Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fýra góð ár hjá Klaksvíkar Kommunu

2013-05-27 22:57

Á býráðsfundinum 23. mai varð roknskapurin fyri 2012 góðkendur. Roknskapurin staðfesti, við 159,5 mió. kr. í inntøkum, týðiliga góðu gongdina, sum hevur verið seinastu fýra árini. Raksturin sammett við inntøkuna fall, og væl meiri var til íløgur, hóast lániskuldin varð goldin niður við 30,3 mió. krónum

Kommununnar roknskapur hevur til eina og hvørja tíð ein nátúrligan almennan áhuga, og tí ynski eg at endurtaka nakað av viðmerkingunum, eg hevði á býráðsfundinum. Tølini í roknskapinum vísa, hvussu býráðið stýrir og raðfestir nýtsluna av skattapeningi borgarans.

 

Ein býráðsseta
við framgongd
Seinastu fýra árini hava á mangan hátt verið ógvuliga spennandi. Byrjanin var torfør, tí  kommunan hevði stóra skuld og varð sett undir umsiting.  Tá ið 2009 var farið afturum, byrjaði alt at síggja meiri bjart út og framgongdin gjørdist týðilig.

 

Tað, sum er umráðandi hjá býráðnum, tá ið inntøkurnar vaksa, er, at halda aftur í rakstrinum, so íløgur kunnu gerast, samstundis sum lán verða goldin niður. Hetta hevur verið gjørt seinastu fýra árini.

Gleðiligt er at síggja, at vit í 2012, fjórða árið á rað kundu staðfesta meirinntøkur. 159,5 mió. kr. komu í kommunukassan. Hetta var ein trivalig meirinntøka við 14 mió. kr. Í fíggjarætlanini fyri  2012 mettu vit inntøkurnar meiri varisliga til 145,5 mió. kr. Hesa øking kunnu vit takka vinnulívinum fyri, tí vit vita, at Klaksvíkar Kommuna, sum er so tengd at vinnulívinum, altíð fylgir konjunkturunum, og tí er viðbrekin.

 

Raksturin úr 78,6% niður
í 63,1% av inntøkunum
Talvan niðanfyri vísir gongdina í skattainntøkunum, rakstrarútreiðslunum, avlopinum og lánibyrðini hjá Klaksvíkar Kommunu frá 2008 til 2012:

Lyklatøl (mió. kr.)             2008      2009     2010     2011      2012
Skattainntøka                    127,0     125,6    137,4    152,0     159,5
Rakstrarútreiðslur             99,8       86,5       94,7       98,9     100,6
Avlop til íløgur o.a.             27,2       39,1       42,7       53,1       58,9
Rakstur í % av innt.           78,6%   68,9%   68,9%   65,1%   63,1%
Lánibyrðan                        176,0     168,4    162,7     153,9    145,7

Sum tølini omanfyri vísa, er lánibyrðan hjá Klaksvíkar Kommunu minkað við 30,3 mió. kr. undanfarnu býráðssetu. Samstundis sum nógvar íløgur eru gjørdar.

Tað hevur nú verið frammi, at taka upp avdráttarfrí lán. Hesum tekur Fólkaflokkurin ikki undir við, tí tá er vandi fyri, at raksturin hækkar og minni verður eftir til íløgur. Vit síggja tað sum eina sera vandamikla gongd, at eitt býráð tekur avdráttarfrí lán til eitt nýtt býráð at gjalda, samstundis sum víst er á, at tað ikki slepst undan at raksturin veksur.

 

Nógvar íløgur
seinastu setu
Tað er umráðandi at geva bæði tí privata og tí almenna góðar karmar at virka í. Her hevur býráðið so avgjørt ikki staðið aftarlaga seinastu fýra árini.

Eg vil nevna nøkur mál úr rúgvuni, sum eru framd.

Skúlin við Ósánna var ein stór verkætlan, sum allir partar í dag eru glaðir fyri. Vit fóru undir at byggja nýtt røktarheim, sum verður tikið í nýtslu í ár. Undir Kráarbrekku eru stórar íløgur gjørdar, sum eru komnar okkara eldru borgarum væl við, og sum tey veruliga gera nýtslu av, bæði í Ven og Virka og í Smæruni, har góðir møguleikar eru fyri nógvum virksemi.

Spillivatnsætlanin, sum hevur bíðað í alt ov nógv ár, varð veruliga sett á skinnarar, og hetta flytir kommununa umhvørvisliga langt fram á leið. Fyrireikandi arbeiðið varð gjørt, at útbyggja bryggjuna við eitt av okkara stóru arbeiðsplássum, Klaksvíkar Sleipistøð, og peningur settur av. Vit høvdu eina so avbera væl eydnaða hugskotskapping um miðbýin, sum enntá gav Klaksvíkar Kommunu heiðurin frá landsins myndugleikum sum besta átak í 2012.

Hóast vit í Fólkaflokkinum sita í minniluta, verður okkara arbeiði hesa setuna at fremja tey átøk, vit hava sett út í kortið, men sum ikki vórðu fullførd.

Tað er ógvuliga umráðandi, at vit øll standa saman, so býráðið saman við okkara borgarum og vinnulívi, kunnu uppliva framhaldandi nýhugsan og framgongd, sum vit hava sæð.

Gunvá við Keldu
Býráðslimur fyri Fólkaflokkin