Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Karl Birgir Isaksen, formaður í Vinnulívsráðnum í Klaksvík

Fremjið ikki søguligt hóttafall fyri Klaksvík

Bræv sent Løgtingsins Vinnunevnd!

Soleiðis sum uppskotið um fiskivinnunýskipanina í løtuni sær út, kemur hetta at fáa sera víðfevndar og álvarsligar avleiðingar fyri búskaparliga grundarlagið undir Klaksvík. Tí vil Vinnulívsráðið í Klaksvík, sum er felagsskapur við 55 vinnulívsfyritøkum, koma við hesi ávaring.

Samstundis sum vit vísa til tey mongu hoyringsskriv, sum hiðani eru komin til Vinnunevndina frá vinnuni, fakfeløgum bæði arbeiðarafeløgum og handverkarafeløgum í Klaksvík o.ø., fara vit enn einaferð at staðfesta, at fiskivinnan á sjógvi og á landi, sum eru sjálvskaptar, er samfelt lívsgrundarlagið hjá Klaksvík og Norðoyggjum og tað er her út frá, at partar innan tænastuvinnuna yvirhøvur yvirliva og at økið sostatt bæði hevur fótað sær og hevur givið sítt virðismikla íkast til føroyska samfelagið gjøgnum árini.

Vitandi um, at størstu feløgini longu í ár missa einar 100 mió. krónur sum er í tilfeingisgjøldum o.ø. sum beinleiðis verða tikin úr rakstri og úr møguleikum til nýíløgur. Hetta fer beinleiðis í landskassan.

Ymiskt sum vinnan gevur av sær
Meðan okkurt av feløgunum fær trupulleikar í samband við íløgutørvin yvir styttri og longri tíðarskeið og at leggja framtíðina tilrættis og annað felag við bæði spurningum um “antitrust” og pening til nýíløgur,

Tá vit vita – sum ikki er nakað nýtt - at sera ymist er, sum vinnan gevur av sær, er umráðandi, at feløgini hava pening til konsolidering at taka hædd fyri upp- og niðurgongdum og at “bygt verður borð fyri báru”.

Annað mál er útlendskur kapitalur í føroysku vinnuni. Tað kann tykjast løgið og óumhugsað, tá vit minnast, at til tíðir hevur politiski myndugleikin verið samdir um, at neyðugt verður – eins og í londunum uttanum okkum – við útlendskum kapitali, tí allar tíðir eru og verða ikki eins, at nú allur útlendskur kapitalur skal úr fiskivinnuni. – Ongin ivi eru um, at hetta fer at skaða føroysku vinnuna sum heild, at skip helst verða løgd, fiskivinnan á landi fær eitt bakkkast og sostatt fer arbeiðsloysið millum tímalønta fólkið, sum í dag er lágt, at økjst.


Rakar harðliga vinnu, mentan 
og kommunukassan
Sum áður sagt, so fer hetta at skaða Klaksvík, helst hvørt einasta heim. Vit skulu minnast til, at vinnan eisini letur nógvan pening til m.a. mentanina, ítrótt og onnur fólkslig átøk, fyri at hesin partur verður hildin uppi. Tí fara vit at heita á vinnunevnd løgtingsins um at taka hetta við í viðgerðina at:

  • Fleiri av skipunum, sum eisini gera tað arbeiðsskapandi á landi verða løgd.
  • At tey 200 tímaløtu og manningarnar, onnur 200 fólk, eru í vanda fyri at missa arbeiðið. (Heimaleiðirnar bara, hava ongantíð í nýggjari tíð verið tær sterku fíggjarliga fyri feløgini, men hava givið nógv arbeiði).
  • At avleiddu vinnurnar fáa afturgongd, færri lærlingar verða tiknir inn og arbeiðspláss helst verða niðurløgd.
  • At Ítróttarfeløg, mentanar- og onnur fólkslig átøk , sum vanliga verða í stóran mun fíggjað av bæði teimum stóru og smærru feløgunum verða dygt skerd.
  • At kommunukassin missir stórar upphæddir og tí verður lamdur og ikki kann verða so virkin sum hann ígjøgnum árini hevur verið.

Vinnulívsráðið fer tí at heita á vinnunevnd løgtingsins, um at viðgera hetta í tí álvarsemi, sum tað omanfyri er nevnt og eisini við tí í huga, at verða partar av vinnuni niðurðurlagdir, verður seinur dagur, at hetta verður endurreist, sum føroyska søgan ígjøgnum árini hevur víst.

Klaksvík 26. oktober 2017.

Við hávirðing
Vinnulívsráðið í Klaksvík – umboðandi 55 feløg
Karl Birgir Isaksen, formaður