Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fremur náttúruoyðing við at bróta rættarreglur

Um oyðingina á Sundi og í Sundsá 7

Preludium:
Sólin skínur á Sund í morgun. Fjørðurin blikar. Fjøran sæst sum ein grábrún rond ímillum tað døkkgrøna gerðið og tann blágráa sjógvin. Ein vøkur sjón hiðani úr Soylugørðum. Seinri í dag fer henda størsta malargrótsfjøran á hesum leiðum undir blágrýti. Vit eru á gáttuni til størstu náttúruoyðingina í Suðurstreymi í hesi øldini. Sundsá er lítil í morgun. Men hon hoyrist. Tann støðugt larmandi aksturin hevur ikki tikið seg upp enn. Klokkan er bara seks.

Sorgarleikur:
Náttúruoyðingin kann av álvara fremjast í verki í dag. Ein orsøk er, at býráðið í Havn hevur ikki hildið samanleggingarsáttmála millum Tórshavnar kommunu og Kaldbaks kommunu frá 1974. Kommunan hevur heldur ikki hildið landsstýriskunngerðina um henda sáttmála frá 1976. Og hesa framferð letur kommunala eftirlitið fara aftur við borðinum. Rættarsamfelag? Eg spyrji.

Í sáttmála stendur: “Kaldbaksnevndin vegleiðir, umrøður og ger tilmæli til býráðið í málum, ið hava við spurningar í Kaldbak at gera”

Men í feska náttúruoyðingarmálinum á Sundi fekk kaldbaksnevndin ikki høvi at umrøða uppskotið at broyta byggisamtyktina fyri Sund. Tað er henda byggisamtyktin, sum heimilar náttúruoyðingini. Kommunan legði ikki málið fyri nevndina, og nevndin fekk ikki fundarboð fyrrenn tann 19. januar í ár. Tað var dagin fyri, at freistin í hoyringstíðarskeiðinum var farin.

Um kaldbaknevndin hevði fingið uppskotið at broyta byggisamtyktina at “umrøða”, áðrenn býráðið viðgjørdi málið í november í fjør, hevði nevndin gjørt eitt “tilmæli”, sum ikki tók undir við uppskotinum um at broyta byggisamtyktina. Tað kann hugsast, at tá býráðið endaliga skuldi viðgera málið tann 30 november, vigaði “tilmælið” hjá nevndini so mikið tungt, at býráðið kanska hevði umugsað at broytt byggisamtyktina. Og tikið upp samráðingar við kaldbaksfólk.

Men hvørki kaldbaksnevnd ella fólkið í Kaldbak vistu nakað um hesa duldu ætlan, fyrrenn hon verður løgd fram alment, og komið er til hoyringartíðarskeiðið. Alt hetta frættu vit – íð búgva við henda frá náttúruni vakra Kaldbaksfjørð – sum slatur. Sum leysasøgur. Og tað hendir í einum rættarsamfelagi. Í eini kunningartíð, tey nevna. Í einum samfelag, sum skal hava gjøgnumskygni. Í einum framkomnari kommunu!!!

Býráðið kundi bøtt skaðan, tá nærum øll kaldbaks bygd skrivaði undir hoyringsskrivið, sum mótmælti byggisamtyktini. Býráðið kundi sýnt ein fólkaræðiligan hugburð. Nærum hvørt mansbarn í bygdini segði kortanei til at oyðileggja 500 metrar av fjøru á Sundi. Vit søgdu kortanei til eitt vinnuøki. Vit vildu varðveita náttúruna. Vit tóku ikki undir við tí sera ússaligu grundgevingini hjá yvirfriðingarnevndini um, at “náttúran á Sundi er longu farin”.

Men býráðið helt fram við síni duldarfullu herferð ímóti 170 kaldbaksfólkum. Tann 2. mars samtykti ein meiriluti í býráðnum at broyta byggisamtyktina fyri alt økið á Sundi. Líka frá núverandi skemmandi, dálkandi og ótrivaliga vinnuøki eystur til eystasta enda á gomlu gerðunum. Tað merkir, at býráðið skjúgvaði ynskini hjá kaldbaksfólki til viks. Ein minniluti atkvøddi blankt.

