Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fretur ella skerpikjøt

2014-06-27 02:47

Hugsjónir eru vegleiðar. Men hugsjónir kunnu eisini gerast andalig fongsul. Kynstrið er at kenna munin millum fret og skerpikjøt

(Pisurøða fyri studentum og HF'arum úr Hoydølum, 26. juni 2014).


Tveir menn standa og práta – annar hevur eitt turt tjógv í hondini.

-        Hevur tú fratað? spyr hann hin.

-        Fratað – nei, eg havi ikki fratað.

-        Ikki? Halga doyð hetta kjøtið luktar gott meðni!


Henda lítla søgan var einaferð tekningin hjá Óla P á baksíðuni á Sosialinum.

Tað var ein genialur máti at snara einum kendum orðataki eitt sindur: Tað veldst um eygað sum sær, siga vit. Men tað veldst altso eisini um nøsina, sum luktar!

---

Góðu studentar! Góðu HF’arar!

Takk fyri heiðurin at sleppa at siga nøkur orð, sum tit kunnu taka við frá tykkara stóra degi.

Og eitt sum er gott at minnast til í lívsins meldri, er tað, eg byrjaði við: At tað í øllum lívsins viðurskiftum veldst um okkara egnu eygu og okkara egnu nøs. Tað veldst um okkum sjálv.

Ein heldur okkurt vera keðsamt ella ljótt ella ræðandi – ein annar heldur tað sama vera spennandi, flott ella áhugavert.

Sansirnir registrera heimin og alt sum er í honum, men tað er sinnið sum ger av, um vit síggja nakað virði í tí ella ikki.

Summi síggja forðingar, onnur síggja møguleikar. Summi lata seg tøla og verða hugtikin – onnur halda bara alt vera grátt útyvir grátt.

Summi lukta skerpikjøt – onnur lukta fret.

 

Hugsjónir eru vegleiðarar

Vit hava tvey frálík orð á føroyskum: ”hugmynd” og ”hugsjón”.

Vit síggja veruleikan – men vit síggja eisini myndir í okkara huga. Vit kunnu siga, at vit við okkara hugmyndum og hugsjónum tulka veruleikan.

At hava eina hugsjón er at møta verðini við egnum virðum. At hava sína egnu hugsan um tingini. At vera forvitin. At hava dreymar. At vilja broyta verðina, sum er uttan um okkum, so hon kemur í betri samsvar við hugsjónina, sum er í okkum.

Tey, sum liva í samsvari við sínar hugsjónir, seta sær spor í lívinum. Tey broyta okkurt. Tey, sum onga hugsjón hava, seta eingi spor. Tey reka við rákinum. Meina tað, sum tað er lættast at meina. Keypa tað, sum reklamurnar biðja tey keypa. Tey liva eitt lív, sum onnur hava lagt til rættis.

At liva sítt egna lív og fara sína egnu kós, er ikki lætt. Tí tað eru nógv, sum vilja draga tykkum sín veg. Tey virði, sum eru uppi í tíðini - tíðarandin – togar í tykkum. Reklamurnar toga í tykkum. Familja og vinir toga í tykkum. Kirkjur og samkomur toga í tykkum. Hægri útbúgvingarstovnar toga í tykkum.

Hava tit onga hugsjón, missa tit fótafesti, og lata onkran annan seta tykkara kós.

Tit standa nú frammanfyri fleiri heilt grundleggjandi valum, sum fara at verða avgerandi fyri alt tykkara lív. Hvørja ferð tit gera eitt val, eiga tit at spyrja tykkum sjálv, hvør tað nú er, sum velur. Eru tað tit sjálv? Ella er tað kanska onkur annar? Gera tit tað, sum tit vilja – ella tað, sum onkur annar vil?

Skulu tit liva tykkara egna lív, so mugu tit gera tykkara egnu val. Og skulu tit tað, mugu tit gera tykkum greitt hvørji tykkara egnu virði eru. Hvør tykkara hugsjón er.

Ikki bara sum privatpersónar, men eisini sum borgarar í samfelagnum mugu tit hava hugsjónir.

