Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Fúl og ónormal veðurtíðindini

2015-06-17 02:50

Eg haldi vit skula avskaffa veðurtíðindini, tí tey eru ikki sum tey eiga!

Vit hava lært í bókini, at tað eigur at verða sól og hiti í luftini um summarið og kavi og kuldi um veturin. Hettar, at tað heglaði í gjár 14.juni og ælabogin var so fúlur, at gleiva yvir Tórsvøll undir prime time. Hettar eigur ikki at koma fyri, og eigur ikki at verða tolererað í okkara vakra gráa og fátáttaða samfelag, sum eigur at verða eftir læruni. Alt, sum ikki er eftir bókini, skal burtur og ikki tosast um, tí tað er ikki til. Tí sigi eg, burtur við veðurtíðindunum, á blámann við veðrinum, gloym í gjár og heglingin. Tví fáið ælabogar. Eg vil ikki rinda longur fyri veðurtíðindini, tá tey boða frá ótespiligheitum, stikk ímóti bókini.
Ja, vit kunna avskaffa veðurtíðindini, men veðrið fáa vit ikki gjørt so nógv við. Líka so lítið fáa vit gjørt við tað, at vit menniskju eru ymisk. At kippa miðilin ella sløkkja senuna, broytir ikki tað faktum, at vit eru ymisk. Tíbetur!