Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Frank og flogvøllurin

2013-08-21 22:13

Í almennari grein leggur Frank Davidsen Tórshavnar kommunu undir at hava staðið fyri eini ”miljardaætlan” við Stórutjørn, sum hevði verið ”størsta byggigøla í Føroya søgu”, og tað hevði verið ”skattaborgarin í Tórshavn sum hevði kent fíggjarliga sviðan av hesi øðrvitisætlan”.

Um alt er líka eftirfarandi sum hetta, sum Frank Davidsen skrivar um í hesi grein, so er sera lítið høpi í samanlagt.

Í fyrsta lagi hevði Tórshavnar kommuna onki við ætlanina við Stórutjørn at gera, annað enn at vera loyvisgevi og eftirlit eins og í øllum øðrum byggimálum. Í øðrum lagi var tað eitt privat felag, ið stóð fyri hesi ætlan, sum hvørki kommuna ella borgarar á nakran hátt fíggjarliga bóru nakra ábyrgd av.

<b>Ongar visjónir</b>

Eins og fleiri onnur óttast Frank eina stóra íløgu í ein altjóða flogvøll á Glyvursnesi, m.a. av tí orsøk, at ”avkastið er so lítið” og at tað <b>bara</b> eru ferðafólkini, sum kunnu gjalda gildið við hækkandi ferðaseðlaprísum.

Hetta sýnir ógvuliga væl, hvørjum stigi, kjakið um flogvøll liggur á. Her eru ongar visjónir, onki hugflog, ongin vilji.

Samstundis sum vit verða útistongd frá grannamarknaðum duga vit ikki at síggja møguleikan at flyta heimsins bestu vøru loftvegis til fjarar og ríkar marknaðir. Tað høvdu vit kunnað við einum flogvølli á Glyvursnesi.

Meðan vit brúka miljónir uppá at lokka vælhavandi ferðafólk til Føroya og selja Føroyar sum konferansuland burturav, so kunnu vit ikki tryggja teimum at konferansan verður hildin, uttan tey koma til Føroya eina viku frammanundan og taka frí nakrar dagar eftir konferansuna.

Hesa trygd kundu tey fingið við einum flogvølli á Glyvursnesi.

Tað er rættiliga hugstoytt, at vit bert síggja inntøkumøguleikar í ferðafólki millum Kastrup og Vágar, meðan vit á hini síðuni seta almennan pening í stórar visjónir um at heimsins ríkastu skulu eta føroyskt á heimsins bestu matstovum í útheimi, ella koma higar sum gastroturistar at ríka okkum upp. Og samstundis flýgur alt sambandið millum Evropa og Amerika beint uppiyvir høvdinum á okkum og hevur hvørki pláss ella atstøður til at lenda.

Í niðurstøðuni í kanningini hjá Asplan í 2006 varð staðfest, at fjóðra hvørt flogfar um Vága floghavn var seinkað meira enn 4 tímar. Hóast stórar útbyggingar og nýggja tøkni er støðan framvegis óhaldbær. Í ár hevur verið heilt galið.

Og so tosa vit aftur og framhaldandi um reglusemi. Og vit kunnu umaftur og umaftur staðfesta, at høvdu t.d. oyggjaleikirnir verið í Føroyum í 2013, so hevði tað verið ein skandala. Og tað er við bivandi hjarta, at nakar fer undir at fyriskipa altjóða tiltøk í Føroyum undir verandi umstøðum.

<b>Hvat er ein altjóða flogvøllur?</b>

Ein altjóða flogvøllur er ein floghavn, sum kann taka ímóti altjóða flogferðslu, ferðafólki og farmi. Hetta merkir, at talan skal vera um eina floghavn, sum lýkur øll myndugleikakrøv til inn- og útflúgving við stórum ferðafólka- og fraktflogførum.

Og vit kunnu so enn einaferð endurtaka, at endaliga niðurstøðan hjá Landsverk í kanningini í 2010 var, at tað serliga við Glyvursnesi í mun til hinar møguleikarnar er, at her ber til at gera fløgvøll heilt upp í 2,7 kilometrar, og tí er henda loysn tann best framtíðartryggjaða. Harumframt er ongin trupulleiki við turbolensi, sum er ein av trupulleikunum aðrastaðni.

Í fjør kom nýggj frágreiðing um reglusemið í sambandi við turbolens, har kanningarnar umfataðu Vágar, Søltuvík og Glyvursnes. Niðurstøðan er stutt og greið: ”Av teimum trimum plássunum, sum eru kannað, er Glyvursnes best egnaða stað til alternativan flogvøll!”

<b>Íleggjarar</b>

Eitt annað, sum vísir vantandi ímyndingarevni í dagsins kjaki er, at orðadrátturin altíð endar við, at fólk fara at tosa um, hvussu stór íløgan verður fyri Havnina og landið alt, hvussu kostnaðarmikið tað verður fyri tey ferðandi o.s.fr.

Hetta er fullkomiliga visjónsleyst møsn. Ein ætlan um ein altjóða flogvøll má innibera, at vit finna áhugaðar íleggjarar kring allan heim, sum hava áhuga í at millumlenda, fáa tænastur á leiðini, at flyta farm og/ella ferðafólk. Teirra áhugi má so sjálvandi vera, at hetta verður gjørt so bíligt sum gjørligt, til tess at vekja áhuga og til tess at taka bardagan upp á marknaðinum.

Ein ørgrynna av flogførum við túsundtals av ferðafólki og tonsum av farmi flúgva uppiyvir høvdinum á okkum hvønn dag. Tað kann meira enn so vera, at fleiri av hesum hava áhuga í at millumlent eftir farmi ella bert til bunkring og tænastur. Útlendsk flogfeløg eru longu áhugað, neyvan bara til at kappast um ferðafólk við Atlantsflog. Oljuvinnan kann knappliga seta ovurhonds krøv til loftflutning, ferðavinnan kann eisini fáa størri flog eitt nú við eindagsturistum og golfturistum v.m..

Her vantar eitt stórt kanningararbeiði. Men tað má gerast.

<b>Leggja lunnarnar</b>

Men tað er eingin grund til at leika so í um okkara ætlanir. Sum áður nevnt eru vit farin undir stórarbeiði á Glyvursnesi, sum er ein treyt fyri, at vit fáa oyggjaleikirnar hendavegin í 2019. Samstundis hava vit samtykt at fara undir at víðka Tórshavnar havn og at taka grótið til endamálið av Glyvursnesi.

Í hesi prosessini leggja vit heilt nátúrliga soleiðis til rættis, at atlit verða tikin til ein komandi flogvøll á Glyvursnesi. Lat ongan iva vera um tað. Vit skulu nú í gongd við stórt lendisarbeiði, og onki er meira nátúrligt við hópin av stórum maskinum í økinum, enn at eitt fyrireikandi arbeiði til flogvøll samstundis og spakuliga fer í gongd í økinum.

Eg eri fullkomiliga sannførdur um, at ein flogvøllur á Glyvursnesi í framtíðini verður ein treyt fyri eina vælvirkandi ferðavinnu, eina umfatandi útflutningsvinnu og eini vaksandi oljuvinnu.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri