Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fýra áheitanir frá pensjónistunum

1899-12-31 14:24

Tíðindaskriv

Landsfelag Pensjónista vil í samband við komandi val heita á politisku flokkarnar, at taka viðurskiftini hjá pensjónistum við í valskránna, har m.a. hesi mál hava stóran týdning:

1. Útgjald frá Samhaldsfasta skal verða skattafrítt.
Samhaldsfasti verður skattaður tvær ferðir í dag - við inngjald og við útgjald. Hetta eigur at broytast somuleiðis sum aðrar pensjónir, sum í dag verða skattaðar við inngjald og eru tí skattafríar við útgjald.

2. Hækka grundupphæddina.
Skattafría grundupphæddin skal hækkast við í minsta lagi 580 kr., sum hon varð lækkað við í 2016.

3. Mótrokningarfría inntøkan skal hækkast upp til kr. 100.000.
Tað skal kunna løna seg hjá pensjónistum at arbeiða eftir pensjónsaldur. Í dag verður viðbótin mótroknað, tá inntøkan fer uppum kr. 61.900 fyri støk og kr. 80.000 fyri hjún, og tá er brennistuðulin eisini tikin burtur. Mælt verður eisini til, at mótrokningarprosentið í viðbótini verður lækkað frá 60% til 30%.

4. Fráfaringaraldurin skal burtur.
Tað skal lóggevast, at tað ikki er loyvt at siga fólki upp vegna aldur. Pensjónsaldur skal ikki vera tað sama sum fráfaringaraldur á arbeiðsmarknaðinum. Tað skal ikki verða aldurin, men arbeiðsførleikin, ið avger, um ein skal av arbeiðsmarknaðinum ella ikki.

13. aug. 2019
Landsfelag Pensjónista