Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fyri Føroyar - ein sterkari fjølmiðlamarknaður

2014-05-16 18:13

Flest øll mugu vera á einum málið um, at okkurt má gerast við tí føroyska fjølmiðlamarknaðinum. Kringvarp Føroya ger eitt gott arbeiði, og er ein grundleggjandi partur av tí sterka fjølmiðlamarknaði, ið er týdningarmikil fyri okkara samfelag. Men trupulleikin við Kringvarp Føroya er, og hevur altíð verið, at vit við lóg áleggja hvørt húski at gjalda fyri hesa tænastu. Nei, eg sigi ikki, at vit skulu sleppa okkum av við Kringvarp Føroya, og heldur ikki sigi eg, at fjølmiðlar ikki eru neyðugir í einum samfelagi.

Hvørt ár betalur eitt vanligt húski í Føroyum 3.600 kr í kringvarpsgjald, og tá er tað líkamikið, um húskið nýtir hesa tænastu ella ikki. Er tað rætt, at øll húskir í Føroyum skula tvingast til at betala fyri slíka tænastu? Hvat við teimum ið ikki nýta Kringvarp Føroya? Tað er einki galið við, at brúkarin rindar fyri sín fjølmiðil, soleiðis hevur tað altíð verið. Men tað er galið, at ikki brúkarar, verður tvungnir til at rinda fyri eina vøru, ið tey ikki nýta.

Er tað rætt, at fíggjarligt tyngja tí einligu mammuna við fýra børnum við einum kringvarpsgjaldi, um tey ikki nýta tænastuna? Hvussu við pensjónistinum ið bert hevur eina avmarkaða inntøku at liva av. Rokningarnar frá Kringvarp Føroya tyngja veruliga hesu húskir fíggjarliga, og gjalda tey ikki, so verða tey hálaði fyri rættin.

Áður hevur verið skotið upp, at vit avtaka tey álagdu kringvarpsgjøldini, og heldur leggja tað upp í skattin. Men hetta er ikki loysnin, tí vit hava enn sama trupulleika tá. Tað verður enn fólkið, ið koma at betala fyri Kringvarp Føroya, hetta óansæð um tey ynskja teirra tænastu ella ei. Tað einasta vit gera, við at leggja tað upp í skat, er at umskipa býti av, hvussu nógv hvør einstaklingur rindar; tá er trupulleikin ikki loystur.

Hvat er tað so sum vit vilja?

Eitt av teimum 16 punktunum, ið Miðflokkurin varð stovnaður á, sigur: “ Miðflokkurin vil, at fíggjarligi einkarættur kringvarpsins verður tikin av”. Vit meta tað verða skeivt, at Kringvarp Føroya skal hava einkarætt í form av at verða alment fíggjað. Hetta gevur ikki hinum kappingarneytunum ein rættvísan møguliga at kappast, og hetta styrkir ikki um okkara fjølmiðlamarknað. Fyri at veruliga skapa ein sterkan fjølmiðlamarknað, so eiga vit at liberalisera hann fyri at skapa fría kapping. Vit skulu steðga tí almennu fíggingini hjá kringvarpinum, lata privatar aktørar koma uppí spæl, og á tann hátt lata kappingina koyra. Sum sagt, so er fjølmiðlamarknaðurin ógvuliga týdningarmikil, og vit kunna tryggja marknaðin við at alment stuðla fjølmiðlastovnarnar. Vit geva tí ein lítlan grundstuðul fyri at tryggja okkum, at fjølmiðlastovnarnir kunna arbeiða undir góðum treytum, og samstundis kann hesin grundstuðulin verða treytaður av, at fjølmiðlastovnurin røkkur ymsar skyldur. Vit kunna eisini á tann hátt tryggja okkum, at ein ávísur objektivitetur verður í arbeiðinum hjá fjølmiðlastovninum.

Ein liberaliseraður fjølmiðlamarknaður slær tvær flugir við einum smekki. Vit gera kringvarpsgjaldið sjálvboðið, soleiðis at fólk ikki longur skulu tvingast at gjalda fyri tað, og vit skapa samstundis ein størri, breiðari og sterkari fjølmiðlamarknað, ið er øllum føroyingum til frama.

Vinarliga
Aksel Flagstad Berg
Formaður
Ung fyri Miðflokkin