Taka vit saman um, so fylgdi Tórshavnar kommuna hvørki samanleggingarsáttmálanum ella landsstýriskunngerðini um henda sáttmála. Hóast hetta brot, staðfesti aðalráðið, sum varðar av hesum máli – Heilsu- og Innlendismálið – býráðsavgerðina, dagsett 2. mars, tann 23. mars. Tað merkir, at Heilsu- og Innlendismálaráðið legði sektin á brotið hjá kommununi og mótmælið hjá kaldbaksfólkið.

Nú varð gøtan ruddað fyri náttúruoyðingini á Sundi. Nú kundi byrokratiið og teknokratiið í kommununi skála við lógvabrestum. Byrokratiið hevði lopið upp um samanleggingaravtalu og kunngerð um kaldbaksnevnd. Harafturat var tað eydnast at vinda kvinnu-junta´ina um lítla fingur. At enda var tað eydnast byrokratinum í høvuðsstaðnum at fáa Heilsu- og Innlendismálaráðið at staðfesta náttúruoyðingina. Og ikki at taka brot á avtalu, kunngerð og mótmælið hjá kaldbaksfólki í álvara. Tað átti at verið ein sjálvfylgja í einum rættarsamfelag. Men rættarviðurskifti eru eisini dumpað í hesum sorgarleiki.

Nú kundi so avtalan um náttúruoyðingina fáast undir land. Dagin eftir tjóðardagin – flaggdagin – settu so borgarstjórin, saman við fyrisitingarstjóranum og havnameistaranum – høvuðstalsmanninum fyri at oyða náttúru og fyri einum vinnuøki, sum kommunan ikki veit, hvat skal brúkast til – nøvnini undir sáttmálan at taka ímóti blágrýtinum úr tunnlinum. Hetta var sama dag, sum forkvinnan í náttúru- og umhvørvisnevndini um morgunin hevði boðað frá, at Sund og Sundsá skuldi eirast og at grótið skuldi fyllast í gamlar náttúrusyndir. Men hennara ætlan varð skjúgva til viks í góðum fólkaræðiligum anda.

Postludium:
Ígjárkvøldið græt Sundsá. Kjafturin á gulu gravimaskinuni rakk oman í malargrótsfjøruna á Sundi. Ta størstu í Suðurstreymi. Í dag fara lastbilar at grýta grót yvir malargrótið. Grót, sum onnur friðhalga. Grýta blágrýti út á sandbotnin. Sandbotn, sum onnur lond friðað. Nú verður náttúruoyðingin framd í verki. 500 metrar av fjøru skulu undir blágrýti. Nú verður oyðsla við sjóvarstrond. Sjóvarstrond, sum ein kend kvinna ikki hevði ráð at oyðsla við fyri hálvum triða ári síðani. Men vald skúgvar hugsjónir, fólkaræði og rættindi hjá eini bygd til viks. Tit hava reist tykkum ein skammiligan minnisvaraða. Men eg havi brotið lunnindarættin hjá bóndunum við fjørðin. Eg tók malargrót – tríggjar steinar – ta vøkru kvøldarstundina í gjárkvøldi. Ein til forkvinnuna í náttúru- og umhvørvisnevndini. Sum minni um náttúruoyðingina. Ein til forkvinnuna í byggi- og býarskipanarnevndini. Sum minni um náttúruoyðingina. Og ein til mín sjálvs. Sum minni um eitt stríð fyri at verja ein part av okkara náttúru og ímóti yvirvøldini í Tórshavnar kommumu. Vónandi ikki til fánýtis.

Grát mítt elskaða land!

Í Niðaru Soylugørðum í Kaldbak skemdardagin 7. juni 2017
Jóhann Mortensen