Bogi er 47 ár, og er giftur Jóhannu. Tey eiga 2 dreingir Hugin 15 ár og Nóa 11 ár. Bogi er valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin.

For. í Vinnunevndini
Limur í Teknisku nevnd
limur í trivnaðarnevnd
limir í eldranevndini
formaður í fjarðhitafelagnum

Frítíðarætlan fyri korona-summarið 2020 í høvuðsstaðnum

2020-05-01 08:42

Vinnunevndin mælir til at gera eina frítíðarætlan fyri korona-summarið 2020 í høvuðsstaðnum. Endamálið er at útbyggja møguleikarnar at njóta summarið í høvuðsstaðnum. Heitt verður á borgarar at koma við hugskotum

 

Korona áleggur okkum at vera heima í alt summar, og tað merkir, at tað m.a. verður her í høvuðsstaðnum, vit skulu halda okkara summarfrítíð.

 

Í hesum sambandi havi eg lagt uppskot fyri vinnunevndina um, at Tórshavnar býráð ger eina ætlan at dagføra og útbyggja møguleikarnar hjá okkum øllum at njóta frítíðina í høvuðsstaðnum og í náttúruni kring høvuðsstaðin.

 

Tað snýr seg m.a. um at seta upp fleiri beinkir og borð úti í náttúruni, seta upp fleiri spælipláss, gera tað møguligt at svimja á sjónum undir tryggum umstøðum við skiftirúmum og brúsum uppi á landi. Tað er bert hugflogið, sum setir markið, so vinnunevndin sóknast eftir fleiri hugskotum at seta inn í eina slíka ætlan.

 

Vit vilja fegin hava borgararnar við í hesa ætlan. Øll eru vælkomin at skriva hugskot inn á torshavn@torshavn.fo, og nevna teldupostin ”Korona-summarið 2020”. Hugskotini verða síðani viðgjørd nærri í einari yvirskipaðari ætlan.

 

Vinnunvendin hevði fund í gjár, har nevndin mælti til, at ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkur undir stjórnarskrivstovuni við umboðum fyri mentamáladeildina, býarskipanardeildina og Visit Tórshavn ger uppskot til frítíðarætlan fyri ”Korona-summarið 2020”. Ein ætlan, sum kann førast út í lívið uttan langar fyrireikingar.

 

Talan skal vera um skjótar loysnir, ið bera væl til, og sum allir borgarar í Tórshavnar kommunu, ja allir føroyingar, kunnu fáa ágóðan av í summar. Haldið tykkum ikki aftur at skriva hugskot inn á torshavn@torshavn.fo.

 

 

Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndin

Tórshavnar býráð