  

Í Føroyum fylla tit nógv

Eg kann ikki siga, hvørji persónlig virði tit skulu hava. Men í tykkara brósti er okkurt, sum kennist rætt. Tí skulu tit fylgja.

Eg kann heldur ikki siga, hvat tit skulu halda um okkara lítla land. Men Føroya framtíð er í tykkara hondum – og eg vóni, at tit eisini hava onkra hugsjón um hesa framtíð.

Tit eru vaksin upp við deprimerandi tosi um fráflyting og skeiklaða aldurspyramidu.

Ein orsøk til at fólk ikki flyta aftur til Føroya eftir lokna útbúgving er, at hugmyndin av landinum er blivin ov myrk. Tað negativa verður blást upp – og tað verður gáað ov lítið um tað positiva.

Tað eru for nógv, sum lukta fret – og for fá, sum lukta skerpikjøt.

Summi halda tað lukta at freti, at vit eru so fá. Ella at vit eru so langt burtur frá øðrum. Ella at vit viga so lítið í altjóða viðurskiftum.

Men er hugmyndin ein onnur, ja, so luktar tað av skerpikjøti, at vit, hóast vit eru so eru so fá, hava egið land, egið samfelag, egið mál og egna mentan. Tað luktar av skerpikjøti, at hvør einstakur fyllir nógv meira og kann hava nógv størri ávirkan enn nakra aðrastaðni. Tað hekk ein ráki av skerpikjøti uppi við tí, tá smáu Føroyar herfyri vunnu eitt fleirtjóða stríð um fiskirættindi. Tað ger tað eisini, tá vit umboða okkum sjálv í altjóða ítrótti. Øll okkara flotta, villa náttúra hevur sama ráka av skerpikjøti.

So - fretur ella skerpikjøt? Tað veldst um hugmyndina.

Tí vóni eg ikki, at tit taka til tykkum ta ljótu hugmyndina av okkara landi, sum farnu árini hevur verið at sæð í destruktivum kjakum á sosialu miðlunum. Hetta at Føroyar sokka og Føroyar stinka. Umsitingin riggar ikki - eg rými! Politikararnir eru vánaligir - eg rými. Livurpostei er ov dýrt í Føroyum - eg rými!

Fólk sum tosa soleiðis, siga mest um seg sjálv. Tí vit hava altso meira at vera stolt av og góð við, enn at ilskast um. Men býtur tann negativa hugmyndin seg fasta, kann hon blíva røtt í huganum á alt ov nógvum.

Og tað hava Føroyar ikki ráð til. Tí tit eru framtíðin.

Eg vóni, at tit verða áhugað í okkara smáu húsum her úti, mitt í sjónum. At tit lata vindeyguni upp, at tit rista tey gomlu, støvutu teppini, at tit seta nýggjar litir á. At tit geva Føroyum eitt snið, sum samsvarar við tykkara hugsjón um landið. Tað er tykkara rættur, tí vissi tit vilja, so er tað tykkara land. Her fáa tit pláss, her hava tit møguleikar. Her kunnu tit gera so nógv gott, og so nógv spennandi.

 

Hugsjónir sum blinda

Tá eg havi sagt, at hugsjónir eru neyðugar, má eg leggja afturat, at tær eisini kunnu vera skaðiligar.

Tí ein hugsjón kann lýsa so bjart, at hon blindar okkum. Tær hugsjónarligu brillurnar kunnu vera so sterkar, at vit als ikki síggja veruleikan.

Tit hava lisið um nazismu og kommunismu. Tit hoyra hvønn dag um islamismu. Tað eru ekstrem dømi um hugsjónir, sum hava blindað milliónir av fólki. Moralur, kenslur, menniskjalig umsorgan, vit og skil – alt verður sett í aðru røð, tí hugsjónin skal fylgjast.

Men hugsjónir kunnu vera skaðiligar fyri tað, um tær ikki eru so ekstremar og altfevnandi.

