapi, dagatali, stongdum leiðum og harafturat umrokningsfaktorar í sambandi við at dagar verða fluttir millum bólkar, og sera avmarkandi og truplar reglur viðvíkjandi at flyta veiðuloyvi yvir á onnur skip.

Hesar avmarkingar hava í fyrsta umfari skatt lønsemi í heimaflotanum og í øðrum umfari steðga allari menning, so sjálvt tey skip, sum, hóast truplu umstøðurnar, hava havt samanhangandi brúkilig úrslit, (kanska mest tí at tey eisini eiga kvotur til annan fisk uttan um tað, tey hava loyvi at fiska  undir fiskidagaskipanini), hava ikki megna at ment síni veiðutól ella skift tey út.

Orsøkin til at myndugleikarnir ikki hava tora at brúkt einastu logisku avmarkingina, mest loyvda veiða ella kvotur, er eittans - ræðslan fyri útblaking.

Eitt er at fáa kvoturnar at ganga upp í einum blandingsfiskaríi millum tosk, hýsu og upsa. Men tað eru fleiri hættir at gera tað:

  1. fiskiskapurin kann leggjast til rættis eftir hvørji kvotusamanseting ein eigur

  2. umsetiligheit, so kvotur kunnu handlast millum skip

  3. loyvi at hava ávísan prosentpart yvir kvotuhámark, sum tó verður avroknað á serligan hátt, landi, heldur enn skip,i at frama

Størsta vandamálið við kvotum man tó vera útblaking av smærri fiski, til tess at økja miðalstøddina, so betri úrtøka fæst fyri avmarkaðu nøgdina.

Hesin trupulleikin kann eisini loysast, og loyvi eg mær at koma við tveimum uppskotum:

  1. Eftirlitsfólk verður sett umborð á tey skip, ið vísa seg at hava størst miðalstøddir av kvoteraðum fiski. Lækkar miðalstøddin tá, er kanska grundaður mistanki um, at ikki er farið rætt fram, og eftirlitsfólk verður verandi umborð. Tey skip, ið ikki kasta smáan fisk út, og tískil ikki hava stóra miðalstødd, fáa ongantíð trupulleikar av at skula hava eftirlitsfólk umborð. Kanska verður ikki neyðugt við so nógvum eftirlitsfólki um hetta mynstrið verður fylgt.

  2. Prísjavning. Eitt annað hugskot er at stovna ein nýggjan útreiðsluneutralan ráfiskagrunn, har stórur fiskur gjeldur inn í grunnin, og smærri fiskur fær tilsvarandi av stuðli úr grunninum. Harvið javnast prísurin i mun til stødd á fiski, og tí er ongin vinningur í at koyra smáan fisk útaftur.

Eg havi í fleiri greinum víst á veikleikar í fiskidagaskipanini og talað fyri kvotum, sum eini betri loysn, hóast vanda fyri útblaking. Nógv eru tó ikki samd við mær í hesum, og meta útblaking at vera ein so stóran trupulleika, at fiskidagaskipanin, hóast nógvu avmarkingarnar, er ein betri loysn. Men vónandi minka omanfyri nevndu møguleikar at byrgja upp fyri útblaking, um ræðsluna hjá nøkrum fyri kvotum.

Kvotur eiga annars at lutast ella seljast reiðaríum, og ikki skipum. Reiðarin eigur sjálvur gera av, hvussu hann fær hendur á fiskinum uttan nakra sum helst avmarkingar, bara hann ikki ger seg inn á fiskiskapin hjá øðrum. Á henda hátt sleppa vit undan spekulatión við skipum og veiðuloyvum.

Thormund Johannesen

Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc.