Oddvør J. Mohr
Valevnið Sambandsfloksins, Tórshavnar Kommuna

Framtíðin - tey veruligu virðini

Framtíðin - tey veruligu virðini

Nógv fokus verður sett á trivna og menning. Tað skurrar kortini eitt sindur í oyrunum, tá vit skulu hava djóragarð, baðiland, golfvøll og annars endaleysar røðir av ítróttarligum hentleikum. Eisini skulu nýmótans skúlar byggjast.

Men, hvat vit teimum, sum skulu brúka hesar hentleikar? Hvussu skulu hesi mennast?

Jú, rætt hevur tú, her hugsi eg um trivnaðin og menningina hjá teimum, sum veruliga eru okkara virði og framtíð í samfelaginum og kommununi - tað eru børnini!

Tað er alneyðugt, at tey, sum ansa okkara børnum fáa bestu korini at taka sær av teimum. Tað veri seg bæði pedagogar, lærarar o.o. Hesir starvsbólkar hava eina av teimum størstu ábyrgdunum her í landinum. Tey ansa okkara gullklumpum í nógvar tímar hvønn dag og flestu dagar um árið.

Í veruleikanum er tað okkara framtíð hesi starvsfólk taka sær av. Børnini eru jú tey, sum í framtíðini skulu manna teir flottu skúlarnir, sum verða bygdir og skulu halda fram við at menna okkara samfelag.

Eg eri ein mamma, sum setur stóran prís uppá tað, sum er gjørt fyri míni og nógv onnur børn - í mun til teir ofta truplu karmar, sum hesi virka undir.

Tað er tí av størsta týdningi, at vit varðveita og verða við til at menna hesar karmar, sum skulu verða við til at menna framtíð Føroya og okkara kommunu. Tað er fantastiskt at hava hesi menniskju, sum leggja so nógv í at menna og menta okkara kæru børn!Talan er um at gera eina menniskjaliga virðisøking við at gera eina dygdargóða íløgu í framtíðina! Tað eru nevnliga ikki allar íløgur, ið kunnu síggjast beinanvegin, men tær minka ikki í virði fyri tað.

Munurin í millum virðingina og teirra "innsats" eigur at verða hoyrdur og virdur.

Eg havi gjørt av at verða eitt av valevnum Sambandsfloksins. Bara við tínari atkvøðu kunnu mínar politisku ætlanir og hjartamál gerast veruleiki.

Oddvør J. Mohr

Valevnið Sambandsfloksins, Tórshavnar Kommuna


Enn hava tit tíð.docx