Líka til stutt áðrenn tit vórðu fødd, gekk til dømis ein religiøsur múrur gjøgnum føroyska samfelagið. Aðru megin tulkaðu fólk nøkur bíbliuvers um dóp upp á ein máta – hinumegin uppá ein annan máta. Fólk krøktu seg so føst í henda lítla munin millum religiøsar fatanir, at hann skuggaði fyri øllum, sum kundi sameint tey - og tað skapti split í bygdum, split í familjum, split millum hjún.

Fylgja tit okkara politiska kjaki síggja tit eisini, at fólk her heima kunnu blindast av politiskum hugsjónum.

Fyri summi er loysing rættari enn samband; fyri onnur er tað øvut. Summi hella til vinstru - onnur hella til høgru. Men tað eru fyrimunir og vansar í øllum; tað eru nuansur í øllum. Og tá fólk einki sum helst gott ella rætt duga at síggja í tí, sum onnur halda, er orsøkin oftast, at tey eru so blindað av síni egnu hugsjón, at tey ikki síggja veruleikan. Tá fer politiska stríðið heldur ikki at snúgva seg um veruleikan, men um hvør hugsjón skal vinna.

Síggja vit ikki ta veruligu myndina, men bara okkara egnu hugmynd, ganga vit okkum í óføri. Bæði sum einstaklingar og sum samfelag.  

Hugsjónir skulu vera vegleiðarar í øllum lívsins viðurskiftum. Men serliga tær politisku og religiøsu hugsjónirnar kunnu púra taka ræði á tykkum, og fáa tykkara tankar og sinni at frysta til ís.

Tykkara hugsjón er ikki longur ein vegleiðari tann dag, tit ikki duga at hyggja kritiskt at henni uttanífrá. Tá eru tað ikki tit, sum eiga hana, men hon, sum eigur tykkum. Tá er hon ein múrur millum tykkum og veruleikan; eitt andaligt fongsul.

Fólk, sum læsa seg inni í sínum hugsjónum, tola ikki aðrar meiningar enn sínar egnu, tí tey missa førleikan at skilja aðrar meiningar. Og so verða tey antin avbyrgd – ella fara fanatiskir og diktatoriskir tankar at spíra í teirra sinni. Tí tá hugsjónin ikki samsvarar við veruleikan, so má veruleikin fáast at samsvara við hugsjónina. Kosta hvat tað kosta vil.

Viðhvørt endar tað í blóðbaði, men tað er skaðiligt langt áðrenn tað kemur so langt. Tí skulu tit varða tykkum fyri dogmatiskari hugsan – uttan mun til, um hon er av politiskum, religiøsum ella øðrum slag. Tey, sum treytaleyst fylgja fanatikarum, liva ikki sítt egna lív, men eru andaligir trælir.

Í øllum viðurskiftum mugu tit royna at síggja munin millum tað, sum er ektað, gott og satt - og tað, sum er falskt ella skaðiligt ella bara innantómt.

Ella - fyri at halda okkum til Óla P: Tit mugu kenna munin millum fret og skerpikjøt.

 

Bítið í lívið

Tað er so nógv annað, tit skulu hugsa um og minnast til og ansa eftir. Hjá tí sum vil liva í samsvari við síni virði, er faktiskt ikki so lætt at liva. Tað er skjótt at gera mistøk. Men so mugu tit eisini minnast til, at tað er betri gera eitt mistak, enn einki at gera.

Tey flestu av tykkum eru leysir kroppar enn. Tit hava nú eitt frælsi, sum tit ikki fara at hava seinni í lívinum, tá starv, maki, børn og skuld fara at fylla gerandisdagin.

Njótið hesa tíðina. Farið út í heimin. Roynið hetta, snoddið at hasum; bítið í lívið. Jú fleiri spennandi upplivingar tit ogna tykkum tey næstu árini, jú fleiri dýrabar minni leggja tit í eina lítla, gylta eskju í tykkara sinni. Eina eskju sum alt lívið kann takast fram, og geva ókomnum døgum ein góðan anga.

Minnist til at hóast summi gomul fólk angra tað, tey gjørdu sum ung, so eru nógv fleiri sum angra tað, tey ikki tordu at gera.

So fylgið tykkara egnu dreymum, og leypið útí. Eisini har, sum tit ikki grynna.

Góða ferð - og gott summar!

Takk fyri.